– Tað ganga so nógvar søgur í hesum døgum, sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, tá vit spyrja hann um tíðindini um, at hann fer at atkvøða ímóti uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin.
Júst uppskotið um at hækka pensjónsaldurin er ein treyt hjá Ruth Vang og Framsókn fyri at taka undir við uppskotinum um Suðuroyartunnilin, sum er eitt hjartamál hjá ikki minst Bjarna Hammer úr Javnaðarflokkinum.
Hinvegin so er breiður stuðul fyri uppskotinum um Suðuroyartunnilin í Løgtinginum. Tí bæði Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka undir við uppskotinum. So skuldi Framsókn atkvøtt ímóti, so verður uppskotið helst samtykt kortini.
Øll fakfeløg eru ímóti uppskotinum hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin. Men landsstýrið lurtar í hesum málið eftir Búskaparráðnum, sum staðið hevur mælt til at hækka pensjónsaldurin í fleiri ár.
Men landsstýrið og alt Løgtingið hevur hinvegin valt IKKI at lurta eftir Búskaparráðnum um Suðuroyartunnilin. Har mælir Búskaparráðið staðiliga frá, tí vit hava ikki ráð.
Hinvegin halda løgmaður og landsstýrið og alt Løgtingið við, at vit hava ikki ráð at lata vera.
Enn eru álitini um Suðuroyartunnil og um pensjónsalurin ikki løgd fram. Tað verða tey helst í dag, so tá fæst kanska meira at vita um, hvussu leikur fer.