Higartil eru fýra veljarakanningar gjørdar í samband við løgtingsvalið tann 19. januar 2008, tvær hjá Fynd og tvær hjá Gallup. Og meðan sveiggini í ávísum førum eru so stór, at spurnartekin mugu setast við úrslitið, so eru greiðir tendensir at síggja á øðrum økjum.
Teir smáu fara fram
Ein greið ábending við støði í øllum fýra kanningunum higartil er, at teir báðir smáu flokkarnir fara fram samanborið við valúrslitið á seinasta løgtingsvali. Og í nýggjastu kanningini, sum Fynd júst hevur gjørt fyri Sosialin, ganga Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eisini fram.
Miðflokkurin fær heili 9,3 prosent og tríggjar tingsessir í nýggju veljarakanningini, og hetta er næstan tvífalt so nógv sum tey 5,2 prosentini, sum flokkurin fekk á løgtingsvalinum í 2004. Sjálvstýrisflokkurin gongur eisini fram og fær sjey prosent og tveir tingsessir, men táttar í tann triðja, í nýggju veljarakanningini. Hann fekk 4,6 prosent og ein tinglim á løgtingsvalinum í 2004.
Hetta er sami tendensur, sum hinar veljarakanningarnar undan hesum valinum hava víst. Og tí er sannlíkt, at teir báðir smáu flokkarnir fáa framgongd.
Sambandið størst
Sambandsflokkurin er størsti flokkurin í nýggju veljarakanningini við 22,5 prosentum og átta tinglimum. Og ábendingarnar um eitt gott val eru sterkar, tí Sambandsflokkurin hevur við millum 22 og 25 prosentum verið størsti flokkurin, um allar fýra kanningarnar verða taldar saman.
Tjóðveldi: Óstøðugar kanningar
Spurningurin er, hvønn flokk framgongdin hjá teimum smærru rakar. Og sambært nýggju veljarakanningini er størsti taparin Tjóðveldi, sum fær 19,4 prosent og seks tinglimir. Hetta úrslit plaserar hann á eitt aftasta pláss av fýra teimum stóru flokkunum. Um hetta úrslitið heldur sær, so liggur nær at hugsa sær, at ein sterkari Sjálvstýrisflokkur við nýggjum valevnum og ein Miðflokkur, sum hevur fingið atkvøðuslúkin Karsten Hansen frá Tjóðveldi, er orsøkin til afturgongdina hjá Tjóðveldi.
Men tá tað er sagt, so hava úrslitini hjá Tjóðveldi verið sera svingandi í veljarakanningunum, og tí mugu spurnartekin setast við statistisku óvissuna, sum fylgir við slíkum kanningum, og sum í hesum føri er um 2,5 prosent. Tvær Gallup-kanningar seinastu vikuna hava givið flokkinum 24 og 25 prosent, meðan Fynd gav honum 21,6 prosent fyri einari viku síðani. So úrslitini hjá Tjóðveldi hava verið óstøðug.
A og C eru javnir
Tað hava úrslitini eisini verið hjá Javnaðarflokkinum, sum fær 20 prosent og sjey tinglimir í nýggjastu kanningini. Hann hevur eisini ligið á knøppum 20 prosentum í hinum kanningum uttan tí einu Gallup-kanningini, har hann einans fekk 16 prosent og fimm tinglimir.
Sambært nýggju kanningini fær Fólkaflokkurin 20,1 prosent og sjey tinglimir. Fyri Fólkaflokkin er talan um eina lítla framgongd í mun til hinar tríggjar kanningarnar, har Fólkaflokkurin hevur ligið millum 17 og 19 prosent av atkvøðunum.
Miðnámsflokkurin ikki á ting
Miðnámsflokkurin fær 1,7 prosent av atkvøðunum í nýggju veljarakanningini. Fyri einari viku síðani fekk hann 1,8 frá Fynd, og frá Gallup hevur hann fingið 1,5 og seinast 0,4 prosent av atkvøðunum. Eingin kanning hevur givið Miðnámsflokkinum umboð í løgtingið. Og tí er mest sannlíkt, at einasta valevni floksins, Bergur Johannesen, ikki vinnur sæti á tingi.
Vissa og óvissa
Samanumtikið er úrslitið av hesi nýggjastu veljarakanningini hjá Fynd, at Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin ganga fram. Størstu afturgongdina hevur Tjóðveldi.
Framgongdin hjá teimum smáu og sterka positiónin hjá Sambandsflokkinum tykist vera ein reyður tráður í øllum kanningunum, og tí tykist tað vera sannlíkt, at Sjálvstýrisflokkurin fer úr einum upp í tveir tinglimir og Miðflokkurin úr tveimum upp í tríggjar (teir eru tríggir í dag, men Karsten Hansen varð jú valdur á ting fyri Tjóðveldi).
Sambandsflokkurin hevur verið støðugt sterkur, meðan sveiggini hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi hava verið størri. Fólkaflokkurin hevur ligið á knøppum 20 prosentum.
Samanumtikið hava tær fýra veljarakanningarnar higartil givið bæði støðug og óstøðug úrslit. Og støðugu úrslitini eru, at teir smáu ganga fram, og at Sambandið kann gerast størsti flokkur leygardagin.
Niðanfyri er yvirlit yvir allar veljarakanningarnar, sum eru gjørdar í samband við løgtingsvalið 2008. Tvær frá Fynd, sum hava verið í Sosialinum, og tvær frá Gallup, sum hava verið í Dimmalætting. Tann ovasta er tann nýggjasta, sum er gjørd í dag.
Fynd kanning 15.-16. januar
Fólkafl. 20,1% 7 tinglimir
Sambandslf. 22,5 8
Javnaðarfl. 20 7
Sjálvstýrisfl. 7 2
Tjóðveldi 19,4 6
Miðfl. 9,3 3
Miðnámsfl. 1,7 0
Fynd Kanning 9.-10. januar
Fólkafl. 17,9% 6 tinglimir
Sambandsfl. 24 8
Javnaðarfl. 20,1 7
Sjálvstýrisfl. 5,9 2
Tjóðveldi 21,6 7
Miðfl. 8,7 3
Miðnámsfl. 1,8 0
Gallup Kanning 14. januar
Fólkaflokkurin 19,3% 6 tinglimir
Sambandsfl. 25,3 9
Javnaðarfl. 16,1 5
Sjálvstýrisfl. 6 2
Tjóðveldi 25,6 9
Miðfl. 6,1 2
Miðnámsfl. 1,5 0
Gallup Kanning 16. januar
Fólkafl. 19,3% 6 tinglimir
Sambandsfl. 23,5 8
Javnaðarfl. 19,3 7
Sjálvstýrisfl. 5,8 2
Tjóðveldi 24,5 8
Miðfl. 7,2 2
Miðnámsfl. 0,4 0