Á landsfundi Sambandsfloksins seinasta vikuskiftið hevði Finnbogi Arge eitt innlegg um ríkisfelagsskapin. Innleggið var væl fyrireikað, og tað reisti fleiri relevantar spurningar. Her var talan um eitt innlegg, sum, saman við tí tilfari, sum bleiv útflýggjað, veruliga gav fólki nakað at hugsa um.
Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru flokkarnir, sum standa aftanfyri Heimastýrislógina, og um vit síggja Verkamannafylkingina sum ein fyrrverandi part av Javnaðarflokkinum, so stendur alt landsstýrið aftanfyri Heimastýrislógina.
Hesir tríggir politisku flokkar, sum vóru við til at orða og samtykkja Heimastýrislógina, hava nú arbeitt undir hesi lóg í skjótt fimmti ár, og við henni sum høvuðsamboð er tíbetur nógv broytt í Føroyum rætta vegin síðan 1948.
Sjálvt um hinir føroysku flokkarnir ongantíð hava tikið undir við Heimastýrislógini, so hevur væl borið til hjá teimum øll árini at liva og virka undir hesi frálíku lóg.
Hóast umrødda lóg nærum ongar forðingar hevur - hon røkkur at loysingini, sum tikið verður til -, so eru tað kortini nógv ár síðani, at føroyskir politikkarar fóru at tosa um, at nú var Heimastýrislógin uppbrúkt, hon var úttambað og tískil ónýtilig.
Sambandsflokkurin hevur afturvíst nevnda knarri um forðingar, og hevur áhaldandi biðið um verulig prógv fyri, at júst Heimastýrislógin skal hava verið til hindurs fyri tí politikki, sum tær ymisku samgongurnar hava sett sær fyri at reka, men enn er so umbidna prógvið ikki komið.
Tey seinnu árini hevur eisini Javnaðarflokkurin verið við í tí jammurkóri, sum hevur grenjað um ta »trongu lógina«, sum fær skuldina fyri vantandi framburði. Javnaðarflokkurin, sum var við til at evna Heimastýrislógina, vil nú hava eina aðra lóg ístaðin.
Tað hevur higartil verið sera trupult at frætta nakað um, hvat hendan nýggja lógin skal innihald, burtursæð frá navninum sum sigst vera »Sjálvstýrislóg«.
Við teim stóru, positivu broytingunum í huga, sum síðan 1948 hava verið í tí føroyska samfelagnum, veit Javnaðarflokkurin, at Heimastýrislógin er ein sjálvstýrislóg, ein lóg sum gevur okkum tað sjálvstýri, vit ynskja og kunnu semjast um.
Ein veruligur og meira djúptøkin dialogur ímillum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin um ríkisfelagsskapin, hevur ikki verið í langa tíð. Hví so er, kunnu vit bert gita um, men kanska hevur kjakið um omanfyri nevndu forðingar verið ein orsøkin.
Sum longu nevnt, hevur Sambandsflokkurin áður spurt eftir veruligum prógvum fyri, at Heimastýrislógin ikki virkar sum ætlað, men svarið hevur væntað.
Vit hava ikki kent slíkar forðingar, sum hinir flokkarnir siga seg hava verið fyri, men harvið er ikki sagt, at als ongar hava verið kanska fara at koma.
Nú kann verða spurt, um ikki tann spenta støðan, sum nú valdar millum Føroyar og Danmark, er prógv fyri, at Heimastýrislógin er ov trong.
Vit halda ikki, at sjálv lógin er orsøk til bankakanningarstríðið, men tú kanst siga, at danska stjórnin í dag als ikki skilir andan í lógini, og tí kann stundin vera komin, har neyðugar dagføringar skulu gerast.
Og sum nærri tilskilað í stevnuskrá Sambandsfloksins, er flokkurin til reiðar at gera tær stjórnarligu broytingar, ið hann heldur tæna fólkinum Uffe.
Føroyavinurin Uffe Ellemann-Jensen hevur rætt okkum bróðurhond. Í greinini »Rigsfællesskabet til ny vurdering« í vinnulívsblaðnum Børsen mælir hann beinleiðis til, at vit brúka givna høvi til eina grundleggjandi umrøðu av ríkisfelagsskapinum og framtíð tess.
Sambandsrøddin hesaferð tekur undir við tilmælinum frá Uffe Ellemann. Hann nemur við fleiri av teim mest týðandi tættunum í ríkiseindini, og tú kennir beinanvegin, at her er talan um ein persón, sum skilir rætta andan í samríkispolitikkinum, hann sigur m.a.:
»Rigfællesskabet mellem Danmark, Grønland og Færøerne er for mange bare noget, der er en given størrelse. Til daglig handler det blot om økonomi og bloktilskud, men for mig ligger der meget andet i fællesskabet, f.eks. historien, kulturen og befolkningen og dens livskvliteter og livsværdier.
Det vil være tåbeligt at begynde debatten om Rigsfællesskabet ved at spørge: Hvor meget kan vi spare. Det er helt forkert. Vi skal diskutere vort sociale og internationale ansvar for Grønland og Færøerne, herunder det sikkerhedspolitiske«.
»Jeg befinder mig utrolig godt i det nordatlantiske. Det er de steder, jeg helst vil komme. Menneskene lever deres tilværelse på de yderste eksistensmuligheder under særdeles vanskelige forhold.
Vi danskere har gennem Grundloven og Rigsfællesskabet et medansvar for udviklingen i Grønland og på Færøerne, og sålænge befolkningerne ønsker at være knyttet til Danmark, må vi leve op til det ansvar«.
Jú, her er talan um ein av okkara góðu vinum, ið rættir út bróðurhond og mælir til dagføringar, til nýggja meting og menning av ríkisfelagsskapinum, og eg haldi, vit eiga at taka útrættu hondina, ikki vegna kenslur, men vegna veruleikan, vegna broytttar umstøður og við ynskinum um at styrkja okkara egna samfelag soleiðis, at føroyingar aftur helst vilja búleikast her heima heldur enn at rýma.
Dagføringin eigur somuleiðis at styrkja verandi felagsskap, uttan at skerja møguleikan hjá ríkiseindunum fyri at samstarva á jøvnum føti.
Trygvi F. Guttesen










