Hans Pauli vælkomin at seta roykiforboð í gildi

Ein kanning á Hotell Føroyum, vísir, at heilt stórur meiriluti av gestunum vilja hava roykfría matstovu. Men serliga áhugavert er tað, at eisini helvtin av teimum, sum roykja, vilja sleppa undan royki á matstovuni


Hans Pauli Strøm er vælkomin at seta roykiforboð í gildi.
Tað sigur stjórin á landsins størstu hotellum.
Johannes Jensen er stjóri á Hotell Føroyum við Oyggjarvegin og á Hotell Tórshavn í Vágsbotni.
Og akkurát tey bæði hotellini eru skúladømi um, at roykiforboð fær ikki gestirnar at rýma skríggjandi avstað aftur.
Á Hotell Føroyum er roykiforboð í matstovuni, í barrini, í fundarhølunum og í meiri enn helvtini av kømrunum.
- Men klárar Hans Pauli Strøm at seta roykiforboð í gildi allastaðni, heilsa vit tí vælkomnum og so verður Hotell Føroyar roykfrítt, alt sum tað er, sigur stjórin.
Hinvegin er Hotell Tórshavn longu roykfrítt, alt sum tað er.
 
Tríggjar orsøkir  til roykiforboð
Á hesum báðum hotellunum hava tey gjørt av at ganga undan á hesum øki og at seta roykiforboð í gildið, hóast tað ikki er lógarkravt.
- Hóast vit eru ein privat fyritøka, hava vit gjørt av at vit vilja ganga undan ístaðin fyri at bíða eftir, at tað verður lógarkravt, sigur stjórin.
Men orsøkin til tað er ikki fyrst og fremst fyri at tað skal vera roykfrítt hjá gestunum.
- Tað eru tríggjar orsøkir til, at vit hava gjørt av at okkara hotell skulu vera roykfrí, sigur Johannes Jensen.
Fyrsta orsøkin er, at tað er ein sannroynd, at fáir starvsbólkar eru so stórum vanda fyri at vera rakt av óbeinleiðis royking sum barrvørar og tænarar.
Samstundis hevur hægstirættur í Danmark staðfest, at doyggja barrvørar og tænarar av sjúkum, sum teir hava fingið av av óbeinleiðis royking á arbeiðsplássinum, skal tað metast sum ein arbeiðsskaði.
- Vit hava eini 70 ársverk á báðum hotellunum, so tað er eitt stórt arbeiðspláss. Og vit kunnu ikki loyva okkum at hava eitt arbeiðsumhvørvi, har vit seta lív og heilsu hjá okkara starvsfólki í vanda.
Onnur orsøkin er trygdin!
- Tað vísir seg, at í øðrumhvørjum eldsbruna, sum krevja  mannalív, eru tað sigarettur, sum hava fest í. Vit vita eisini, at kemur eldur í eitt hotell, kann tað mangan vera rættiliga hættisligt. Sostatt er tað sanniliga eisini av trygdarávum, at vit hava sett roykiforboð í gildi, tí vit vilja hava okkara gestir at kenna seg so tryggar sum gjørligt.
Og triðja orsøkin er so tann, at vit hava nógvar gestir, sum ikki roykja.
- Vit vilja fegin, at allir teir gestirnir skulu hava møguleikan at fáa ein góðan bita ella eitt gott glas í einum umhvørvi, sum hóvar teimum og tí vilja vit fegin bjóða teimum roykfríar matstovur og barr.
- Men vit vilja eisini fegin vísa okkum sum ein nýmótans fyritøka, sum setur trygt og trivnað á hásætið, leggur hann afturat.
 
Stórur meiriluti 
Tað eru mong, sum tvíhalda um, at tey, sum roykja mugu kunna fáa sigarett oman á ein góðan bita ella efturvið einum góðum glasi.
Annars gagnast tað yvirhøvur ikki!!!
Men hetta eru ikki royndirnar av roykiforboðinum á Hotellunum Føroyum og Tórshavn.
- Vit hava gjørt eina umfatandi kanning ímillum tey, sum ótu á Hotell Føroyum. Í einum longri tíðarskeiði høvdu vit spurnarbløð liggjandi, har yvir 600 gestir søgdu sína hugsan um royking á matstovuni.
- Tað vísti seg, at sera stórur meiriluti er fyri roykiforboðið á matstovuni. Heili 84% av teimum, sum svaraðu, vildu hava matstovuna roykfría.
Men tað mest áhugaverda var kanska, at akkurát helvtin av teimum, sum royktu, vildu eisini hava roykfría matstovu.
Hann vísir eisini á, at eftir teirra tykki, hevur hetta ikki stygt gestirnar burtur.
- Vit hava eisini staðfest, at talið á gestum á matstovuni á Hotell Føroyum er støðugt vaksin alla tíðina, síðani tað varð ólógligt at roykja har, sigur hann.
 
Heilt óskiljandi
Hinvegin sigur Jóannes Jensen eisini, at kanska hevur hetta stygt onkrar roykjarar burtur og at tey kanska høvdu havt enn fleiri gestir, var tað loyvt at roykja.
- Baksíðan á medaljuni er, at vit taka frælsið frá teimum, sum roykja. Men lív og heilsa hjá starvsfólki, trygdin á hotellunum og trivnaðurin hjá øllum teimum, sum ikki roykja, viga meir.
Hann sigur, at teir hava hevur hent seg, at roykjarar eru farnir á dyr aftur. Hinvegin hava tey eisini sæð nógvar stórroykjarar inni. Men teir fara so útum at roykja.
Uttanfyri hava tey so gjørt eitt tún við taki og hitalampum, har 40 fólk hava góðar umstøður at sita.
- Har eru fólk vælkomin at seta seg at roykja.
Men hinvegin staðfestir stjórin, at tað er ein stórur trupulleiki, at tað ber ikki til at hava glasið við útum.
- Tað er ein stórur trupulleiki, at alt skal verða so tvørligt í hesum landi. Tað skal ikki meiri til enn at broyta eina kunngerð, so kunnu gestir okkara sita uttandura við einum glasi. Hinvegin var onki í vegin fyri at broyta alla rúsdrekkalógina var fyri at tað skuldi vera loyvt at drekka á tónleikastevnum og øðrum tiltøkum.
- Vit síggja eisini hvønn dag, á hvørjari stevnu og á hvørjari tónleikastevnu at tað er loyvt at drekka úti. Tað skal bara ikki verða loyvt at fáa ein glas á hotellinum og seta seg beint útum við tí undir skipaðum viðurskiftum.
Johannes Jensen sigur, at hetta er nakað, sum útlendsk ferðafólk als ikki skilja.
- Tey halda, at tað eru vit á hotellinum, sum eru óblíð, tí tað er næstan ómøguligt at greiða teimum frá eini so tápuligari lóg, sum sigur, at tað ikki skal vera loyvi at seta seg við okkara uttanduraborð við einum glasi.
- Tað átti at verið ein natúrligur partur av okkara virksemi og tí er tað óskiljandi, sigur Johannes Jensen.