"Feløgini í Samtakinum, ið eru gingin saman til tess at tryggja áhugamálini hjá limum sínum sum tryggingartakarar og eftirlønaruppspararar í LÍV, fegnast um tann dent, ið løgmaður legði á eftirlønarspurningin í Ólavssøkurøðuni og á løgtingssamtyktina um at umskipa Føroya Lívstrygging, so at tryggingartakararnir fáa fulla ávirkan og innlit.
Áherðsla hevur verið løgd á, at fakfeløgini mugu medvirka konstruktivt í hesum stórmálum, ið krevja umfatandi og langtrøkkandi semjur bæði á arbeiðsmarknaðinum og millum politisku flokkarnar á tingi.
Feløgini í Samtakinum eru so avgjørt sinnað at medvirka konstruktivt og meta, at hesi mál eru millum størstu mál hjá fakfelagsrørsluni í nýggjari tíð. Samstundis vilja vit gera greitt, at vit kunnu ikki góðtaka, at fýra ár fara afturat undir tygara politisku leiðslu uttan at nakað ítøkiligt spyrst burturúr.
Eins og løgtingssamtyktin ásannar, at tað er alneyðugt at fólk taka undir við og taka til sín eftirlønarskipanir í Føroyum, skulu framstig gerast á eftirlønarøkinum, so vilja feløgini enn einaferð endurtaka, at høvuðsfortreyt fyri eini loysn liggur í eini skipan av LÍV, so eftirlønaruppspararar fáa veruliga ávirkan á hesi viðurskifti síni, eins og vit kenna tað í londunum rundanum okkum.
Umboð fyri feløgini royna nú á triðja ári at fáa eina samráðingarloysn við landsstýrið um LÍV, men higartil hevur konstruktivur vilji skortað frá landsstýrisins síðu at medvirka til loysn.
Feløgini í Samtakinum vilja tí heita á løgmann við ábyrgd at samskipa politikkin á økinum at síggja til, at neyðugu lógarbroytingarnar verða gjørdar í hesum árinum, so broytt lóg fyri LÍV kann koma at virka frá ársskiftinum.
Gongdin í heimsbúskapinum seinasta árið hevur givið LÍV týðandi trupulleikar. Limirnir hjá feløgunum, sum kunnu verða útsettir fyri stórum tapum, tola sum vera man ikki, at drálað verður longur við at geva teimum fult innlit í hesi viðurskifti og avgerandi ávirkan á, hvussu uppsparingin verður umsitin. Samstundis vilja vit gera greitt, at landsstýrið eftir okkara hugsan hevur ábyrgdina av teimum tapum, sum tryggingartakarin hevur liðið síðani ognartøkuna 1. januar 2000."
???????????????
Vinarliga
Vegna Fakfeløgini í Samtakinum:
Starvsmannafelagið
SFS (starvsfólkafelag fíggjarstovanna)
Føroya Lærarafelag
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Maskinmeistarafelagið
BLF (Búskapar- og Løgfrøðingafelagið)
Føroya Almanna- og Heilsurøktarfelag
Føroya Pedagogfelag
YF (Yrkisfelag HF- og studentaskúlalæraranna)
Magistarafelagið
Yrkisfelagið Trygdin
Føroya Postfelag
Føroya Fiskimannafelag
Føroya Verkfrøðingafelag
Jógvan Mørkøre
Gunnleivur Dalsgarð,
Andrias Ziska
Leif Ellingsgaard