Ein stór misfatan sýnist at vera millum politikarar, tíðindafólk og fólk yvirhøvur um, at nýtt landsstýri skal skipast eftir eitt val, og at løgmaður skal veljast av nýggjum. Hetta er bara ikki so. Løgmaður, sum ikki antin sjálvur hevur sagt seg frá ella er frákoyrdur við misálitisváttan, avgerð sjálvur út fra síni egnu meting av politisku støðuni, um hann heldur fram ella ikki. Eftir nýggju stýrisskipanarlógini er tað ikki nøkur sjálvfylgja, at landsstýrið skal endurskipast aftaná eitt løgtingsval. Eftir gomlu lógini skuldi bæði løgmaður og landsstýri veljast av løgtinginum aftaná hvørt løgtingsval. Tá var landsstýrisskeiðið tað sama sum løgtingsskeiðið.
Ein onnur stór misfatan er, at eitt landsstýri skal byggja á ein avgjørdan meiriluta á løgtingi, tað vil siga í minsta lagi 17 av 32 tingmonnum. Kravið er, at løgmaður ikki má hava avgjørdan meiriluta, tað vil siga minst 17 tingmenn, ímóti sær. Og hesin avgjørdi meiriluti má staðfestast við eini misálitisatkvøðugreiðslu.
Parlamentariska grundarlagið hjá einum løgmanni og hansara landsstýri kann tí vera skiftandi. Tað er bert burtur um meiri enn 17 staðfesta at vera ímóti. Tann ella teir flokkar, ið mynda eitt landsstýri hava tí ikki fyri neyðini at hava nakran avgjørdan meiriluta í løgtinginum. Vit síggja i hinum Norðanlondum, at stjórnir sita, har stjórnarflokkarnir bert hava lítlan part av tingmonnum beinleiðis aftanfyri seg. Til dømis hava stjórnarflokkarnir í Danmark bert um leið 70 tingmenn av 179 aftanfyri seg og í Noreg bert um leið 45 av 155 tingmonnum. Í Svøríki hevur sosialdemokratiski stjórnarflokkurin eisini væl minni enn helmingin av tingmannatalinum. Tað ræður bert um ikki at hava fleiri ímóti sær, sum vilja skipa eina alternativa stjórn.
Valkvøldið varð staðfest, at løgmaður ikki hevði avgjørdan meiriluta ímóti sær. Hann og landsstýrið var tí sitandi við fullum heimildum. Tað var tí heldur ikki neyðugt hjá løgmanni at gera nakað annað enn at staðfesta hendan veruleika, og so annars halda fram við landsstýrisarbeiðinum. Løgmaður gjørdi fyri so vítt eisini hetta, men samstundis fór hann undir samráðingar um at umskipa landsstýrið, soleiðis at hetta kundi hava beinleiðis avgjørdan meiriluta í tinginum. Hann fór sostatt undir at fáa í lag eina meirilutasamgongu.
Hugtakið samgonga
Í føroyskum politikki er orðið samgonga vorðið eitt slíkt hugtak, at fólk halda, at landið kann ikki stýrast uttan at vit hava eina slíka. Og fyribrigdið samgonguskjal er í vitskuni hjá fólki og hjá politikarum blivið til eitt so heilagt skjal, at tað gongur fram um lógarkrøv og stýrisskipan. Veruleikin er tann, at hugtakið samgonga ikki finst í føroysku stjórnarskipanini. Hugtakið er komið av, at í stýrisskipanini frá 1948 kravdist avgjørdur meiriluti á tingi fyri at velja landsstýrismenn (ikki løgmann), og fyri at fáa lógaruppskot samtykt.
Av hesi orsøk hava vit politiskt livað við eini skipan, sum í veruleikanum bygdi á meirilutadiktatur heldur enn vanligt parlamentariskt demokrati. Roynt hevur verið aftaná hvørt val at skipa eina meirilutasamgongu, sum valdi løgmann og landsstýrismenn. Hesin meiriluti, sum altíð hevur umfatað fleiri flokkar, hevur so stýrt landinum í viðkomandi valskeiði. Allar ósemjur, og tær hava mangan verið stórar, skuldu ruddast av vegnum innanfyri samgonguna, og síðani varð farið í tingið við málinum. Úrslitið varð, at andstøðan, tað vil siga flokkarnir uttanfyri landsstýrissamgonguna, fingu so gott sum onga ávirkan á loysnir av málum. Tað hevur tí eisini verið sjáldsamt við breiðum semjum um stórmál á tingi seinastu hálvu øldina. Alt tíðarskeiðið hevur eisini verið sermerkt av, at samgongur altíð hava havt "skuldina", meðan andstøður ongatíð hava havt nakra "skuld", tíansheldur ábyrgd.
Nýggj stýrisskipan í 1994
Í 1994 fingu vit nýggja stýrisskipan. Eftir hesi er sjálvandi møguleiki fyri meirlutalandsstýri, men nýggju reglurnar geva eisini møguleika fyri minnilutalandsstýrum, sum kunnu arbeiða á nógv breiðari politiskum grundarlagi við øllum flokkum í tinginum, sjálvt um hesir ikki eru umboðaðir í sjálvum landsstýrinum. Á hendan hátt verður minni innanhýsis stríð í landsstýrinum, málini kunnu sakliga viðgerast betur í teim ymsu stýrunum og semjurnar, sum ofta vilja hava breiðari undirtøku, kunnu gerast í sjálvum tinginum. Ábyrgdin liggur á einstaka landsstýrismanninum at gera eitt dygdargott arbeiði, men hon liggur eisini á teim ymisku flokkunum í tinginum, sum við at gera semjur kunnu fáa størri ávirkan á politisku gongdina.
Vit hava nú fingið eitt meirilutalandsstýri aftur. Tað hevur kunngjørt eitt samgonguskjal, sum vónandi ikki er annað enn ein vanligur arbeiðssetningur, og ikki nakrar ásetingar, sum komandi fýra árini skulu brúkast til at sláa hvønn annan í høvdi við. Hesin setningur er skilagóður og kann vónandi nýtast sum grundarlag fyri einum dygdargóðum arbeiði. Andstøðuflokkarnir báðir hava eisini boðað frá, at teir stórt sæð taka undir við arbeiðsætlanunum. Hesir báðir flokkar hava tí nú bundið seg til og hava allar møguleikar til at gera eitt gott arbeiði á Løgtingi, tá málini koma fyri. Hetta gerst við at taka undir við teimum og snáka tey til, har hetta er neyðugt. Um hesir flokkar, aftaná tær útsagnir teir eru komnir við, ikki vísa viljan til slíkt samarbeiði verður leingi, áðrenn teir kunnu vænta sær veruliga politiska ávirkan.
Hví hava vit núverandi politiska uppbýti?
Hóast flokkarnir í núverandi landsstýri eru ymiskir og ikki serliga homogenir, er orsøkin til hesa landsstýrisskipan tann, at teir báðir stóru andstøðuflokkarnir vilja ov lítið fyri at gera Føroyar meiri sjálvstøðugar. Hesir flokkar mugu gera sær greitt, at so leingi teir hava sum beinleiðis endamál at Føroya skulu vera partur av øðrum landi, tæna teir ikki landsins gagni. Sjálvt um tað eydnast teimum í eina tíð enn, at tarna frígeringini av landinum, so koma teir fyrr ella seinri at ásanna, at politikkur teirra á hesum øki var skeivur. Teir koma eisini at ásanna, at atkvøðuframgongd bygd á følsk lyfti um, at trygdin hjá eini tjóð liggur í at geva seg undir aðra tjóð, bert er løtuvinningur, og ikki kemur at halda tá ástendur. Hesir flokkar, um teir veruliga skulu fáa politiskan týdning, mugu tí broyta kósini til eina sjálvstýriskós, har suvereniteturin má útvegast, áðrenn verulig menning av tjóðini kann fara fram.. Hvussu skjótt tað skal ganga kann so altíð skiftast orð um. Serligan týdning hevur hetta fyri Javnaðarflokkin, sum á heilt ónátúrligan hátt hevur gjørt seg meiri sambandskan enn Sambandsflokkurin og í valstríðnum klistra seg afturat hesum flokki.
Um javnaðarflokkurin hevði meldað klárt út við eini sjálvstýrisgongd - skjótt ella spakuliga - hevði eg persónliga hildið, at eitt landsstýrið - eisini hesu ferð - skipað av Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum, møguliga við teim báðu smáu flokkunum, hevði verið nógv tann besta loysnin. Eitt slíkt landsstýri hevði innanhýsis arbeitt friðaligt, og hevði havt stórar møguleikar at fingi stórmál ígjøgnum í tinginum saman við antin Sambandsflokkinum ella Tjóðveldisflokkinum og við hvørt saman við báðum.