stórt arbeiði í so máta. Nú er so hjá eftirmanninum Signari á Brúnni at arbeiða víðari við málinum. NÚ frætta vit so, at tríggir føroyingar, allir við hægri útbúgving, arbeiða við ætlanum um at seta á stovn [...] sær, at vit fáa eitt nógv sterkari bein at standa á í fiskivinnuni. So her eru nógvir møguleikar. TÁ hugsað verður um granskingina, so mugu vit ikki gloyma tey humanistisku økini. Náttúruvísindi, vinnulív [...] eitt nú í Nóatúni, eiga vit so avgjørt ikki at undirmeta. Har arbeiða kompetent fólk við at granska í eitt nú í havumhvørvi. HESA seinastu tíðina hava vit hoyrt rættiliga nógv um áhugan og tørvin á gransking
at undirhalda við góðum skemti. Afturat tí fer Meyla at undirhalda við Lort í Býin. Um tikið verður í tónleikin, so er eisini nógv áhugavert á skránni. Ólavsøkuaftan verða tað millum annað Cantabile, Uni [...] sama dag ein stutt konsert og felagssangur við Fjelljom og Hans Iversen í Tilhaldinum. Um hetta ikki er nóg mikið, so verður forvitnislig konsert í tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum við ongum minni enn nýggja [...] Reinsarínum eru forvitnislig nøvn, so sum Páll Finnur Páll, Bet You Are William, Hanus G. Johansen og Budam. Hesir eru allir millum fremstu tónleikarar í landinum, og verður talan um eina sera fjølbroytta tónl
seg fram til hvør sítt FM-heiti. Samstundis, sum eystanstevna verður hildin í Runavíkar-økinum, verður FM-róður á Sundalagsstevnu í Kollafirði. Stevnunevndin aftanfyri eystanstevnu fer at skipa so fyri [...] eystanstevnu í ár, ætla tey, sum standa aftanfyri stevnuna, at tiltakið hesaferð skal vera minst líka so áhugavert, sum stevnan annars plagar at vera. Kappróðrarfelagið NSÍ hevur tríggjar kappróðrarbátar [...] sum býr í Vágum, at ganga á odda fyri tiltakinum í Runavík. Sosialurin fer at hava serblað í morgin um eystanstevnu.
í Føroyum enn meira breitt og dekkandi. So ein slík sending í DR er avgjørt eitt gott og gevandi íkast til orðaskiftið í Føroyum um umleið somu spurningar, um enn við øvugtum forteknum. Sjálandi eigur [...] sigast at vera eitt gott tiltak. Nevniliga hetta at spurningurin um ríkisfelagsskap, fullveldi, sjálvstýri ol. eisini verður viðgjørdur í einum so stórum donskum forum sum sendingin Orientering í Danmarks Radio [...] VIT hava sum blað lagt stóra dent á at fáa eitt opið, breitt og sakligt orðaskifti um júst hesar somu spurningar um enn sæð við føroyskum eygum. Tað er tí sera kærkomið, at danskir fjølmiðlar eisini taka
sambandi við kolvetni í undirgrundini, og júst nú verður so seinasta hond løgd á 3. útbjóðingarumfarið á landgrunninum. -Úrslit og vitan, sum verða løgd fram á eini tílíkari ráðstevnu, hava alstóran týdning fyri [...] spurningar, sum eru frammi í tíðini, og í hesum føri serstakliga nógv umrødda basaltið, ið eyðkennir so stóran part av føroysku undirgrundini. Tað var landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm, sum [...] vit betur skilja jarðfrøðiliga útviklingin í hesum økinum. Tað er tryggjandi og gott at síggja, at so mong av tykkum hava valt at koma til Føroya at vera við á hesi ráðstevnu og eg fari at takka fyrireikarunum
snýr seg so nógv um framtíðina. Landsstýrið noyðist undir givnu umstøðunum at krita skógvarnar nú. Tað ein kann harmast um, er, at tær politisku útgreinigar og umhugsingar, sum framløgan ber boð um, ikki [...] betrast, samstundis sum styrkt verður um undirvísingina í enskum, so at næmingarnir í fólkaskúlanum duga líka væl enskt, og teir í dag duga danskt. Bøtast skal um miðna´smskularnar, arbeiðsmarkanaðrútbúgvingar [...] savnaðar. Tað má uttan mun til, hvat ein annars heldur um føroyskan politikk ásannast, at her er veruliga talan um eitt nýbrot í politikkinum og um nógv áhugaverd perspektiv. Nú verður spennandi at síggja
spældu móti hvør øðrum seinast. Tá var talan um landskappingardyst, B68 hevði heimavøll og gjørdist sigursharri. Nú spæla liðini fjórðingsfinalu í kappingini um Løgmanssteypið. Hesin dystur verður spældur [...] mátan, liðið tapti upp á í móti FC Suðuroy. Bill McLeod Jacobsen og hansara menn eru eisini fullgreiðir um, at einasti mátin at reisa seg, er við at vinna á ÍF og spæla seg víðari í steypakappingini. Til at [...] ferð. Hjá fuglfirðingum var úrslitið seinasta umfar heldur ikki nøktandi. Á heimavølli spældi ÍF seg fram til javnleik og eitt stig móti uppflytarunum B71. Aftrat hesum noyddist Høgni Zachariassen skaddur
grundstykki. - Hóast okkurt er, sum ikki er komið við, so er framsýningin sera viðfevnd og lýsir bygdina rættiliga væl. Framsýningin varð sýnd fram í 1999, og av teirri orsøk, at áhugin fyri henni var sera [...] kom ein annar býlingur, uttan fyri Garðar, tá ið traðarmaður velti sær trøð her - Garðatrøðna. Nakað um somu tíð varð Hvítanes bygd. Hvítanes er tað, ið nevnt verður niðursetubygd. Í 1908 varð sanatoriið [...] stórt tombola verður á torginum í SMS hósdagin, fríggjadagin og leygardagin. Myndaframsýningin fevnir um nýggjar og gamlar myndir, og hon lýsir søguna hjá Hoyvík hesa seinastu øldina. Serliga er bygdin vaksin
Áhugavert! Tað má sigast um kanningina, sum Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi saman við ymsum pørtum í Føroyum hevur latið gjørt. Kanningin gevur nakrar ábendingar um, hví so fáir føroyingar koma aftur [...] serliga í Danmark. Positivt at fáa vitan Ymsar meiningar eru um kanningina, men tað er grundleggjandi positivt, at skjalprógvað vitan fæst um hetta økið. Enn havi eg ikki nærlisið kanningina úr enda í annan [...] samstarvi í Ríkisfelagsskapinum. Vert er at kanna, um danska stjórnin kann hjálpa fíggjarliga við einari undirvísingarverkætlan. Slíkt samstarv fer í løtuni fram á Fiskirannsóknarstovuni, har danska stjórnin
rættiliga væl vitjað, sum hon læt upp um vikuskiftið Tað eru fleiri av kendastu nøvnunum innan list her á landi, sum eru við í árligu heystframsýningini. Hon er so mikið stór í vavi í ár, at hon verður [...] føroysku listafólkini eru eisini nøkur útlendsk gestalistafólk við á framsýningunum, sum verða opnar fram til 14. oktober.