Áhugaverd myndaframsýning um bygdarsøguna í Hoyvík

»Hoyvík í eina øld« kallast myndaframsýning, sum H71 stuðlar skipa fyri á Torginum í SMS hesa vikuna

Tíðindaskriv
???????????

Søgan hjá Hoyvíksbygd er aldargomul. Nú er Hoyvík eitt av størstu nýggju bústaðarøkjunum í Føroyum, men fyri bert 200 árum síðan var bert ein býlingur í Hoyvík. Tað var býlingurin heimi á Garði, har ið bóndagarðurin var. Hesi valahús standa enn og eru nú umvæld og verða varðveitt sum fornminnissavn. Í 1802 kom uppsitari at sita í einum øðrum húsum heimi á Garði, tá ið helmingurin av festinum varð tikin til fútagarð.
Í 1830-árunum kom ein annar býlingur, uttan fyri Garðar, tá ið traðarmaður velti sær trøð her - Garðatrøðna. Nakað um somu tíð varð Hvítanes bygd. Hvítanes er tað, ið nevnt verður niðursetubygd. Í 1908 varð sanatoriið bygt í Niðastu Hoydølum. Fyrst Gamla Hús og síðan - í 1922 - Nýggja Hús. Í 1920-árunum yvirtók royndarstøðin jørðina, ið hoyrdi til festið hjá fútagarðinum. Tá vórðu nýggj hús bygd til støðina heimi á Garði. Hesum húsum húsast Føroya Forn-minnissavn nú í.
Í 1975 flutti bóndagarðurin niðan á Vatnaskarðar, har ið stórt lendi varð velt upp úr nýggjum eitt nú fyri at fáa høgligari og meiri nýmótans jarðarbrúk. Har er garðurin enn.
Brot úr hesi áhugaverdu bygdarsøgu verða lýst við myndaframsýningini »Hoyvík í eina øld«, ið H 71-stuðlar skipa fyri í sambandi við at stórt tombola verður á torginum í SMS hósdagin, fríggjadagin og leygardagin.
Myndaframsýningin fevnir um nýggjar og gamlar myndir, og hon lýsir søguna hjá Hoyvík hesa seinastu øldina. Serliga er bygdin vaksin og broytt ótrúliga nógv seinastu 30 árini, eftir at farið varð undir at útstykkja hagan til grundstykki. - Hóast okkurt er, sum ikki er komið við, so er framsýningin sera viðfevnd og lýsir bygdina rættiliga væl. Framsýningin varð sýnd fram í 1999, og av teirri orsøk, at áhugin fyri henni var sera stórur, varð avgjørt at seta hana upp aftur.
H71-stuðlar er felag, sum hjálpir til við ungdómsarbeiðinum hjá H71. Hóast felagið hevur nógvar trúgvar limir, so krevst nógvur peningur til at skipa ungdómsarbeiðið, ikki minst nú tá ið møguleikarnir eru vorðnir nógv fleiri, eftir at nýggj ítróttahøll varð bygd - Hoyvíkshøllin - og eisini setur tað stór krøv, at talið á børnum og ungfólki, sum búgva í Hoyvík í dag, er stórt og alsamt vaksandi. Hetta er 5. ferð, at H71-stuðlar hava havt tombola í SMS, og áhugin fyri at lata vinningar hevur eins og hini árini verið góður. Tiltakið hevur eisini hvørja ferð eydnast væl og hevur verið eitt gott ískoyti til raksturin í felagnum.
Vinningarnir hesa ferð eru eisini góðir, eitt nú bæði veðratjógv, borimaskinur, bøkur, gávukort umframt nógvir aðrir góðir vinningar av ymsum slag.