Áhugaverd skrá fyri eystanstevnu

Tað verður Helena Dam á Neystabø, ið fer at seta eystanstevnu, sum verður hildin í vikuskiftinum

Eystanstevna

 

Hóast eingin kappróður verður á eystanstevnu í ár, ætla tey, sum standa aftanfyri stevnuna, at tiltakið hesaferð skal vera minst líka so áhugavert, sum stevnan annars plagar at vera.

Kappróðrarfelagið NSÍ hevur tríggjar kappróðrarbátar við í FM-róðrinum í ár, og formaður felagsins, Ludvík við Stein, ætlar saman við hinum í nevndini, at allir tríggir bátarnir skulu rógva seg fram til hvør sítt FM-heiti.

Samstundis, sum eystanstevna verður hildin í Runavíkar-økinum, verður FM-róður á Sundalagsstevnu í Kollafirði.

Stevnunevndin aftanfyri eystanstevnu fer at skipa so fyri, at fólk skulu kunna fylgja kappróðrinum á stórskíggja í tjaldinum, sum verður sett upp á bryggjuni hjá Runavíkar havn.

Higartil í FM-róðrinum liggur Eysturoyingur fremstur av 10-mannaførunum, og Tjaldrið liggur fremst av 5-mannaførunum við dreingjum.

Sølmundur mannaður við kvinnum er triði báturin, sum Kappróðrarfelagið NSÍ luttekur við í hesum kappingarárinum, men enn hevur báturin sín fyrsta sigur í ár til góðar.

Tað verður Helena Dam á Neystabø, sum fer at seta eystanstevnu fríggjakvøldið klokkan 20, men ein tíma fyri setanina verður karnevalgonga av økinum við ítróttarhøllina í Runavík og inn á stevnuøkið við býráðshúsini.

Hetta er annað árið á rað, at stevnunevndin aftanfyri eystanstevnu hevur karnevalgongu við í skránni, og seinast eydnaðist tiltakið sera væl.

Í ár fer ein brasiliansk kvinna, sum býr í Vágum, at ganga á odda fyri tiltakinum í Runavík.

Sosialurin fer at hava serblað í morgin um eystanstevnu.