Áhugaverd tiltøk á ólavsøku

Niðanfyri standa fleiri smærri tekstir um áhugaverd tiltøk, ið verða á ólavsøku

Fjølbroytt skrá fyri Tórspall


Nógv áhugavert verður at síggja á nýggjasta pallinum í Havnini, Tórspalli, um ólavsøkuna. M.a. verður góður tónleikur, undirhald til børnini og dansur



Í ár ætla fyrireikararnir av ólavsøkuni veruliga at fáa lív í Miðbýin aftur. Pallurin á Vaglinum eitur Tórspallur, og er hann ein liður í hesi ætlan. Hesin pallur kemur at hýsa góðum undirhaldi fyri bæði stór og smá, og afturat tí verður tað ókeypis at njóta hesar framførslurnar.

Fyri tey smærri fara millum annað Angela og Hannibal at undirhalda við góðum skemti. Afturat tí fer Meyla at undirhalda við Lort í Býin.

Um tikið verður í tónleikin, so er eisini nógv áhugavert á skránni. Ólavsøkuaftan verða tað millum annað Cantabile, Uni Arge, Express, The Story Ends og at enda Terji og Eyðun, ið standa fyri tónleikinum.

Ólavsøkudag verður fløguaktuelli Jens Marni Hansen at hoyra á Tórspalli, og eftir hann kemur nýkomarin á føroyska tónleikapallinum Bet you are William at borðreiða við góðum og nýggjum tónleiki.

Afturat øllum hesum verða eisini áhugaverdar dansiframførslur við Vígdis Hentze Olsen og Gunn Joensen.

Sostatt kemur Tórspallur at seta ein heilt øðrvísi dám á í Miðbýnum, og gevur øllum teimum, sum hava hug at síggja gott undirhald, ein frálíkan møguleika fyri at steðga á eina løtu og njóta ólavsøkuna uttan at gjaldast skal fyri tað. 

- Rógvi Nybo





Tak børnini við á ólavsøku


Á ólavsøku verður sjálvsagt eisini nógv tiltøk til alla familjuna. Áhugaverd tiltøk eru ymsastaðni í býnum, og tey, ið vilja hava eina uppliving sum ein heil familja, hava hópin av møguleikum


Tað verður skipað fyri nógvum tiltøkum til familjur við smábørnum á ólavsøku í ár. Ponnyríðing og ríðikapping verður og eisini ber til hjá familjuni at fara til modellframsýning av radiostýrdum bátum og flogførum uttan fyri svimjihøllina í Gundadali allir dagarnar. Um foreldur vilja hava eina fríløtu, verður Ævintýraferð, har børnini sleppa at vera við í sjálvum leikinum, ið verður framførdur fyri teimum í kommunuskúlagarðinum. Tórshavnar ítróttarfelag skipar fyri hoppilandi í nonnuskúlagarðinum, og somuleiðis verður hetta eisini í Kommunuskúlagarðinum. 27.juli verður fýrverkarí av eystara mola á miðnátt. Er familjan áhugað í akvariufiskum, ber til at fara til framsýning hjá Føroya Akvariufelag, har akvariufiskar, terrariudjór og fiskibrunnar verða sýnd fram. Ólavsøka er barnakær, og næstan ómøguligt er hjá børnum at keða seg komandi dagarnar. 

- Bjørk Olsen



Tónleikurin á ólavsøku


Eingin ólavsøka uttan eina rúgvu av tónleiki. Skráin fyri tónleikatiltøkini er í ár sera fjølroytt og yvirhøvir sera áhugaverd


Nógvur tónleikur verður at hoyra hesa ólavsøkuna. Umframt tey vællýstu tiltøkini so sum ólavsøkukonsertin, Undirbeat og konsertirnar á Reinsaríðinum og á Tórspalli, eru eisini nógvar aðrar konsertir til tey, ið hava hug at leggja oyra til góðar tónar.

Í Vesturkirkjuni verður ókeypis konsert við norska kórinum Fjelljom og føroyska kórinum Skýrák. Henda konsertin verður sunnudagin 27. juli. Ólavsøkuaftan verður fyrsta sýning av tónleikasjónleikinum Ævintýraferðin í Kommunuskúlanum. Somuleiðis verður sama dag ein stutt konsert og felagssangur við Fjelljom og Hans Iversen í Tilhaldinum.

Um hetta ikki er nóg mikið, so verður forvitnislig konsert í tjaldinum í Kommunuskúlagarðinum við ongum minni enn nýggja føroyska gentubólkinum, Faroe Five. Hetta tiltakið byrjar klokkan 20.00.

Ólavsøkudag 29. juli framførir ólavsøkukórið aftaná gudstænastuna, og seinni er konsert við Havnar Hornorkestur í Tinghúsgarðinum.

Felagssangurin á Vaglinum verður sum vant á miðnátt ólavsøkudag.

Mikudagin og hósdagin 29. – og 30. juli verða leikbrot, tónleikur, dansur og annað á Tjóðpalli Føroya á Meiarínum. 

- Rógvi Nybo



Úrvalsskrá á Reinsarínum á ólavsøku


Tónleikastøðið verður av álvara sett í hásæti, tá skipað verður fyri konsertum í Reinsarínum um ólavsøkuna. Hetta er fyrstu ferð, at konsertir vera í Reinsarínum á ólavsøku


Í ár verður aftur gingið nýggjar leiðir á ólavsøku. Hesuferð verða konsertir í Reinsarínum, sum býráðið hevur keypt og umvælt. Á skránni í Reinsarínum eru forvitnislig nøvn, so sum Páll Finnur Páll, Bet You Are William, Hanus G. Johansen og Budam. Hesir eru allir millum fremstu tónleikarar í landinum, og verður talan um eina sera fjølbroytta tónleikauppliving. Dygdini í hesum bólkunum er eingin ivi um.

Tað, sum kanska er serliga áhugavert við hesum konsertunum er, at Páll Finnur Páll ikki hava verið á palli í rættiliga langa tíð, og tískil verður hetta ein frálíkur møguleiki hjá teimum, ið vilja enduruppliva teir, ella bara vilja uppliva teir.

Bet You Are Willam er millum nýggju nøvnini á tónleikapallinum, og verður eisini á pallinum í Reinsarínum. Hann spældi á G! Mini, kemur at spæla nú, og er umbiðin bæði til Summarfestivalin og Fjarðafestivalin. Hetta er bert vitni um dygdina í hansara tónleiki. Afturat honum kemur Budam, ið eisini spældi á G! Mini, og har átti hann eina av teimum bestu framførslunum yvirhøvir.

At enda verður eisini Hanus G. Johansen, sum fyri kortum endurútgav “Gaman & Álvara” við sangum eftir Poul F. á fløgu. Talan er sostatt um eina úrvalsskrá fyri Reinsaríið í ár, har dygdin á tónleikinum og í undirhaldinum hevur verið sett í hásæti.

- Rógvi Nybo



Mentanin í hásæti á ólavsøku


Á ólavsøku verður listin altíð sett í hásæti, og hesa ólavsøkuna verður einki øðrvísi. Eisini í ár verða nógvar áhugaverdar listaframsýningar at fara til


Tjóðarhøgtíð føroyinga er ein tíð, har nýggjari og eldri føroysk mentan og gamlir siðir verða dyrkaði. Listin er ein týðandi partur av okkara mentan, og tí er listin eisini ein týðandi partur av ólavsøkuni. Aftur í ár verða nógvar áhugaverdar listaframsýningar av ymiskum slag, og tey, ið veruliga vilja dyrka listina, hava møguleika fyri at fáa sín tørv nøktaðan og væl meira.

Í Müllers pakkhúsi verður árliga málningaframsýningin við kafé, ið Lions Club skipar fyri. Á Føroya Fornminnissavni verður ein sera áhugaverd framsýning við føroyska búnanum við heitinum >>Frá gerandisklæðum til føroyska búnan<<.

Listasavnið skipar aftur í ár fyri árligu ólavsøkuframsýningini, og Smiðjan í Lítluvík hevur framsýning við eldri Havnarmyndum. Í kjallaranum á Tilhaldinum verður listaframsýning við Hergerð Joensen, og í Art Galleri Listaglugganum verður framsýning við hópin av fremstu listamonnum føroyinga. Harafturat hevur Føroya Sjósavn eisini opið um ólavsøkuna, og tá fáa tey, ið ikki hava verið har áður, møguleikan fyri at vitja savnið.

Í Miðlahúsinum verður, fyri triðja árið á rað, opið hús. Fríggjadagin og leygardagin verður opið frá klokkan 15 til 20 við framsýning skemtiligu tekningunum hjá Óla P í farna árinum og góðum tónleiki frá Yggdragsil, Kára Sverrison og SIC. Sunnudagin er eisini opið frá 15 til 20, og tá verður forkunnug frumframsýning við filminum >>Føroyskar søgur<<.

Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag verða eisini góðir tónar at hoyra, tá Stanley Samuelsen, Spælimennirnir, Lena Andersen og Hanus G. Johansen spæla. 

- Rógvi Nybo



Ítrótturin á ólavsøku


Sum vant fara føroyingar aftur at kappast um at gerast bestir í ymisku ítróttagreinunum á ólavsøku


Í meira enn eina øld hava føroyingar havt til fastan tátt at kappast á ólavsøku í ymiskum ítróttagreinum á ólavsøku. Kappróðurin hevur sínar røtur í einahandilstíðini, tá nógvir bátar róðu til Havnar at gera ørindi og halda ólavsøku. Hesin kappingarandin liggur í føroyingunum, har menn og bygdir kappast um at gerast fremsti kappi føroyinga. Og tað verður einki øðrvísi hesa ólavsøkuna. Ítróttarskáin á ólavsøku í ár hevur nógv gott at bjóða.

Sunnudagin 27. juli skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri súkklukappingm har øll eru vælkomin at luttaka. Sama dag skipar Bragdið fyri ólavsøkurenning frá 18 til 20, og klokkan 19 byrjar fótbóltsdystur millum dreymaliðini hjá arvafíggindunum B36 og HB í Gundadali.

Ólavsøkuaftan 28. juli verður kappróðurin, og tá kappróðurin er liðugur, verður fótbóltsdystur millum HB og KÍ á ovara vølli.

Ólavsøkudag skipar Føroya Ríðingarfelag fyri kappríðing við Oyggjarvegin klokkan 14, og frá klokkan 16 verður møguleiki at royna at síga úti á Skansanum. Hetta er fyrstu ferð, at hetta verður roynt. 

- Rógvi Nybo



Fólkafundir á ólavsøku


Aftur í ár verður skipað fyri fólkafundum á ólavsøku. Hesir fundir eru eftirhondini vornir siðvenja, og plaga nógv fólk at vitja hesi áhugaverdu tiltøkini.

Ólavsøkuaftan 28. juli klokkan 17.30 verður fólkafundurin á Háskulanum við røðum og øðrum. Aftaná fólkafundin verður farið upp á gólv.

Ólavsøkudag 29. juli klokkan 19.00 skipar Unga Tjóðveldið fyri árliga fólkafundinum á Doktaragrund. Fleiri røður, nógv skemt og góður tónleikur verða á skránni.

- Rógvi Nybo



Dans på brygga í Vágsbotni


Leygardagin 26. Juli verða nógv tiltøk á skránni. Millum annað skipar Bátafelagið fyri Dans på brygga niðri í Vágsbotni, har tað verður góður og livandi tónleikur, møguleiki at keypa sær ein betri bita og eitthvørt drekkandi afturvið.

Vanligt hevur verið at Dans på brygga er vikuskiftið undan ólavsøku. Og tað verður tað fyri sovítt eisini í ár, men í ár liggur ólavsøkan soleiðs, at Dans på brygga gerst partur av ólavsøkuni.

Dans på brygga plagar at vera eitt væl vitjað tiltak, og verður tað helst eisini tað í ár.

- Rógvi Nybo