Bæði ÍF og B68 trakkaðu í størri og minni mun við síðurnar av síðsta vikuskiftið. Í báðum førum gjørdu liðini tað í móti einum spildurnýggjum liði í deildini.
Hjá B68 var tað heilt galið, tí toftamenn kunnu upp á ongan máta góðtaka eitt tap í móti einum uppflytara – og als ikki góðtaka mátan, liðið tapti upp á í móti FC Suðuroy.
Bill McLeod Jacobsen og hansara menn eru eisini fullgreiðir um, at einasti mátin at reisa seg, er við at vinna á ÍF og spæla seg víðari í steypakappingini.
Til at greiða henda setning hava toftamenn optimalar fortreytir. Undan seinasta dysti lógu bæði Keita og Pól Jóhannus Justinussen sjúkir, men hesa vikuna hava allir mans vant við fullari ferð.
Hjá fuglfirðingum var úrslitið seinasta umfar heldur ikki nøktandi. Á heimavølli spældi ÍF seg fram til javnleik og eitt stig móti uppflytarunum B71. Aftrat hesum noyddist Høgni Zachariassen skaddur av vøllinum. Ein vøddaskaði heldur honum frá at spæla bólt næstu tvær til tríggjar vikurnar.
So er tað Frank Poulsen, sum ikki hevur spælt nakað serligt í ár. Hann hevur havt trupulleikar við einum brotnum fóti, men er byrjaður at venja spakuliga aftur. Kortini verður hann ikki við sunnudagin.
Sunnudagin eru tað eisini smáar tvær vikur síðani, at liðini bæði spældu móti hvør øðrum seinast. Tá var talan um landskappingardyst, B68 hevði heimavøll og gjørdist sigursharri.
Nú spæla liðini fjórðingsfinalu í kappingini um Løgmanssteypið. Hesin dystur verður spældur í Fuglafirði, har ÍF hvørki hevur tapt ella vunnið í ár.