HETTA má sigast at vera eitt gott tiltak. Nevniliga hetta at spurningurin um ríkisfelagsskap, fullveldi, sjálvstýri ol. eisini verður viðgjørdur í einum so stórum donskum forum sum sendingin Orientering í Danmarks Radio er tað.
VIT hava sum blað lagt stóra dent á at fáa eitt opið, breitt og sakligt orðaskifti um júst hesar somu spurningar um enn sæð við føroyskum eygum. Tað er tí sera kærkomið, at danskir fjølmiðlar eisini taka málið upp, tí tað kann bert gera orðaskiftið í Føroyum enn meira breitt og dekkandi. So ein slík sending í DR er avgjørt eitt gott og gevandi íkast til orðaskiftið í Føroyum um umleið somu spurningar, um enn við øvugtum forteknum. Sjálandi eigur tað eisini at hava okkara áhuga, hvussu danir meta um hesar spurningar, og er tað eisini áhugavert og týdningarmikið at hoyra, hvat okkara grønlendsku frændir ætla og hava at siga.
TAÐ skal vera vón okkara, at Útvarp Føroya tekur stig til at hava eina samsending við DR. Hetta skuldi eisini verið lagamanni ein leygardag millum klokkan 13 og 15. Tí vilja vit heita á leiðsluna í Útvarpi Føroya um at senda beinleiðis frá DR. Tað kundi so eisini verið eitt hugskot, at útvarpið í forlongilsi av slíkari sending tók ein føroyskan fimmara, har fólk kundu ringt til útvarpið og sagt sína hugsan um okkurt frá sendingini í danska útvarpinum. Kann vera at tað er nógv at skula taka tríggjar tímar av skránni, men eftir okkkara hugsan eigur so mikið at vera til av fleksibiliteti eisini í eini útvarpsskrá, at slíkt mál fekk innivist.
SOSIALURIN ætlar sær í hvussu er at halda fram við at umrøða hesi málini, og fara vit eisini at bæði undan og eftir sendingina í DR at viðgera somu spurningar. Lat okkum í hesum sambandi endurtaka, at blaðleiðslan fegin sær, at orðaskiftið um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar og annars framtíð Føroya verða viðgjørd her. Allar áskoðanir eiga at sleppa framat, og so verður eisini í framtíðini.