eitt rakstraravlop á 27,5 mió. kr. Úrslitið eftir rentur og avdráttir verður 21 mió. kr. - Barnafrádrátturin hækkar úr 7.500,- til 8.000,- kr. og ansingargjøldini lækka soleiðis, at tey í 2018 verða 1.600 [...] í Leirvík og Norðragøtu. Tilsamans verða 40 nýggj grundstykkir. 18 í Leirvík og 22 í Norðragøtu. Umframt útstykkingar er ætlanin at keypa lendi til enn fleiri útstykkingar bæði í Leirvík og Norðragøtu [...] búpláss í komandi ári, og samstundis kanna og lýsa møguleikarnar fyri at byggja eitt nýtt heim til borgarar, við sjúkuni demens. Arbeiðið at gera nýggja tilbúgvingarstøð er boðið út, og tilboðini skulu vera
Niklas og Teitur og vinmaður teirra Martin lótu lív í eldsbruna tann 7. mars 2006. Kristina er útbúgvin sjónleikari og síðan vanlukkuna hevur hon nomið sær útbúgving á masterstigi innan teatur- og drama [...] seta orð og kenslur á tað. Júst við síni útbúgving hevur Kristina møguleika at miðla júst hendan?trupulleikan, við at geva kenslunum orð og form.?Sum leikstjóri og høvundur er tað hon, ið talar og veit, hvat [...] sum eitt litband av øllum menniskjansligum kenslum, og lýsir klárt og beinraki eina støðu, sum flest øll, ið hava mist kenna seg aftur í, eins og tey, ið kenna seg hjálparleysan í slíkum støðum, kunnu
Poul Andreas Jacobsen (1782-1862), og Helena f. Fagerholm (1770-1861), sum var svensk. Foreldrini hjá Poul Andreas vóru bøkjarin Jacob Hansen (1755-1819), úr Havn og Elsebeth Poulsdatter (1759-1854) úr [...] var sonur Marionnu Hammershaimb, og hann var tiltikin fyri styrki. Poul Andreas fór ungur til Keypmannahavnar, har hann arbeiddi sum skómakari. Hann var vitugur maður, og heim teirra var ein miðstøð fyri [...] aftur til. Jørgen Frants Jacobsen var føddur 27/6-1819, og hann var tvær ferðir giftur. Fyrru ferð í 1846 við Carolinu Amaliu Bjerring, fødd 15/7-1827. Hon var dóttir ein handilsmann í København, meðan
hav lummalykt við. Steðga á og sløkk. Gev tær far um tað, tú hóast alt sær og hoyrir. 2: Ger mat saman við familju ella vinum. Nýt lokalar og burðardyggar rávørur. Royn og ger eina máltíð, har onki fer [...] fólk, sum ganga aftur. Eitt nú fara vit at hoyra um bláu konuna og frøken Kjærgaard í sethúsinum. Frásøgufólk á túrinum eru: Terji Beder og Brandar Heðinsson Løtan, tá ljósið verður sløkt, er somuleiðis [...] eitt gott høvi at hugsa um, hvat vit saman kunnu gera fyri at verja og varðveita náttúruna, vit liva í og av. Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga á heimasíðuni earthhour.org , at fyrsta mál hjá rørsluni
Føroyar og Kasakstan fara at spæla landsdystir í Føroyum flaggdagin 25. apríl, sum er fríggjadag, og sunnudagin 27. apríl. ? Vit hava akkurát fingið tilboðið. Venjararnir og leiðslan í FSF og landsliðsnevndin [...] teir sjálvir rinda ferðina til og úr Føroyum, og at føroyingarnir rinda fyri uppihaldið hjá teimum her. Tað er upp á tal, at teir skulu koma henda vegin hósdagin 24. apríl, og at teir fara av aftur landinum [...] landinum liggur ímóti Russlandi og suður ímóti Kaspiska havinum. Landið fer um markið millum Europa og Asia. Millum grannatjóðirnar eru Turkmenistan, UsbekistanKirgisia, Kina og Mongolia. Ikki kann sigast annað
Sum heild var eftirspurningurin í Føroyum eftir mati og alkoholfríum drykkivørum, klædnavørum og fótbúnaði, og húsbúnaði og húsarhaldsútgerð, gott og væl 10 prosent hægri í fjør enn hann var í 2019, sigur [...] vørunum í hesum bólkinum, bara 0,7 prosent, sum heild og tað merkir, at tað er sjálv nýtslan, sum er økt. Hagstovan sigur, tað er sama søgan í vørubólkinum, sum eitur húsbúnaður og húsarhaldsútgerð, tí eisini [...] prísirnir hava verið at kalla óbroyttir, og tað merkir, at tað er sjálv nýtslan, sum er økt. Men serliga stórur er vøksturin í bólkinum, sum eitur klædnavørur og fótbúnað, tí har var sølan heili 20 prosent
skipaðan og burðardyggan hátt. Fimm-ára ætlanirnar, sum Bakkafrost hevur arbeitt eftir síðani 2013, hava verið ein hornasteinur í hesum arbeiði. Tær hava skapt gjøgnumskygni fyri bæði samfelag og partaeigarar [...] størri virðir verða skapt bæði til felagið og til samfelagið rundan um okkum. Vit, sum hava ábyrgd av felagnum, mugu gera okkara ítarsta fyri at hava eina so munagóða og burðardygga framleiðslu sum gjørligt [...] um, sosialum og umhvørvisligum økjum. Fíggjarliga úrslitið fyri 2025 Árið 2025 var merkt av stórum sveiggjum í marknaðinum. Altjóða laksaútboðið vaks meira enn væntað, serliga í Norra og Kili, sum hevði
VÍF vóru: Ingibjørg Olsen 8, Liljan Müller 6 og Kathe Frederiksen og Agnas Olsen 3. Toppskúttar hjá Neistanum vóru: Marjun F. Danberg 8, Stina Madsen 6 og Brynja Høj 4. Inni á Skála vann Kyndil 30-21 á [...] Toppskjúttar hjá StÍF vóru: Haruka Gima 8, Yuika Koromoto 4 og Paula Berg 3. Toppskjúttar hjá Kyndli vóru: Súna K. Hansen 7, Bára K. Hansen 5 og Ásleyg Súnadóttir 4. Ígjár vann H71 31-29 (15-14) á VB í [...] stóran part av seinna hálvleiki. Tá Marjun fekk reytt kort hevði hon skotið átta mál fyri Neistan, og tað var týðiligur saknur. Stina Madsen brendi eisini avgerandi brotskøst, ið Viviann Petersen í VÍF-málinum
heimavølli og á útivølli í bólki 8. Bert trý lið manna bólk 8, Danmark, Kosovo og Póland. Póland hevur tapt heiðurliga 22-26 og 31-39 fyri sterka danska liðnum, meðan Kosovo hevur tapt heili 19-40 og 17-44 [...] nummar eitt og tvey í teimum átta EM-undankappingarbólkunum: ##med2## Kelda: Soccerstand (ið hevur hagtøl frá nógvum ymiskum ítrótti) Føroyar spæla móti Svøríki á heimavølli 3. apríl og móti Íslandi 7. apríl [...] einum fimmmálssigri omanfyri 28-23. Ísland vann 28-23 á Føroyum í høllini á Hálsi, og hevur tí tann fyrimunin undan dystinum 7. apríl. Men fáa okkara kvinnur eitt ella tvey stig móti Íslandi er ógvuliga sannlíkt
prosentstig aftur og misti 2 tingfólk og fór úr 8 tingfólkum niður í 6. Men á seinasta valið í 2019 hevði Fólkaflokkurin stóra framgongd og gekk 5,6 prosentstig fram og fór úr 6 upp í 8 tingfólk og gjørdist størsti [...] síðani 2007 og leitt Fólkaflokkin gjøgnum fýra løgtingsval. Tað fyrsta valið var í 2008, tá flokkurin hevði eina lítla afturgongd. Í 2011 gekk flokkurin 2,4 prosentstig fram og fór úr 7 upp í 8 tingfólk [...] landsstýrismaður settur, og sum skilst, so verður tað í dag, at Jørgen Niclasen boðar frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum. Jørgen Niclasen er 53 ára gamal og ein av okkara royndastu