Gamli Jørgen Frants gjørdist nærum 100 ár

Fyri tveimum vikum síðani høvdu vit eina frásøgn um grøvina hjá rithøvundanum Jørgen Frants Jacob­sen og pápa hansara Meinhardt. Hesaferð verður frásøgnin um grøvina hjá abba Jørgen Frants við sama navni og seinnu konu hansara Johanna Raffenberg. Tey eru jarðað beint aftanfyri grøvina hjá Jørgen Frants og Meinhardt

Foreldrini hjá gamla Jørgen Frants vóru Poul Andreas Jacobsen (1782-1862), og Helena f. Fagerholm (1770-1861), sum var svensk. For­eldrini hjá Poul Andreas vóru bøkjarin Jacob Hansen (1755-1819), úr Havn og Elsebeth Poulsdatter (1759-1854) úr Kaldbak. Jacob bøkjari var sonur Marionnu Hammershaimb, og hann var tiltikin fyri styrki.

Poul Andreas fór ungur til Keypmannahavnar, har hann arbeiddi sum skómak­ari. Hann var vitugur mað­ur, og heim teirra var ein miðstøð fyri føroyingar niðri. Poul Andreas fluttu sum gamal aftur til Føroyar. Hann gjørdist verfaðir gamla Martin Christian Restorff, hvørs grøv hevur eina áhugaverda søgu, sum vit fara at venda aftur til.

Jørgen Frants Jacobsen var føddur 27/6-1819, og hann var tvær ferðir giftur. Fyrru ferð í 1846 við Caro­linu Amaliu Bjerring, fødd 15/7-1827. Hon var dóttir ein handilsmann í Køben­havn, meðan móður hennara Sophie Hadsten, var dóttur ein múgvandi ullahandlara úr Jyllandi. Hon var bert 19 ára gomul, tá ið hon giftist við Jørgen Frants og var bert 27 ára gomul, tá ið hon doyði av tuberklum í nov­ember 1854. Hon var lang­omma William Heinesen.

Aðru ferð giftist Jørgen Frants í 1856 við hálvsystir fyrru konuna, Johanna Eli­sabeth Katarina Raffen­berg, fødd 22/2-1832 í Svøríki.

Jørgen Frants Jacobsen yvirtók skómakaravirkið eft­­ir faðirin Poul Andreas Jacobsen í Østergade, tá ið hesin flutti heim til Føroyar at búgva. Tey fyrstu árini gekk hetta virkið væl. Tað var nógv at gera og fleiri fólk høvdu sítt starv har. Men við tíðini, tá ið virkið mátti flyta frá hesi meiri ”fínu” gøtuni til eina aðra síðugøtu, kom ikki at gan­ga so væl.

Jørgen Frants misti tá eisini áhugan fyri at reka skómakaravirki. Hugur han­sara gjørdist størri fyri sjónleikaralívinum í Keyp­mannahavn. Tá tað soleiðis byrjaði at ganga niður á bakka við virkinum hjá Jørg­en Frants, skrivaði svág­­ur hansara Martin Christian Restorff honum bræv og biður hann koma til Føroyar at búgva. Nú einahandilin var avtikin í 1856, hevði hann brúk fyri einum dugnaligum skó­makara, tí ongin var framm­anundan. Jørgen Frants seg­ði so øllum farvæl og flutti í 1877 til Føroyar saman við konuni og børn­unum. Komin til Før­oya búðu tey fyrstu tíðina í húsunum hjá Júst Jacobsen, men tá hesi gjørdust ovlítil, fluttu tey í ”Nýggjustovu”, har Eirikur Lindenskov sam­an við fam­iljuni býr í dag. Hetta er annars barn­dómsheimið hjá V. U. Hammrshaimb og eisini hjá Beintu, sum gjørdist høv­uðspersónur í bókini Bar­bara hjá yngra Jørgen Frants.

Í endurminningum sínum sigur Jóannes bóndi Paturs­son frá í samband við skúla­tíð sína í Havn, at faðir hansara Pætur bóndi gjørdi avtalu við skómakaran Jørg­en Frants Jacobsen um, at teir beiggjarnir Jóannes, Petur, Siggert og Sverri skuldu koma í heim hansara tvey kvøld um vikuna til nátturða. Har skuldu teir sita høviskliga til borðs og annars læra høviskar siðir hjá Jacobsens fólkunum, sum um hetta mundi búðu í Nýggjustovu.

Seinni bygdi Jørgen Fran­ts sær stór og stásilig hús úti á Skálatrøð, sum svág­urin M. C. Restorff átti. Hesi húsini eru í dag Gríms Kambansgøta 17, og her býr langabbadóttirin Sús­anna Danielsen, sum er stjóri í løgtinginum.

Seinna kona Jørgen Fran­ts, Johanna Elisabeth Kata­rina Raffenberg, doyði tann 7/9-1904, og varð jarðað frá Havnar kirkju tann 10/9-1904, meðan Jørgen Frants livdi mong ár eftir hetta.

 

William Heinesen skrivar um Honnu:

Hanne var en dame af et vist lune. Fotografierne vis­er et ansigt præget af en vis kløgtighed og humor. Af hen­des fem børn er det utvilv­­­somt sønnen Mein­hardt, der ligner hende mest.

Síni seinastu ár búði Jørgen Frants hjá dótturini Helenu Bech beint yvir av gamla kirkjugarðinum. Hann fekk tíðina at ganga við at lesa, roykja og at vitja fólk, eins og hann kom nógv oman í handilin hjá sváginum í Vágsbotni. Jørg­en Frants Jacobsen doyði 2/5-1917, nærum 98 ára gamal.

Jørgen Frants var lang­abbi William Heinesen, sum skrivar nakað um, hvussu hann minnist lang­abban. Vit taka okkurt brot:

Skønt oldefader jo æl­­dedes i samme fohold, som jeg voksede til, erindrer jeg ham ikke som nogen på­­faldende gammel mand. Han blev heller aldrig rigtigt gammel, forsåvidt som han aldrig udviklede egenskaber af den art, der gør alderdommen trist. Hans medfødte humor var uopslidelig. Overhovedet modtog oldebarnet (William sjálvur) tidligt indtryk af, at oldefader var en festlig og ikke helt almindelig mand.

Hjemme hos os hang for­skellige små indrammede tegninger, som oldefader var mester for. Grundigt gjorte er de med blyant og raderkniv. Motiverne er for det meste Thorshavnske prospekter. (Vit hava eina av hansara tekningum við í hesi grein).

Når oldefader som ”byens ældste borger” havde fød­selsdag, tilbragte han altid en stor del af dagen med at stå ude på trappen til tante Helenes højtliggende hus og ”tælle flag”, og herunder kom han ofte på ret usand­synlige tal, selvom der naturligvis var mange, der flagede til ære for ”gamle Jacobsen”.

 

Keldur:

Jóhan R Jacobsen

William Heinesen