Á býráðsfundi í gjárkvøldið bleiv fíggjarætlanin hjá Eysturkommunu samtykt, boðar Jóhan Christiansen, borgarstjóri, frá.
Fíggjarætlanin hjá Eysturkommunu fyri 2018 gevur eitt rakstraravlop á 27,5 mió. kr. Úrslitið eftir rentur og avdráttir verður 21 mió. kr.
- Barnafrádrátturin hækkar úr 7.500,- til 8.000,- kr. og ansingargjøldini lækka soleiðis, at tey í 2018 verða 1.600,- kr. fyri vøggustovupláss, 1.500,- kr. fyri barnagarðspláss og 700,- kr. fyri frítíðaransing. Avsláttarskipanin, har gjaldið verður 50% fyri 3. barn og fleiri, heldur fram óbroytt. Skattaprosentið verður óbroytt 21%, skrivar borgarstjórin.
Býráðið hevur eisini samtykt at brúka 65,6 milliónir krónur til íløgur og úrslitið verður tí eitt hall á 44,5 milliónir krónur. Til tess at fíggja hetta má kommunan taka 10 milliónir krónur í láni.
- Eysturkommuna hevur onga nettoskuld í dag, men verður hon við ársenda 2018 uml. 30% av eini álíkning, sigur Jóhan Christiansen.
- Eysturkommuna hevur seinastu árini upplivað ein stóran vøkstur, bæði í fólkatali og barnatali. Sitandi býráð hevur sett sær fyri, at vøksturin skal halda áfram í kommununi. Íløgutørvurin er eisini merktur av hesum, sigur hann. Tí fer Eysturkommuna undir at gera 40 nýggj grundstykki, til tey stívliga 150 fólkini, sum standa á bíðilista.
- Í 2018 verða útstykkingar gjørdar í Leirvík og Norðragøtu. Tilsamans verða 40 nýggj grundstykkir. 18 í Leirvík og 22 í Norðragøtu. Umframt útstykkingar er ætlanin at keypa lendi til enn fleiri útstykkingar bæði í Leirvík og Norðragøtu í 2018 og í Syðrugøtu í 2019. 14,2 mió. kr eru avsettar til útstykkingar og keyp av lendi, sigur hann.
Eysturkommuna ger eisini íløgur í barnagarðar. Brúsi í Leirvík verður útbygdur, so pláss verður fyri 16 børnum afturat, meðan ein nýggjur barnagarðu verður bygdur við Gøtugjógv.
Eysturkommuna hevur sett 6 mió. kr. av í 2018 til at útvega fleiri búpláss í komandi ári, og samstundis kanna og lýsa møguleikarnar fyri at byggja eitt nýtt heim til borgarar, við sjúkuni demens.
Arbeiðið at gera nýggja tilbúgvingarstøð er boðið út, og tilboðini skulu vera inni 5. desember í ár. Á fíggjarætlanini fyri 2018 eru 8 mió. kr. avsettar til hetta. Nýggja tilbúgvingarstøðin verður bygd á Toftanesi í Leirvík.