Sum skilst á lagnum í dag, so fer Jørgen Niclasen at leggja frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum.
Hóast vit ikki hava fingið tað váttað frá Jørgen Niclasen sjálvum, sum ikki hevur tikið telefonina seinastu dagarnar, so skilst á keldum í Fólkaflokkinum, at tað nú er greitt, at Jørgen Niclasen ikki heldur fram sum formaður.
– Tað kemur helst ein fráboðan frá honum í kvøld, siga keldur við in.fo
Tá formenninir í politisku flokkunum vóru í Breddanum hjá útvarpinum í morgun, umboðaði Jacob Vestergaard Fólkaflokkin, meðan formenn umboðaðu hinar flokkarnar.
Fólkaflokkurin skal hava landsfund í næstum, helst í mars. Fyri landsfundin skal floksleiðslufundur haldast, har formaður skal veljast. Greitt er ikki, um Jørgen Niclasen gevst sum formaður við ikki at stilla upp til formansvalið, ella um hann leggur frá sær alt fyri eitt.
Men sum skilst kemur ein fráboðan frá Jørgen Niclasen seinni í dag ella í kvøld.
Jørgen Niclasen hevur verið formaður í Fólkaflokkinum síðani 2007 og leitt Fólkaflokkin gjøgnum fýra løgtingsval. Tað fyrsta valið var í 2008, tá flokkurin hevði eina lítla afturgongd. Í 2011 gekk flokkurin 2,4 prosentstig fram og fór úr 7 upp í 8 tingfólk. Í 2015 gekk verri, flokkurin gekk 3,6 prosentstig aftur og misti 2 tingfólk og fór úr 8 tingfólkum niður í 6. Men á seinasta valið í 2019 hevði Fólkaflokkurin stóra framgongd og gekk 5,6 prosentstig fram og fór úr 6 upp í 8 tingfólk og gjørdist størsti flokkur.
Men hóast Fólkaflokkurin gjørdist størsti flokkur, so varð tað ikki litið Jørgen Niclasen í hendi at skipa samgongu. Ta uppgávuna fekk Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins.
Fyri tveimum vikum síðani varð Jørgen Niclasen tikin fyri rúsdrekkakoyring í Vági. Tá løgmaður – spurdur av fjølmiðlum – frætti hetta seks dagar seinni, gekk bara ein lítil løta, til Jørgen Niclasen ikki var landsstýrismaður meira.
Viku seinni varð nýggjur landsstýrismaður settur, og sum skilst, so verður tað í dag, at Jørgen Niclasen boðar frá, at hann leggur frá sær sum formaður í Fólkaflokkinum.
Jørgen Niclasen er 53 ára gamal og ein av okkara royndastu politikarum. Hann hevur verið valdur á ting átta ferðir síðani 1994. Hann var eisini á tingi sum varamaður fyri Svend Aage Ellefsen, ið var landsstýrismaður frá 1991-1993.