At korona hevur gingið í Føroyum, hevur ikki tikið hugin at keypa frá fólki. Tvørtur ímóti staðfestir Hagstovan, at føroyingar hava rættiliga verið í spanderubuksunum í fjør.
Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at frá apríl til í desember í fjør, var nýtslan hjá húsarhaldunum kring landið, munandi størri enn hon var í sama tíðarskeiði í 2019.
Hagstovan sigur, at verður hugt eftir vørubólkunum, sum eita matvørur og alkoholfríar drykkjuvørur, var sølan nógvar ferðir størri í fjør enn vanligt. Í fjør var nýtslan nevniliga heili 14 prosent størri enn hon var í 2019.
Hetta seinasta árið, frá oktober í 2019 til oktober í fjør, hækkaðu prísirnir á vørunum í hesum bólkinum, bara 0,7 prosent, sum heild og tað merkir, at tað er sjálv nýtslan, sum er økt.
Hagstovan sigur, tað er sama søgan í vørubólkinum, sum eitur húsbúnaður og húsarhaldsútgerð, tí eisini har hevur nýtslan verið væl yvir 10 prosent størri í fjør enn hon var í 2019, men prísirnir hava verið at kalla óbroyttir, og tað merkir, at tað er sjálv nýtslan, sum er økt.
Men serliga stórur er vøksturin í bólkinum, sum eitur klædnavørur og fótbúnað, tí har var sølan heili 20 prosent hægri í fjórða ársfjórðingi í fjør, enn hon var í fjórða ársfjórðingi í 2019.
Hagstovan vil ikki siga, at orsøkin er, at føroyingar keyptu sær meira jólastás til jólar enn teir gjørdu til jólar í 2019. Men tað skal havast í huga, at ein avleiðing av koronu hevur verið, at fólk eru ikki sloppin uttanlands at ferðast og sostatt hava fólk heldur ikki kunnað keypt klæðir, ella annað, uttanlands.
– Hetta er ivaleyst ein orsøk til, at sølan í Føroyum er so nógv hægri í fjør enn hon var í 2019.
– Sum heild var eftirspurningurin í Føroyum eftir mati og alkoholfríum drykkivørum, klædnavørum og fótbúnaði, og húsbúnaði og húsarhaldsútgerð, gott og væl 10 prosent hægri í fjør enn hann var í 2019, sigur hagstovan.
Frá 2010 til 2019, se sølan annars hækkað 3 prosent um, og sostatt var vøksturin í fjør meiri enn tríggjar ferðir so stórur sum vanligt, sigur Hagstovan.