FM1: VÍF-Neistin (SMS) 27-25: Dystarendin og samrøður

(FM1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu minuttunum av VÍF-Neistin 27-25 (14-16), og hoyr samrøður við venjararnar, Jóhan Hofgaard og Kára Horn

##med2##

VÍF-kvinnurnar eru nú á sera týðandi fjórða plássinum, ið gevur rætt til at spæla HM-hálvfinalur komandi vár.

VÍF vann seg upp á fjórða plássið við einum rimmar 27-25 sigur á Neistanum, ið mátti verða stórskjúttan, Marjuna F. Danberg fyri uttan stóran part av seinna hálvleiki. Tá Marjun fekk reytt kort hevði hon skotið átta mál fyri Neistan, og tað var týðiligur saknur. Stina Madsen brendi eisini avgerandi brotskøst, ið Viviann Petersen í VÍF-málinum bjargaði. Í steðginum var Neistin á odda 16-14.

Toppskjúttar hjá VÍF vóru: Ingibjørg Olsen 8, Liljan Müller 6 og Kathe Frederiksen og Agnas Olsen 3.

Toppskúttar hjá Neistanum vóru: Marjun F. Danberg 8, Stina Madsen 6 og Brynja Høj 4.

Inni á Skála vann Kyndil 30-21 á StÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 14-11. StíF var annars á odda 11-10 stutt undan steðginum.

Toppskjúttar hjá StÍF vóru: Haruka Gima 8, Yuika Koromoto 4 og Paula Berg 3.

Toppskjúttar hjá Kyndli vóru: Súna K. Hansen 7, Bára K. Hansen 5 og Ásleyg Súnadóttir 4.

Ígjár vann H71 31-29 (15-14) á VB í Hoyvíkshøllini.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal, frásøgumann hjá FM siga frá seinastu minuttunum av dystinum millum VÍF og Neistan. Claus Rasmussen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við ein fegnan Jóhan Hofgaard, venjara hjá VÍF sum slær fast, at nú ætla vestmannakvinnurnar sær at halda seg í Topp-4. Tað gjørdi ikki søkina verri, at StÍF tapti fyri Kyndli í dag.

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður gjørdi við Kára Horn, venjara hjá Neistanum. Kári er sera væl nøgdur við størra partin av fyrra hálvleik, men staðfestir, at tað var ikki nøktandi sum neistakvinnur avrikaðu í seinna hálvleiki.

4) Hoyr Claus Rasmussen taka samanum eitt sterkt avrik hjá VÍF, og eitt samlað minni gott avrik hjá Neistanum. 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 KYNDIL113172239420
 H71103092595017
 NEISTIN103002455512
 VÍF10270281-1110
 STÍF11320334-149
 VB10238316-784
 STJØRNAN10238334-960

 

 

 

 

(VÍF-Neistin 27-25 (14-16) - Dystarendin, samrøður: Jóhan Hofgaard og Kári Horn, og samanumtøka: Claus Rasmussen)