FÓTBÓLTUR
Í hesum døgum tyggir Fótbóltssambandið upp á eitt tilboð um at tveir landsdystir verða spældir í Føroyum síðst í apríl komandi ár. Tað er Kasakstan, sum hevur bjóðað sær at koma higar at spæla tveir dystir. Um tilboðið gerst til veruleika, so er møguleiki fyri, at Føroyar og Kasakstan fara at spæla landsdystir í Føroyum flaggdagin 25. apríl, sum er fríggjadag, og sunnudagin 27. apríl.
? Vit hava akkurát fingið tilboðið. Venjararnir og leiðslan í FSF og landsliðsnevndin eru kunnað um tilboðið, og allir partar halda, at talan er um áhugaverdan fyrispurning. Vit fara seinni í hesi vikuni at geva fótbóltssambandinum í Kasakstan eitt positivt svar. So fáa vit at síggja, hvat úrslitið verður. Treytirnar, sum teir hava givið til kennar, at teir eru sinnaðir at koma henda vegin eftir, eru avgjørt at liva við hjá okkum, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.
Tilboðið hjá Kasakstan er, at teir sjálvir rinda ferðina til og úr Føroyum, og at føroyingarnir rinda fyri uppihaldið hjá teimum her. Tað er upp á tal, at teir skulu koma henda vegin hósdagin 24. apríl, og at teir fara av aftur landinum sunnudagin 27. apríl, ella beinanvegin eftir at seinni dysturin er spældur.
Sambandið millum FSF og Kasakstan spurdist í Manchester í síðstu viku. UEFA skipaði fyri stevnu um samskifti. Ivan Eginsson, sum seinastu ferðirnar hevur havt ábyrgdina av tíðindafundunum í sambandi við landsdystirnar í Føroyum, var á fundinum. Hann hitti umboð fyri kasanska fótbóltssambandið. Teir vístu beinanvegin áhuga at koma henda vegin. Vikuskiftið 25.?27. apríl er landsliðsvikuskifti. Tí varð tann møguleikin beinanvegin nevndur, og mánadagin kom almennur fyrispurningur til FSF frá kasanska fótbóltssambandinum.
UEFA limur
Kasakstan er ein av gomlu statunum í Sovjetsamveldinum. Víddin er rættuliga stór, tí talan er um næststørsta av gomlu Sovjet londunum. Vestasti parturin av landinum liggur ímóti Russlandi og suður ímóti Kaspiska havinum. Landið fer um markið millum Europa og Asia. Millum grannatjóðirnar eru Turkmenistan, UsbekistanKirgisia, Kina og Mongolia.
Ikki kann sigast annað, enn landið ljóðar heilt fremmand, sum FSF er komið í holtur við. Størsti parturin av landinum er í Asia, men tólv prosent av landavíddini er í Europa. Íbúgvaratalið liggur um fimtan milliónir. Helmingurin er kasahar og hin helmingurin nýtir russiska málið. Nøkur hundrað túsund av teimum eru etniskir týskarar.
Eftir at Sovjetsamveldið datt sundur, fekk Kasakstan fullveldi í 1992. Í fótbóltshøpi høvdu teir eitt lið í bestu sovjetisku deildini. Í 1994 fingu teir limaskap í FIFA og í AFS (Asiatian Football Confederation). Í 2001 tóku teir seg burturúr AFS. Teir søku í staðin um limaskap í UEFA, og í apríl í ár fingu teir europeiskan limaskap, tá ið UEFA hevði fund í Stokhólmi.
Ríkt land á Europa ferð
Kasakstan er ikki serliga kent land á okkara leiðum, men talan er um eitt land, sum er rættuliga væl fyri. Orsøkin er oljan, sum tey seinastu árini hevur givið landinum ógvuliga stórar inntøkur.
Forsetin í fótbóltssambandinum eitur Rakhat Aliev. Hann er versonur til forsetan, sum hevur sitið øll árini, síðani landið fekk fullveldi. Hesin eitur Nursultan Nasarbaev, og hann sigst vera ein tann ríkasti maðurin í øllum Asia. Forsetin í fótbóltssambandinum starvast dagliga sum sendimaður hjá Kasakstan í Eysturríki.
Teir settu nýggjan landsliðsvenjara fyri kortum. Hann eitur Leonid Pahamov. Hann er ein av royndastu fótbóltsmonnunum í Russlandi. Hann hevur í mong ár verið venjari hjá russiskum unglinga landsliðum.
Síðani fullveldistøkuna í 1994 hevur Kasakstan spælt 50 landsdystir. Størsti sigurin hjá teimum var í undankappingini til HM í 1998. Tá vunnu teir ikki minni enn 7?0 á útivølli ímóti Pakistan. Størsta tapið var í somu kapping. Tá taptu teir á útivølli 4?0 ímóti Sameindu Emirríkjunum.
Higartil hevur Kasakstan bara spælt tríggjar ferðir ímóti UEFA limalondum. 14. november í 2001 megnaðu teir málleysan javnleik í Tallinn í Estlandi. 17. apríl í ár taptu teir 2?1 í Riga í Letlandi, og 7. juli í ár var aftur javnleikur ímóti Estlandi. Hesin dysturin var á heimavøllinum í Almaty.
Flestu spælararnir á landsliðnum eru dagliga í heimligu kappingini. Einir fimm ella seks spæla í bestu og næstbestu russisku deildunum. Í summar spældu feløg úr Kasakstan fyrstu ferð við í Europa Cup. Einki av teimum trimum feløgunum megnaði at spæla seg víðari í næsta umfarið.
? Tá ið talan er um vinardystir, verður ofta lagt upp til, at liðið, sum vitjar, skal fáa vitjan aftur. Í hesum førinum er einki sovorðið inni í myndini. Kasakstan er áhugað í at koma henda vegin, og teir tosa einki um, at vit skulu vitja teir aftur, sigur Ísak Mikladal.
Í føroyska fótbólts álmanakkanum er eitt punkt á dagsskránni sunnudagin 27. apríl. Tá er dysturin ásettur at vera í Íslandi millum HB og íslendska meistaraliðið.
? Enn er alt so nýtt, at vit ikki hava havt stundir at gera nakað við tann spurningin. Men verður møguleikin um vitjan úr Kasakstan veruleiki, so ivist eg onga løtu í, at vit eisini fara at loysa spurningin, hvussu tað verður við HB og landsliðnum, sigur Ísak Mikladal.








