blaðfólki bæði í norðara og syðra partinum av oynni. Eisini er redaktión í Norðoyggjum við skrivstovu í Klaksvík. Har starvast í løtuni tvey fólk. Nú letur so triðja deildin upp í Eysturoynni. Umframt hø [...] deild í Eysturoynni. Blaðið letur við hesum upp sína triðju redaktión uttan fyri Havnina. Frammanundan hevur Sosialurin deildir í Suðuroy og í Norðoyggjum. Blaðdeildin í Eysturoynni heldur til í hølunum [...] Nýggja redaktiónin í Eysturoynni er ein liður í strategiini hjá Sosialinum at kunna vera til staðar í nærumhvørvinum og at kunna gerast meira sjónligur kring alt landið. Hetta er eisini í tráð við tíðarinnar
spennandi oddadyst í KÍ-høllini, og hann vóru vit ikki snýtt fyri, og longu undir upphitingini legði ein merki til, at tað var nakað serligt í luftini, og at bæði liðini fóru at leggja alla orku í at vinna dystin [...] umboðsmaður Fram - Vit eru keddir av, at eingin dómari frá okkum møtti í Klaksvík, og er hetta nakað sum vit taka til viðgerðar innanhýsis í komandi viku. Men hetta undirstrikar enn einaferð, at dómaratrupulleikin [...] liðini partvíst fylgdust. ÍF kom ongantíð rættuliga við í leikin, og góða verjuspælið, sum ÍF fyrr hevur verið kent fyri, kom ongantíð rættuliga fram. Í hesum settinum vann Mjølnir nógv miðjuálop við Trúgva
útróðrarmonnunum í Leirvík frá, umframt at teir hava fingið avtalu við Fiskamarknaðin á Toftum og í Klaksvík um at taka í móti silum frá teimum, sum koma við teimum, sigur virkisleiðarin á Tavuni í Leirvík. Men [...] saman eru tey so farin undir hesa royndina. Tá silini eru komin inn á virkið í Leirvík, verða tey fryst í blokk og síðan send í bingjum til Asia, sigur Jan Klein. Hann sigur, at teir kenna hvørki tørv ella [...] Tavuni í Leirvík heita tey á allar útróðrarmenn um at taka silini úr fiskinum og selja teimum tey. Tey geva sjey krónur fyri kilog og senda silini á asiatiska marknaðin, har tey verða brúkt til bót í fiskasúpan
in hjá Tutl byrjaði sítt virksemi miðskeiðis í hálvfemsunum í einum leigaðum hølum í SMS. Men eftir at handilin hevði verið har eitt ár og fyrsta skeiðið í leigusáttmálanum var av, var SMS ikki sinnað [...] at fara inn í ein fløguhandil og biðja handilin um at fáa eina ávísa fløgu til vega. Og tað hevur nú eydnast okkum at gjørt eina avtalu við H.C.W. Tórgarð í Havn og Leikalund í Klaksvík sum tryggjar hetta [...] smala? tónleikin fram í ljósið. Millum annað stendur í endamálsorðingini fyri fløguhandilin, at altjóða popptónleikur ikki má fylla meira enn helvtina av framsýningarplássinum í handilinum, at tónleikaúrvalið
til Prix Føroyar í fjør var ein uppliving, ið gjørdi hann bilsnan. Norðurlandahúsið hevur sett okkurt í gongd í honum og á ferðini í Føroyum nú, hevur hann hitt ymisk fólk innan tónleik í Føroyum. Og ivaleyst [...] óvanligt í tónleikaídnaðinum í dag, at bólkar verða skaptir, framaldir, og at fyrst verður spurt, hvussu persónarnir síggja út. Stjørnugóðs Tær báðar í Creamy finna sjálvar løg og hava áður sungið í kórinum [...] fløgur og í Føroyum sóu og hoyrdu eini 4000 fólk genturnar. Jens Ove er væl nøgdur við konsertirnar í Føroyum og var eisini bilsin av upphitingini, ið Kular Røtur úr Klaksvík tóku sær av. Í heyst kemur
kórsins byrjaði norðuri í Christianskirkjuni í Klaksvík, og helt síðani áfram í Vesturkirkjuni í Havn, og hesa ferð var so Fríðrikskirkjan vertur fyri konsertini. Einki er at ivast í at hetta er við at vera [...] føroyskan gospeltónleik sera væl. Vitjað verður bæði í Íslandi og í Danmark, har sungið verður bæði innan- og uttandura. Ætlandi verður ferðin gjørd í juni/juli í ár, so her hava øll nakað at gleða seg til. M [...] Sunnukvøldið var einki undantak í so máta, tí neyðugt var at seta eyka stólar upp, so øll kundu koma inn, og kórið kundi rættuliga seta í gongd. Nýggir sangir Allarfyrst í konsertini fingu áhoyrarnir loyvi
annars klára seg. Dystirnir teirra millum eru altíð spennandi. Um vikuskiftið hittast liðini í KÍ høllinií Klaksvík. Í báðum førum er støðan tann, at Fleyr er ósigrað undan hesum umfarinum, men spurningurin [...] fyrstu ferð høvið at síggja teir báðar í sama dysti. Fleyr kemur ósigrað til Klaksvíkar við trimum ? greiðum ? sigrum, og má tí metast vera favorittur, í fyrsta umfari í hvussu er. Fleyr hevur spælt dreymaflogbólt [...] n hevur sínar klassikarar. Í honbólti er tað tá Kyndil og VÍF hittast, tí tá er altíð talan um spennandi dystir, sum sjáldan eru avgjørdir fyrr enn síðsta bríksl er farið. Í fótbólti er eru nógvir klassikarar
misjavnt á hjá teimum í ár. Ósigur móti Fleyr, og síðani sigur móti ÍF. Hvussu tað so fer at laga seg hjá teimum í Klaksvík, fáa vit at síggja. Skert meistaralið Í fjør hittust ÍF og Fleyr í fýra dystum. Øll [...] Fimm dystir vera í landskappingini í flogbólti um vikuskiftið. Tríggir teirra í kappingini hjá monnum og tveir hjá kvinnunum. Hjá kvinnum er støðan tann, at TB er ósigrað og á odda í landskappingini. Tær [...] sera væl í gongd. TB fær í dag vitjan av Fleyr, sum eisini er ósigrað, um enn tær bara hava leikt tann eina dystin; móti ÍF seinasta vikuskiftið. Tað er tí lagt upp til ein spennandi dyst í høllini í Trongisvági
at hon í summar fer ein túr at vitja dótturina í Danmark og kanska eisini ein túr at vitja dótturina í Svøríki. Pening hevur hon í hvussu so er til ferðina, nú hon hevur vunnið stóra vinningin í Gekkinum [...] stórt. Elisabeth Joensen í Klaksvík var heilt ovfarin, tá hon tollaksmessukvøld vann 100.000 krónur í Gekkinum. Ommubørnini vóru komin á vitjan um jólini, og tí vóru Gekkarnir nógvir í tali hetta kvøldið. Elisabeth [...] vegin. Elisabeth segði teimum í slúsuni eftirlitstalið á Gekkinum, og helt hon, at nú var liðugt. ? Eg hevði í øllum meldrinum heilt gloymt, at eg skuldi tosa við Rudolf í studionum og eisini snara Gek
sunnu- og halgidagar. - Ja, vit vóru í kirkju í dag, og sótu sjálvandi í okkara sessi – her sum mamma mín plagdi at sita. Áhugavert er kanska at nevna í hesum sambandi, at í teirri kirkjuni, ið stóð undan hesari [...] settust í teirra egna sess, nakað aftarlaga í ovaru síðu í kirkjuni. - Hvat tað merkir fyri meg at koma í kirkju her? Jú, tað hevur nógv at siga, tí tað er altíð gott at koma saman soleiðis inni í hesi hugnaligu [...] av og á út at halda møtir. Nakrar ferðir um árið komu eisini fólk frá KFUM&K í Klaksvík í somu ørindum. Hesi møti vóru hildin í skúlanum, sigur Jóhann Pól, sum minnist aftur á slíkar løtur við monnum sum