ÍF snávaði eisini í Klaksvík

Tað gjørdist ein sera spennandi oddadystur í KÍ-høllini, tá ÍF kom á vitjan hjá Mjølni, men tað vórðu enn eina ferð klaksvíkingarnir, sum drógu longra stráðið

Mjølnir?ÍF 3 ? 1 (25-20, 25-19, 20-25, 25-23)


Flogbóltur,

menn


Lagt var upp til ein spennandi oddadyst í KÍ-høllini, og hann vóru vit ikki snýtt fyri, og longu undir upphitingini legði ein merki til, at tað var nakað serligt í luftini, og at bæði liðini fóru at leggja alla orku í at vinna dystin. Og tá sá ikki út til, at jugoslavisku tvíburðarnir, sum leiktu á hvør sínun liðið, kendu hvønn annan.

Liðini fóru stavn um stavn í fyrsta setti upp til støðuna umleið 15-15, men so kláraði Mjølnir at sníkja seg framum, og hesa leiðsluna hildu teir eisini fram til endan á settinum, sum teir vunnu 25-20. Seinasta partin av settinum sá tað út til, at ÍF-leikararnir ikki rættuliga trúðu upp á ein sigur, og tí taptu teir eisini fleiri tápulig stig.


Mjølnir betri

Annað settið hevði Mjølnir alla tíðina tamarhald á støðuni, sjálvt um liðini partvíst fylgdust. ÍF kom ongantíð rættuliga við í leikin, og góða verjuspælið, sum ÍF fyrr hevur verið kent fyri, kom ongantíð rættuliga fram. Í hesum settinum vann Mjølnir nógv miðjuálop við Trúgva Poulsen, - sum er sera drúgvur ? og við unga Hjalta Josephsen, sum tekur seg meira og meira fram. Mjølnir vann settið 25-19.


Vend í

Um tað var Mjølnir sum undirmetti ÍF í triðja setti, ella tað var ÍF, sum tók seg saman, er ringt at meta um, men eysturoyingarnir løgdu seg klárt á odda frá byrjan og komu á odda umleið 10-2 beinan vegin. Odd Eliasen, sum var við fyri fyrstu ferð í ár, var komin inn á liðið at heva í hesum settinum, og tað vísti seg, at hann ikki hevði gloymt allar snildirnar enn. Hetta var líkasum við til at bróta rútmuna hjá Mjølni, og tað vísti seg eisini, at Kenneth Neshamar, ÍF, sum higartil ikki hevur víst ta stóru slagstyrkina frammi við netið, kom meira inn í dystin og gjørdist ein størri hóttan. Og eisini Jan Áki Olsen hjálpti ÍF væl á miðjuni hetta settið, og hetta var ein stórur styrkur.

ÍF helt leiðsluna alt settið og vann trygt 25-20.


Borko bleyta serv

Lagt var nú upp til eitt spennandi 4. sett, og tað gjørdist endin á settinum eisini. Mjølnir førdi ímóti endanum 23-18, men á ein ella annan hátt megnaði ÍF at kempa seg upp á 23-23, tá Mjølnir vann bóltin aftur og kom framum 24-23. ÍF hevði tá sterkasu uppstilling frammi við netið ? Boban, Kenneth Neshamar og Jan Áka Olsen. Men við sínum stóra kunnleika til flogbólt, so velur Borko hjá Mjølni at serva eina bleyta servu yvirum netið, og til alla ólukku fyri ÍF, so er tað ongin sum tekur ábyrgd og tekur ímóti hesum bólti, sum fellur beinleiðis í gólvið, uttan at nakar nertur við hann.

Og Mjølnir vann settið 25-23 og harvið dystin 3-1, til stóra frøi fyri leikararnar og áskoðararnar. Og Mjølnir liggur framvegis á odda í kappingini.


Bogi Isaksen, Mjølnir

- Vit høvdu væntað at vunnið dystin í dag, men spælið koyrdi til tíðir ikki av tí besta, men tá so ÍF ikki tekur sær fyrimun av hesum, og eisini leikar illa, so var tað bara gott. Í triðja setti ? settið sum vit taptu - vóru móttøkurnar út av lagi vánaligar, og tað var ringt at fáa spælið at hanga saman. Og Borco hevði kanska ikki ein av sínum bestu døgum.


- Vit rokna við at koma enn betri frá seinni hálvu, og ætla at taka The Double í ár, tí um vit kunnu vinna á liðunum, tá vit leika illa, so dugi eg ikki at síggja, at nakað av hinum liðunum skal kunna vinna á okkum.



Rúni Weihe, umboðsmaður Fram

- Vit eru keddir av, at eingin dómari frá okkum møtti í Klaksvík, og er hetta nakað sum vit taka til viðgerðar innanhýsis í komandi viku. Men hetta undirstrikar enn einaferð, at dómaratrupulleikin er ein trupulleiki, sum feløgini og FBF mugu taka upp til nærri viðgerðar innan alt ov langa tíð.