Jens Ove Friis vitjar ofta í Føroyum og tað er ikki bert av teirri orsøk, at hann er giftur føroyskari konu. Hann hevur nevniliga stóran áhuga í føroyskum tónleiki, og hesin áhugi gjørdist ikki minni, tá hann í fjør var ein av útlendsku gestunum til Prix Føroyar finaluna. Eitt tiltak, sum bæði tónleikaliga, tøkniliga og sum heild, syntist honum ein framúr framleiðsla
Creamy.
Og Jens Ove Friis er ikki ein og hvør. Hann hevur júst vitjað aftur í Føroyum í samband við konsertirnar hjá Creamy.
Tað var Jens Ove Friis, sum ?uppdagaði? tær báðar sanggenturnar.
- Eg havi ongantíð tikið eina so skjóta avgerð, sigur Jens Ove Friis um Creamy, sum eru undir eini deild hjá CMC, sum nevnist Recart og leggur meira dent á tað listarliga og kreativa.
Genturnar í Creamy komu sjálvar til CMC og Jens Ove gav teimum játtandi svar longu dagin eftir, at hann hevði hoyrt tær.
Hann leggur dent á, at Creamy er ikki ein gjørdur, íspunnin ella framaldur bólkur.
- Tær duga veruliga at syngja, smílist Jens Ove Friis og sipar til, at tað ikki er óvanligt í tónleikaídnaðinum í dag, at bólkar verða skaptir, framaldir, og at fyrst verður spurt, hvussu persónarnir síggja út.
Stjørnugóðs
Tær báðar í Creamy finna sjálvar løg og hava áður sungið í kórinum KOPP, sum hevur vitjað í Føroyum.
Jens Ove Friis er hugtikin av gentunum í Creamy og heldur tær hava rættuligt stjørnugóðs í sær.
- Tá tær skuldu heiðrast við tribble platín plátum, komu tær ov seint, tí kavi var og trupulleikar stungu seg upp við at náa fram. Tær høvdu júst leikt tvær konsertir og sóu ikki ov væl út, men tá tær sóu myndatólini og stóru linsurnar, vóru tær púra frískar, minnist Jens Ove og leggur afturat, at tær eru snilda samansetingin av innaru og uttaru styrkini og øll fáa altíð okkurt heim við, tá creamy hevur verið á palli.
Jens Ove dylir tó ikki, at góð fólk standa aftanfyri bólkin.
Creamy á enskum
Creamy hava selt yvir 200.000 fløgur og í Føroyum sóu og hoyrdu eini 4000 fólk genturnar. Jens Ove er væl nøgdur við konsertirnar í Føroyum og var eisini bilsin av upphitingini, ið Kular Røtur úr Klaksvík tóku sær av.
Í heyst kemur nýggj fløga við Creamy. Møguliga kemur ein ensk fløga einaferð, tí mett verður, at genturnar í Creamy eru úr altjóða stjørnutilfari.
Men dentur verður lagdur á, at verður tað ikki til meira, enn at bólkurin hevur lagt Danmark og Føroyar undir seg, so er tað eisini í lagið.
- Tað hevur týdning, at tær gera tað, ið teimum dámar. Tær eru 13 - 14 ár og fara ikki altíð at syngja barnasangir, men Creamy má ongantíð blíva eftirapan av t.d. Aqua, sigur Jens Ove Friis, sum eisini leggur dent á týdningin, sum tað hevur, at familjurnar hjá gentunum eru við á mangan hátt og stuðla sera væl.
Brátt hendir okkurt spennandi
At Jens Ove var við til Prix Føroyar í fjør var ein uppliving, ið gjørdi hann bilsnan.
Norðurlandahúsið hevur sett okkurt í gongd í honum og á ferðini í Føroyum nú, hevur hann hitt ymisk fólk innan tónleik í Føroyum.
Og ivaleyst hevur hann okkurt kasettuband í jakkalummanum á ferðini til Danmarkar aftur.
Hann sigur, at hann vitjar í Føroyum av og á og roynir hann at hava eygu og oyru opin, tí hann væntar, at brátt hendir okkurt spennandi á føroyska tónleikapallinum.
-Sum eisini hevur verið frammi her í blaðnum fyrr, so er tónleikaídnaðurin við at mettast av høvuðsstreyminum innan tónleikin. Nú verða eygui vend aðrar vegir og fólk innan ídnaðin vænta, at okkurt brátt hendir í krókunum. Hesum er Jens Ove samdur í og hann væntar brátt at hoyra okkurt serstakt og serføroyskt.
Jens Ove Friis heldur, at Prix Føroyar hevur ómetaligan týdning fyri føroyskt tónleikalív. Var tað ikki, hevði hann sjálvur ongantíð fingið eina mynd av føroyskum tónleiki, men nú kann hann royna at fylgja hesum.
Hann metir, at áhugin úti í heimi er stórur fyri tilakinum Prix Føroyar og at hetta kann verða lopfjølin, men ein eigur at leggja sær í geyma, at kanska er áhugin ikki fyri nummar eitt, men kanska nummar tvey ella onkrum øðrum.