Hann legði í munn mín ein nýggjan sang

Aftaná eitt ivaleyst strævið vikuskifti, framførdi okkara framúr góða gospelkór ?United Voices? tað tey høvdu lært á eini konsert í Fríðrikskirkjuni sunnukvøldið. Kórið hevði hetta vikuskiftið havt vitjan av navnframa normanninum Jens Christian Blom, sum hevði syrgt fyri, at kórið nú hevur 12 nýggjar sangir at syngja, og forkunnugt var at hoyra kórið og tónleikararnar framføra tilfarið rættuliga sannførandi.

Victor Carlsen

ummælir



Henda konsertin var samstundis triðja ferðin at kórið hevði eina sokallaða kirkjukonsert. Henda siðvenja kórsins byrjaði norðuri í Christianskirkjuni í Klaksvík, og helt síðani áfram í Vesturkirkjuni í Havn, og hesa ferð var so Fríðrikskirkjan vertur fyri konsertini. Einki er at ivast í at hetta er við at vera eitt afturvendandi tiltak hjá kórinum, soleiðis at vitja kirkjur okkara, og stuttligt er samstundis at síggja so stórar manfjøldir, ið trúliga vitja konsertirnar. Sunnukvøldið var einki undantak í so máta, tí neyðugt var at seta eyka stólar upp, so øll kundu koma inn, og kórið kundi rættuliga seta í gongd.

Nýggir sangir

Allarfyrst í konsertini fingu áhoyrarnir loyvi at syngja við vanliga væl kend kór, sum tey flestu nokk hava lært í sunnudagsskúlanum. Hesum parti skipaði Heine Lützen væl fyri, og sigast skal at væl varð sungið við. Eftir hetta byrjaði so kórið við tveimum av teirra ?gomlu? sangum undir leiðslu av teirra dagliga dirigenti Eirikki Skála og longu her var heitið fyri konsertini lýst, tí kvøldið alt var ein samlaður lovsongur til Gud, sum hevur gjørt alt so væl. Hann hevur nevnliga lagt ein nýggjan sang í munn okkara og hesin nýggi sangur er allur sum hann er ein lovsongur til Harran.

Gleðiligt var at hoyra kórið syngja eitt heilt nýtt úrval av sangum, sum kórleiðarin Blom hevði valt út. Jens Christian er jú ikki hvør sum helst. Hann er kendur frá tøttum samstarvi við nógv kend nøvn yviri í USA, eins og í Norðanlondum. Bæði sum kórleiðari, tónleikari og sangari hevur hann rættliga gjørt um seg. Sera heppi at kórið soleiðis fær so góða hjálp til at menna røddirnar og tónleikin má sigast vera sera gott.

Aðalroyndin

Alt vikuskiftið var nýtt til venjingar av hesum sangum, so tað var eitt heldur møtt kór, ið her fekk loyvi at vísa fram tað tey høvdu lært, og sigast má, at væl er kortini komið burturúr. Hóast mødd, so skiltist at tey øll royndu at gera teirra allar besta. Heilar 12 sangir sang kórið fyri okkum, bæði lættar og rytmiskar og eisini stillar og vakrar, enntá a capella - uttan tónleik. Og nú eg eri við tónleikin má eg siga, at her hava vit sjálvt ?kremið? innan føroyskan gospeltónleik. Gunnar Guttesen og hansara menn komu sera væl frá spælinum, dugdu væl at virða leiðbeiningina frá dirigentinum og spentu seg eisini út, tá tað rættuliga galt um. Legði til merkis meðan solonumrini vóru spæld, at Gunnar rættuliga fekk roynt seg við 32?indu pørtunum - ja, fingrarnir gingu nærum títtari enn trummustikkarar eftir tangunum, men framúr væl spælt. Hugnaliga Hammond-orglið gjørdi eisini undurverk, ja, tað hoyrir jú við. Guitari, bassur og trummur gjørdu eisini sítt til eina fráleika heild. Enntá saxofonin kom fram, tá Eirikkur spældi - frálíkt.

Vanligt er í skipanini hjá kórinum, at ymsir solosangarar koma fram at syngja, meðan kórið tekur sær av niðurløgunum. Hesir solosangarar komu allir sera væl frá teirra pørtum og tað hoyrist eisini at hesi gera nógv við at venja. Venjing ger sum kunnugt ein meistara, so tað er bara at dríva á við hesum, tí hví skulu vit ikki royna at gera okkara besta, enntá fyri Jesus, sum hevur gjørt so nógv fyri okkum.

Tað hoyrdist eisini at kórið sum heild hevur ment seg, serliga nú ein uttanlandsferð stendur fyri durunum, so eg haldi at kórið fer at umboða føroyskan gospeltónleik sera væl. Vitjað verður bæði í Íslandi og í Danmark, har sungið verður bæði innan- og uttandura. Ætlandi verður ferðin gjørd í juni/juli í ár, so her hava øll nakað at gleða seg til.


Marathonsangur

Fyri at savna inn pening til uttanlandaferðina, fer kórið í mai mánaða at royna ein sokallaðan marathonsang, har ætlandi kórsangur verður at hoyra í samfullar 24 samanhangandi tímar. Ja, spennandi verður at hoyra, hvussu hetta verður - og ikki minst at tiltakið verður væl stuðlað av trúgva lurtaraskaranum.

Samanumtikið kann sigast at konsertin var sera væl eydnað, og vita skulu tit, ið skipa fyri, at vit eru mong, ið fylgja tykkum á ferð tykkara. Væntandi fara tit sigursferð tykkara víðari um land okkara at vitja kirkjurnar, so enn fleiri fáa gleði av sangi og tónleiki tykkara. Kanska onkur onnur av fríkirkjunum fer at veita tykkum húsarúmd - hvør veit?

Eisini skulu góðynski fylgja tykkum, nú tit fyrireika uttanlandaferðina.