Vann 100.000 í Gekkinum

Tollaksmessukvøld vann Elisabeth Joensen í Klaksvík tann reyða Gekkin á 100.000 krónur. Hon hevur spælt við hvørt spæl síðani fyrstu sending

? Eg gangi á hvørt bingo og havi spælt Gekk síðani fyrsta spælið, men hóast tað, havi eg aldri vunnið nakað stórt.

Elisabeth Joensen í Klaksvík var heilt ovfarin, tá hon tollaksmessukvøld vann 100.000 krónur í Gekkinum. Ommubørnini vóru komin á vitjan um jólini, og tí vóru Gekkarnir nógvir í tali hetta kvøldið. Elisabeth greiðir frá, at í húsinum vóru 20 Gekkar, og hon fylgdi sjálv við tølunum á átta av teimum. Tískil var møguleikin fyri at vinna til staðar, men Elisabeth væntaði tó als ikki, at eydnan fór at venda sær til hennara hetta kvøld.


Spennandi spæl

Skjótt gekk til Elisabeth bert manglaði eitt tal á einum av hennara mognu gekkum hetta kvøldið.

? Tá vit høvdu spælt eina løtu, uppdagaði eg, at eg bert manglaði nummar 11 á einari plátu fyri at fáa bingo, tískil vaks spenningurin í stovuni. Men tá 12 varð drigið, væntaði eg ikki, at 11 fór at koma. Tí gjørdist eg sera bilsin, tá næsta talið, ið drigið varð, júst var 12, greiðir hepni gekkavinnarin frá.

Elisabeth var skjót at ringja til sjónvarpið at boða frá vinninginum, men hon væntaði tó ikki, at tað fór at eydnast henni at koma ígjøgnum. Men júst tað øvugta hendi. Sjónvarpið svaraði beinan vegin. Elisabeth segði teimum í slúsuni eftirlitstalið á Gekkinum, og helt hon, at nú var liðugt.

? Eg hevði í øllum meldrinum heilt gloymt, at eg skuldi tosa við Rudolf í studionum og eisini snara Gekkahjólinum. Tí gjørdist eg aftur ovfarin, tá telefondáman segði mær, at eg nú fór at verða stillað inn í studio.

Elisabeth greiðir frá, at hon stóð uppi, tá hon ringdi til sjónvarpið at siga frá vinninginum, men tá hon kom ígjøgnum, var dótturin skjót at seta henni ein stól við telefonina. Og hetta var gott, tí Elisabeth gjørdist so bilsin, tá hon vann tann stóra vinningin, at hon hevði smollið beint í gólvið, sat hon ikki niðri.


Telefonstormur

Nógv vóru tey, ið vildu ynskja Elisabeth tillukku við stóra vinninginum tollaksmessukvøld.

? Eg hevði ikki meira enn lagt hornið á, tá telefonin fór at ringja, og hetta helt fram til klokkan var farin av midnátt.

Elisabeth greiðir frá, at hon hevði jóladunnurnar liggjandi á vatni í kjallaranum, og var meiningin. at hon skuldi hagreiða tær eftir Gekkin. Men hepni gekkavinnarin slapp ikki í kjallaran til dunnurnar. Hvørja ferð hon var á veg niðurundir, so ringdi telefonin. Tískil slapp, Elisabeth ikki at gera nakað við dunnurnar fyrr enn klokkan gekk til eitt. Men hetta gjørdi einki. Fólk ringdu jú, tí tey vóru glað fyri, at hon hevði vunnið.

Tíðliga jólaaftansmorgun var sama skilið. Telefonin ringdi og ringdi. Og tá telefonin einferð var liðug at ringja, fór Elisabeth sjálv í telefonina at greiða skyldfólki uttanlands frá góðu tíðindunum. Jú, sanniliga var hetta ein góð jólagáva?


Nýtt ves og Danmarkarferð

? Eg havi ikki gjørt mær teir stóru tankarnar um, hvat peningurin skal brúkast til. Men tó havi eg gjørt av, at ves skal gerast í íbúðini í kjallaranum, hóast hon ikki verður brúkt tað stóra. Harafturat kundi eg husað mær at farið ein túr til Danmarkar at vitja dótturina.

Elisabeth greiðir frá, at hon ætlaði sær til Danmarkar at vitja dótturina seinasta summar, men hetta bleiv aldri til nakað. Tí roknar hon við, at hon í summar fer ein túr at vitja dótturina í Danmark og kanska eisini ein túr at vitja dótturina í Svøríki. Pening hevur hon í hvussu so er til ferðina, nú hon hevur vunnið stóra vinningin í Gekkinum.

Harafturat vísir Elisabeth á, at peningurin kemur væl við, nú hon eldist, tí pensjónin røkkur ikki langt.


Góð jólagáva

Elisabeth metir vinningin sum eina ógvuliga góða jólagávu. Hon hevði als ikki væntað, at hon fór at gerast hundraðtúsund krónur ríkari um jólini. Men hetta gjørdist tó veruleiki, hóast Elisabeth gloymir tað viðhvørt.

? Tilburðurin er ikki rættuliga gingin upp fyri mær enn, haldi eg. Viðhvørt gangi eg og fegnist um stóra vinningin, men viðhvørt er hann als ikki í mínum huga. Tí kennist tað løgi, tá tað viðhvørt brádliga gongur upp fyri mær, at eg eri hundrað túsund krónur ríkari.

Hóast stóra vinningin hava næstringarnir hjá Elisabeth ikki fingið nakrar serliga stórar jólagávur í ár. Hon var liðug við allar jólagávurnar, tá hon vann tær hundraðtúsund krónurnar. Skyldfólkini uttanlands fingu skóleistar og pening, meðan tey heima fingu ymisk pløgg.

Sosialurin ynskir Elisabeth Joensen hjartaliga tillukku við vinninginum.