Keypa sil í Leirvík

Á Tavuni í Leirvík eru tey farin undir heilt nýggja vinnu. Tey taka nevniliga í móti toskasilum, sum skulu seljast á asiatiska marknaðinum

 

Fiskivinna

Leirvík: Á Tavuni í Leirvík heita tey á allar útróðrarmenn um at taka silini úr fiskinum og selja teimum tey. Tey geva sjey krónur fyri kilog og senda silini á asiatiska marknaðin, har tey verða brúkt til bót í fiskasúpan.

Ingvar Joensen, virkisleiðari á Tavuni í Leirvík, sigur, at tey hava ikki roynt hetta fyrr. Men áheitan er komin til teirra, og tey hildu tað vera spennandi at fara undir royndina.

Tað tykist kanska onkrum eitt sindur fremmant. Og vanligt hevur eisini verið at blaka silini útaftur, tá kruvt verður.

Men sama søgan var eisini við rognunum fyri ikki so øgiliga nógvum árum síðan. Í dag verða tey seld fyri prísir, sum liggja oman fyri tað, sjálvur fiskurin fær. So óhugsandi er ikki, at silini eisini einaferð, um ikki so langa tíð, fara at fáa góðan prís.

Tittakið, sum Tavan nú er farin undir, er púra nýtt og ókent á okkara leiðum. So nýtt, at nógvir útróðramenn als ikki vita av, at tað ber til at fáa pengar fyri silini. Teir hava sagt útróðrarmonnunum í Leirvík frá, umframt at teir hava fingið avtalu við Fiskamarknaðin á Toftum og í Klaksvík um at taka í móti silum frá teimum, sum koma við teimum, sigur virkisleiðarin á Tavuni í Leirvík.

Men Ingvar Joensen leggur dent á, at tað eru bara toskasilum, tikið verður ímóti. Tí verður tíðin, tikið verður í móti, av sær sjálvum avmarkað.


Ókendur marknaður

Tað er internet sølufyritøkan Interseafood.fo í Fuglafirði, sum fer at selja silini.

Jan Klein á Interseafood.fo sigur, at upprunin til royndina í grundini er tann, at hann var við koreanskum línuskipum í Okhotska Havinum fyri nøkrum árum síðan. Hann ferðaðist millum seks skip sum ráðgevi. Har tóku teir toskasil, sum vórðu fryst og síðan seld.

Fyri stuttum vendi ein teirra, sum var við einum av hesum koreansku skipunum, sær til Jan Klein og spurdi, um ikki møguleiki var fyri at fáa sil úr Føroyum á asiatiska marknaðin.

Teir høvdu ongantíð roynt at flutt sil inn úr útheiminum, tí tað hevði verið forboðið. Men nú er tað forboðið tikið av, og teir vilja feginr royna at fáa toskasil úr Føroyum eystureftir, sigur Jan Klein.

Hann vendi sær tíðan til Tavuna, og saman eru tey so farin undir hesa royndina.

Tá silini eru komin inn á virkið í Leirvík, verða tey fryst í blokk og síðan send í bingjum til Asia, sigur Jan Klein. Hann sigur, at teir kenna hvørki tørv ella marknað nágreiniliga enn, men hava fyribils gjørt avtalu um at lata 100 tons av frystum silum. Og sum hann skilti koreanaran, sigur Jan Klein, skuldu verið møguleikar at sloppið av við størri nøgdir eisini.

Prísurin, sum latin verður, er prísur, sum keypararnir í Føroyum bara hava sett á sjálvir. Teir kenna ikki marknaðin nóg væl, siga teir, til at vita, hvat rætti marknaðarprísurin er.

Hinvegin vísa teir á, at tað er ikki so langt síðan, at rognini ikki kostaðu meira enn sum so. Men í dag fæst ikki rogn fyri minni enn 36-38 krónur á uppboðssølunum.


Eisini annað

Á Tavuni arbeiða tey í løtuni eisini við øðrum forkunnugum framleiðslu. Tey salta rogn, sum verða send til Svøríkis.

Rognini verða sukursaltaðið í tunnur, og inni á virkinum minnir eitt sindur um góðu, gomlu sildadagarnar, tá tunnur lógu á hvørjai bryggju at kalla.

Men eisini onnur framleiðsla er á Tavuni. Tey skera upsa til flak og frysta í lidnar portiónir.

Hóast sjálvt flakið verður skorið við maskinu, verður tað nógva arbeiðið gjørt við hond kortini.

Eitt nú eru tey gingin frá at avhøvda við maskinu, sigur Ingvar Joensen. Tað fer ov nógvur fiskur til spillis, sigur hann.

Uttarlaga á virkinum, har fiskurin kemur inn um veggin, standa fýra mans og avhøvda í dag. Teir báðir ytru við hvør sínum knívi, sum teir spretta við, meðan hinir báðir slíta heysarnar av.

Maðurin við knívinum tekur í uggafjøðurina á fiskinum og leggur ein skurð tætt undir uggabeininum upp í nakka. Vendir fiskinum og ger tað sama hinumegin. Høvdið er nú næstan leyst, og fiskurin verður latin tí innara manninum, sum bara togar í og skilir høvur frá kroppi.

Úrlsitið er, at allur nakkin og væl av ugganum eisini verður eftir á fiskinum, tá hann fer í skerimaskinuna.

Varð fiskurin hinvegin avhøvdaður við maskinu, varð hann bara skorin tvørtur av nakað væl aftan fyri uggabeinið, og rættiliga nógv varð endað sum slógv.