Ilic og Romica skulu í eldin

Flogbóltur: Flogbóltskappingin hjá monnum kann fáa eitt heilt annað skap frameftir. Bæði Mjølnir og Fleyr hava fingið góðan styrk eystaneftir, og nú kann av álvara væntast, at Mjølnir fer at leggja seg út í kappingina. Hjá kvinnum skal TB royna at halda tað beinu kósina uppeftir, tá tær fáa vitjan av Fleyr

Fimm dystir vera í landskappingini í flogbólti um vikuskiftið.

Tríggir teirra í kappingini hjá monnum og tveir hjá kvinnunum.

Hjá kvinnum er støðan tann, at TB er ósigrað og á odda í landskappingini. Tær hava vunnið báðar sínar dystir móti Mjølni og móti Drátti, og eru tíkomnar sera væl í gongd.

TB fær í dag vitjan av Fleyr, sum eisini er ósigrað, um enn tær bara hava leikt tann eina dystin; móti ÍF seinasta vikuskiftið.

Tað er tí lagt upp til ein spennandi dyst í høllini í Trongisvági í dag.

Hjá TB er einasta broytingin tann, at Gudrid Nolsøe (og ikki Guðrið, sum vit skrivaðu, seinast, blðm.) ikki verður við hesaferð. Hon er farin aftur til Danmarkar har hon lesur, og tað hevur við sær, at nýggjur spælari skal inn í hennara stað.

Kortini metir Virgar Djurhuus ikki tað verður talan um stórvegis broytingar í spælinum fyri tað.

? Tað merkir bara at ein annar spælari skal inn í hennara stað, og so at spælið skal leggjast eitt sindur um, sigur Virgar.

Hann leggur afturat, at TB ikki fer at dúva uppá, at Fleyr skal gera feilirnar, men at royna at trýsta Fleyr tað tær duga.


Meistararnir

móti Drátti

Meistararnir úr Mjølni fingu annars eina sera trilvandi byrjan. Tær vitjaðu TB í fyrsta dystinum í ár, og taptu hann.

Nógv vatn er kortini runnið í ánna síðani tá, og m. a. hevur Mjølnir fingið nýggjan venjara. Um tað fer at vera nóg mikið til, at Mjølnir vinnur á Drátti skal vera ósagt, men Marjun Kalsø, liðskipari hjá Mjølni sigur, at tær eiga at vinna á Drátti.

? Eg havi sæð tær spæla og haldi at vit eiga at kunna vinna á teimum, men vit eru skerdar enn, av tí at Tove Riksfjord er ikki komin fyri seg enn eftir skurðviðgerðina.

Marjun sigur, at tær hava vant við nýggja venjaranum tvær ferðir nú, og at tað hevur verið sera spennandi og gevandi.

Hjá Drátti er støðan tann, at har eru fáir leikarar at taka av. Venjarin, Suni Hansen var eitt sindur vónbrotin eftir tapið móti TB, men eftir umstøðunum, var hann kortini nøgdur við spælið.

Um tað fer at vera nóg mikið til at rætta kósina fáa vit at síggja sunnudagin


Ilic skal vísa

síni kynstur

Hjá Mjølnir er tað fallið í lut at skula spæla tveir dystir um vikuskiftið.

Tann fyrri verður leiktur leygardagin og verður hann móti Fleyr b. Tann seinni verður sunnudagin móti SÍ.

Á pappírinum er talan um tveir lættar dystir, men tá havt verður í huga spælið hjá Mjølnir fyrstu dystirnar í ár, so er einki avgjørt frammanundan.

Kortini mugu vit meta Mjølnir sum favoritt at vinna, serliga tá havt verður í huga, at nýggi venjari teirra, Borko Ilic, skal spæla við teimum.

Hjá Fleyr b er talan um at royna finna seg til rættis í ovastu deildini. Hjá teimum er talan um eina nýggja byrjan, har teir ikki eru á ovastu rók. Tað er nakað, sum ein skal venja seg við. Harumframt gongur spælið skjótari enn tað ger í hinum deildunum og tað er avgjørt nakað, sum ein skal læra.

Tað kann SÍ skriva undir uppá, um nakar kann tað.

Í einum av seinastu dystunum í fjør eydnaðist tað teimum at vinna á júst Mjølnir, og tað var eitt tekin um at sørvingarnir nú vóru á rættari leið.

Kortini hevur gongið eitt sindur misjavnt á hjá teimum í ár. Ósigur móti Fleyr, og síðani sigur móti ÍF. Hvussu tað so fer at laga seg hjá teimum í Klaksvík, fáa vit at síggja.


Skert meistaralið

Í fjør hittust ÍF og Fleyr í fýra dystum. Øll vita, at ÍF gjørdist meistari, og tað gjørdust teir m.a. við at vinna allar dystirnar á Fleyr.

Sunnudagin hittast liðini aftur, men hesaferð er tað Fleyr, sum er favorittur. Havnaliðið hevur vunnið sínar dystir í ár, og hevur spælt einastandandi væl. ÍF harafturímóti hevur vunnið ein og tapt ein, og er rættiliga skert í mun til í fjør.

Tað sum størst spenningur kortini er um, er hvussu tað fer at ganga nýggja venjaranum hjá Fleyr.

Pascu Romica skel eins og venjarin hjá Mjølni spæla sín fyrsta dyst í Føroyum, og tað verður sera spennandi at síggja.

Alt hetta hoyra vit meira um í týsdagsblaðnum