Fløguhandilin við óiva størsta fløguúrvalinum í Føroyum, letur aftur um fjúrtan dagar. Talan er um fløguhandilin hjá Tutl, sum undir øllum umstøðum mátti út úr Fútastovu nú og sum í sama viðfeingi hevur valt at sløkkja ljósið fyri seinastu ferð.
? Vit hava leingið verið av teirri áskoðan, at tað er nóg mikið við einum góðum fløguhandli í miðbýnum í Havn, og harafturat hava vit havt eitt ynski um at brúka ein størri part av orku okkara til at marknaðarføra nógvu nýggju fløguútgávurnar hjá plátufelagnum, sigur Kristian Blak, sum er høvuðsmaður aftan fyri Tutl.
Fløguhandilin hjá Tutl byrjaði sítt virksemi miðskeiðis í hálvfemsunum í einum leigaðum hølum í SMS. Men eftir at handilin hevði verið har eitt ár og fyrsta skeiðið í leigusáttmálanum var av, var SMS ikki sinnað at leingja sáttmálan, og fløguhandilin gjørdist sostatt húsvillur.
? Tað gekk sera væl hjá okkum tað fyrsta árið, tá vit vóru í SMS. So vit høvdu ongan hug at gevast, hóast SMS eftir øllum at døma ikki dámdi tann leistin, sum vit róku handilin eftir, sigur Kristian Blak.
Ein fyribils loysn
Endin varð, at Tutl flutti oman í Fútastovu, men hetta var ongantíð meira enn ein fyribils loysn.
? Vit hava vitað frá byrjan, at húsini skuldu umvælast, og at vit noyddust úr húsunum tá. Nú er Fútastova eftir hondini so illa farin, at skulu húsini umvælast, so skal tað vera nú, sigur Kristian Blak.
Eigarin av Fútastovu, Óli Samró, hevur boðað Tutl frá, at hann ikki ætlar at leiga húsini útaftur eftir umvælingina.
? Vit høvdu so tað val at finna okkum nýggj hølir ella at gevast við at reka handilin, og eru nú komin fram til, at tað man loysa seg best at gevast, sigur Kristian Blak.
Ikki bara business
Men áðrenn Tutl kundi taka hesa avgerð, máttu avtalur fáast upp pláss við aðrar fløguhandlar, soleiðis at endamálið hjá felagnum framhaldandi verður uppfylt.
Fløguhandilin hjá Tutl hevur nevniliga umframt handilsligt endamál, eisini sum endamál at geva kundunum eitt breitt úrval av tónleiki og arbeiða fyri at fáa tann ?smala? tónleikin fram í ljósið.
Millum annað stendur í endamálsorðingini fyri fløguhandilin, at altjóða popptónleikur ikki má fylla meira enn helvtina av framsýningarplássinum í handilinum, at tónleikaúrvalið skal vera so fjølbroytt sum gjørligt, og at handilin skal innflyta fløgur eftir ynski frá viðskiftafólki,
? Vit vóru noydd at tryggja okkum, at føroysk viðskiftafólk framhaldandi hava møguleikan at fara inn í ein fløguhandil og biðja handilin um at fáa eina ávísa fløgu til vega. Og tað hevur nú eydnast okkum at gjørt eina avtalu við H.C.W. Tórgarð í Havn og Leikalund í Klaksvík sum tryggjar hetta. Hevði tað ikki borið til at fingið hesa avtaluna, høvdu vit hildið fram við onkrum slag av fløguhandli í framtíðini, sigur Kristian Blak, tí fløguhandilin ogn hjá tónleikarunum og er fyrst og fremst ein liður í at røkka nøkrum settum málum.
Hesir báðir handlarnir fara helst eisini at yvirtaka fløgugoymsluna hjá handlinum í Fútastovu.
Innflyta og marknaðarføra
H.C.W. Tórgarð og Leikalund fara í framtíðini at samstarva við Plátufelagið Tutl um innflutning av fløgum eftir ynski frá viðskiftafólkum. Tutl fer eisini at halda fram at innflyta fløgur frá einum umleið tjúgu útlendsku plátufeløgunum, sum Tutl higartil hevur samstarvað við.
Men har sum Plátufelagið Tutl serliga ætlar at leggja spardu orkuna frá fløguhandlinum er í marknaðarføringina av teimum útgávum, sum felagið stendur fyri.
? Vit hava gjørt ov lítið fyri at fáa okkara útgávur fram. Fløgan er komin til landið og er sett á hillina í handlinum. Bert hendinga ferð verður nakað gjørt burturúr at fáa útgevandi bólkarnar at spæla konsertir og annað tílíkt til frama fyri søluna av fløguni, men hetta fer at broytast nú, vit ikki longur hava fløguhandilin at hugsa um, sigur Kristian Blak.
Fólk skulu neyvan vænta at síggja ein stóran fløguhandil aftur undir navninum hjá Tutl, men Kristian Blak útilokar ikki, at plátufelagið fer at lata onkran minni og meira spesialiseraðan handil upp einaferð í framtíðini. Tað veldst alt um hvørji hølir vera til taks.
Í løtuni leitar Plátufelagið Tutl eftir hølum til virksemi sítt.