Højgaard frá. Í dag hava teir atgongd til skrivstovuna á Christiansborg alt samdøgrið. Teir hava atgongd til stórtsæð somu hentleikar, sum fólkatingslimirnir hava. Til dømis kunnu teir brúka stóra bókasavnið [...] løtu seinni kemur hann algoystur oman í móttøkuna. ²Góðan dag, og væl komin. Vit mugu gera skjótt av. Eg fái ikki ISDN-linjuna upp til Útvarpið at rigga. So nú noyðist eg at taka røðuna hjá forsætisráðharranum [...] sama loypir hann úr stólinum, og starir upp á hátalararnar. Jú, nú er hann, forsætisráðharrin, komin til tað týdningarmesta: Framtíðar viðurskiftini við Føroyar. Telefonin á borðinum ringir, men hon má
ivist ikki eina løtu í, at tað hevði gjørt mun. Við áhuga skapar tú áhuga. Enn eru vit so ikki komin til 1. januar ár 2000, men man hevur væl loyvi at droyma........ [...] bara ikki. Tað hendir ein rúgva, hóast tíðindi um tað ikki koma fram. Og her er tað so, at vit koma til mítt tankaexperiment: Latum okkum nú siga, at fjølmiðlarnir frá t.d. 1. januar ár 2000 avgjørdu, at [...] at sæð, var úrslitið av hesum í longdini. Mín teori er, at smátt um smátt vildu fólk byrja at ganga til sjónleik aftur, konsertsalir og framsýningarhøli vildu verið á tremur, útlánið á bókasøvnum og sølan
r í sínum vælmaktsdøgum. Býurin andar av søgu. Her hava gingið menn alt frá Columbusi í miðøldini til mafiabossarnar Lucky Luciano og Meyer Lansky heilt upp at okkara døgum. Ivaleyst hava eisini sjórænarar [...] Sinatra dámdu væl at koma higar í tíðini millum Seinna Heimsbardaga og Kollveltingina. Bara soleiðis til stuttleika og fyri at verða sædd. Eisini kendir rithøvundar hava fingið íblástur hiðani. Kendir eru [...] maðurin og havið", sum av álvara gjørdi hann kendan úti í heimi. Tað var eftir, at hendan bókin var komin út, at Hemingway í 1954 fekk bókmentavirðisløn Nobels. Og árið eftir varð filmur gjørdur yvir søguna
framførslu verið til staðar. Talan verður um tvær framførslur leygardagin, og eru hesar settar at byrja ávíkavist kl. 16.30 og 19.30. Hvør framførsla er sett til at verða umleið hálvan annan tíma til longdar. [...] Leguhúsinum í Nesvík, sum føroyska Heimamissiónin eigur. Orsøkin til hetta er, at seinasta hond í løtuni verður løgd á fyrireikingarnar til sangskeiðið hjá Heimamissiónini. Rundur føðingardagur Við tað, [...] umframt barnakór, har eini 80-90 børn fara at syngja. Til at leiða kórið hevur Heimamissiónin fingið hjálp úr Noreg, haðani 32 ára gamli Kjell Valle er komin. Hóast sín unga aldur hevur hann longu drúgvar royndir
og sigur hon seg noyðast at ásanna, at tað ikki ber til hjá politikarunum at tosa saman. Samgongan hevur tikið eina støðu, og tað ber als ikki til at nærkast einari loysn, ið kanska liggur eitt sindur [...] gerast mennandi, mugu pólarnir flyta seg eitt sindur. Tað flokspolitiska má leggjast eitt sindur til síðis, so til ber at tosa siðiliga um málið. Marita Petersen fegnast um, at føroyingar eru komnir so langt [...] leisti samgongunnar. Marita vísir at enda á, at um nýggja stýrisskipanarlógin ikki var komin á sinni, hevði ikki borið til at fari undir at broytt ríkisrættarligu støðuna. Umsitingarliga baklandið hevði nevniliga
gongdini í vinnuni. Stovna partafelag Nevndin er komin til ta niðurstøðu, at skilabesta loysnin er, at sett verður á stovn eitt alment partafelag. Orsøkirnar til at henda loysn verður mett at vera hin skilabesta [...] myndugleikunum tær upplýsingar, sum eru neyðugar. Eisini inniheldur tilmælið uppskot til løgtingslóg í hesum sambandi og uppskot til viðtøkur hjá einum møguligum almennum partafelag. Kann fara báða vegir At enda [...] áðrenn november mánaður er hálvrunnin, og at hann í hesum sambandi ætlar sær at taka støðu til, hvørt mælast skal til ella frá almennari luttøku í oljuvinnuni. Í nevndini vóru Arne Poulsen, Marjun Hanusardóttir
heldur ikki góðtaka, at ein meirjáttan til Klaksvíkar Sjúkrahús verður tikin av játtanini til heilsumálini sigur hon men hevur annars onga viðmerking í løtuni til, hvørjar avleiðingar tað fær, um tingmenn [...] r vóru í síni søk at hækka játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús, eins støðuføst var landsstýriskvinnan í heilsumálum. Hon stóð við avgerð sína at lækka játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hóast hon ikki [...] fara at hækka játtanina aftur til Klaksvíkar Sjúkrahús. Vilhelm Johannessen segði bart út, at hann umhugsaði at leggja uppskot fyri tingið at seta av 3 mill. kr. aftrat til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta m
sum vóru í Suðuroy í heystfrí, løgdu leiðina til Sumbiar. Leirvíkingar komu suður bæði við Smyrli og við Silju, sum lá á Hvalba og bíðaði. Einki var at siga til, at teir vóru skjótir avstað, tá dysturin var [...] skulu leggja komandi kappingarárið til rættis. Fínur venjari Mitt í summar fekk Milan Cimburovic ábyrgdina av liðnum. Teir fóru undir venjingina 10. juli, og fram til kappingarbyrjan vandu teir fýra ferðir [...] fyrireikaður til dystirnar: ? Venjarin hevur víst seg at havt eitt fantastiska gott innlit í styrkir og veikleikar hjá mótstøðuliðunum, hann hevur sett okkara lið eftir hesum, og tað er hann komin væl frá,
stovna eitt partafelag til at standa fyri arbeiðnum at gera undirsjóvartunnilin. ?Anleggslógin? sum lógin, ið skal slóðað fyri partafelagnum, verður nevnd, er gjørd og send flokkunum til viðmerkingar. Men Heini [...] tunnilin. Og formaður tjóðveldisfloksins heldur, at tað er so heilt burturvið at brúka almennan pening til at slúsa okkurt útlendskt byggifelag inn í landið, at ?anleggslógin? fær ikki atkvøðurnar hjá Tjóð [...] ðingurin ístaðin sloppið at hildið fram, har hann slepti fyri 10 árum síðani, var tunnilin longu komin hálva leið undir Vestmannasund. ?Tað einasta, sum er komið burturúr arbeiðsmátanum hjá samferðslu
komu til Svendborg avgjørdi DBU, at framyvir skulu spælarar, sum koma úr londum, har heimliga kappingin er liðug, ikki kunnu spæla í Danmark. Føroyska kappingin var av, áðrenn Heðin og Rógvi komu til Svendborg [...] gjørt nakað við. Fara til Englands at venja Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen fara tó at venja í Svendborg alla hesa vikuna. Teir bíða nú eftir endaligum boðum um, nær teir skulu til Englands at venja. Tað [...] vit fara til London, siga teir báðir. - Vit hava tað ótrúliga gott í Svendborg. Býurin er passaliga stórur og hugna-ligur, og fólkini í felagnum er ómetaliga hjálpsom og fyrikomandi. Ferðin til Svendborg