Rógvi og Heðin sluppu ikki at spæla í Svendborg

Fótbóltur: Nýggj donsk áseting forðar fyri, at Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen sleppa at spæla í Svendborg í hesum árinum

Tað kom óvart á bæði spælararnar og felagið, tá tað gjørdist greitt, at teir báðir KÍ-spælararnir Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni ikki fingu loyvi at spæla við Svendborg tað sum eftir er av hesum kappingarárinum.

Ein nýggj áseting hjá danska fótbóltssambandinum forðar fyri, at hetta kann lata seg gera.

Tað var annars ætlanin, at teir báðir landsliðsspælararnir, sum venja í Svendborg hesa vikuna, eisini skuldu spæla onkran dyst við 1. liðnum í felagnum, sum spælir í 1. deild.

Men fáar dagar áðrenn teir báðir klaksvíkingarnir komu til Svendborg avgjørdi DBU, at framyvir skulu spælarar, sum koma úr londum, har heimliga kappingin er liðug, ikki kunnu spæla í Danmark. Føroyska kappingin var av, áðrenn Heðin og Rógvi komu til Svendborg, og tí forðar nýggja ásetingin fyri, at teir kunnu spæla í danska felagnum í hesum árinum.

DBU hevur tikið hetta stig fyri forða fyri, at donsk feløg skulu kunna styrkja seg ógvusliga við spælarum úr til dømis Noregi, har kappingin er liðug áðrenn tann danska. Í grundini kundi eitt felag sum Rosenborg spælt ein dyst í donsku kappingini, eftir at tann norska var liðug, men hetta forðar nýggja ásetingin fyri. At lógin so rakar føroyskar spælarar, sum skulu royna seg í einum donskum felag, fær eingin gjørt nakað við.


Fara til Englands at venja

Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen fara tó at venja í Svendborg alla hesa vikuna.

Teir bíða nú eftir endaligum boðum um, nær teir skulu til Englands at venja. Tað er 1. deildarfelagið Queens Park Rangers, sum fer at fáa vitjan av teimum báðum KÍ-spælarunum. Væntandi fara teir báðir til London komandi vikuskiftið, og so skulu teir venja í QPR í einar tvær vikur.

- Tí venja vit saman við 1. liði í Svendborg alla hesa vikuna. Vit kunnu halda formin við líka her, og so kunnu vit eisini blíva meira tryggir við gras, áðrenn vit fara til London, siga teir báðir.

- Vit hava tað ótrúliga gott í Svendborg. Býurin er passaliga stórur og hugna-ligur, og fólkini í felagnum er ómetaliga hjálpsom og fyrikomandi.

Ferðin til Svendborg er komin í lag, eftir at tveir mans úr felagnum vóru í Klaksvík í einar 10 dagar í fyrr í heyst. Teir hugdu eftir møguligum spælarum til danska felagið, og teir fullu fyri teimum báðum ungum vinstrabeintu spælarunum.

Eftir landsdystin í Prag fóru Heðin og Rógvi beinleiðis til Svendborg, men steðgurin, sum skuldi verða einar fýra vikur, er nú skorin niður í helvt, og tað kemst av, at teir ikki fáa spælt við felagnum. Ístaðin verður leiðin løgd til London, har Jákup í Stórustovu hevur skaffað teimum báðum møguleikan at venja í QPR.

Svendborg hevur framvegis áhuga í teimum báðum spælarunum, og teir tosa nú um at fáa Heðin og Rógva aftur til Danmark tíðliga næsta ár, tá teir so kunnu royna at spæla onkrar dystir við felagnum.

Í Svendborg er metingin hon, at teir báðir føroyingarnir eru sera væl fyri kropsliga, og at teir væl kunnu standa seg í donsku 1. deildini.

Bæði Heðin og Rógvi hava sáttmála við KÍ næsta ár, men tað hevur verið almenni politikkurin hjá KÍ, at teir ikki forða fyri, at spælarar í felagnum kunnu gera yrkisspælarar í útlondum, um møguleikin er fyri tí.