At siga, at Havana hevur sæð betri dagar, er ikki at taka munnin ov fullan. Hesin staðurin, sum so mangan hevur verið bæði sungið og skrivað um, hevur av sonnum verið ein verðinsbýur í sínum vælmaktsdøgum. Býurin andar av søgu. Her hava gingið menn alt frá Columbusi í miðøldini til mafiabossarnar Lucky Luciano og Meyer Lansky heilt upp at okkara døgum. Ivaleyst hava eisini sjórænarar sum Frances Drake og Henry Morgan herjað her, eins og kend fólk sum Marilyn Monroe, Errol Flynn og Frank Sinatra dámdu væl at koma higar í tíðini millum Seinna Heimsbardaga og Kollveltingina. Bara soleiðis til stuttleika og fyri at verða sædd.
Eisini kendir rithøvundar hava fingið íblástur hiðani. Kendir eru menn sum Graham Greene, sum skrivaði tað mangan tiltiknu bókina "Okkara maður í Havana". Fyri ikki at gloyma Ernest Hemingway, sum búði stóran part av lívi sínum her í Havana og í bygdini Cojimar beint uttan fyri býin. Her hevur hann skrivað verk sum "Island in the Stream" og ikki minst "Gamli maðurin og havið", sum av álvara gjørdi hann kendan úti í heimi. Tað var eftir, at hendan bókin var komin út, at Hemingway í 1954 fekk bókmentavirðisløn Nobels. Og árið eftir varð filmur gjørdur yvir søguna.
Men alt hevur sína tíð, og soleiðis er eisini við býarinnar mæti. Havana er í dag langt frá tí, hann einaferð hevur verið. Tann angi, ið dag er yvir býnum, er ikki av filmsleikarum og øðrum góðum fólki, sum tekur sær av løttum. Heldur er tað dálkingin og tey ótømdu ruskíløtini, um tey yvirhøvur verða brúkt, sum ein merkir á sínum gongutúrum gjøgnum smølu, annars hugnaligu gøturnar í gamla býnum. Og at fólk heldur ikki hava pengar um hendur, er rættiliga sjónligt. Allastaðni verður tú steðgaður av fólki, sum vilja selja eitthvørt. Serliga sigarir. Ella tey vilja veita tær ymsar tænastur, sum tey nú halda, ferðamaðurin hevur brúk fyri. Av teimum fyrstu 1.000 cubanarunum, eg havi møtt, mundu umleið teir 619 vilja selja mær sigarir, meðan restin spurdi: "Taxi, Sir?"
Og so allar kvinnurnar. Mangan hevur verið tikið til kvinnurnar í Havana. Og sungið verður eisini ofta um tær. Ein tann kendasta er ivaleyst tann hjá Evert Taube. Hon, sum sat í vindeyganum og ongar pengar hevði eftir.
Og soleiðis hava tær tað eisini í dag. Og úrslitið er, sum so manga aðrastaðni, at tær fara á almenna uppboðssølu. Tær sveima rundan um hotellini, og tilboðini eru alla tíðina. Og tað, sum kanska er eitt tað ringasta, er, at talan er um heilt ungar gentur. Cuba er við at gerast ferðamannaland, eftir at neyðin líkasum hevur noytt stjórnina at loyva fremmandum ferðafólki inn. Og tað hevur bæði fyrimunir og vansar við sær.
Eitt nú er tað beinleiðis vamlisligt at síggja hesar gomlu, slevandi skandinavarnar og týskararnar púra alment sita og kráma uppi á smágentum at kalla. Og tað hóast skøkjuvirksemið er bannað her á Cuba.
Tann allastaðni verandi løgreglumaðurin steðgar tíðum ungum gentum, sum ferðast á gøtuni og biður um at síggja samleikaprógv, sum tær skulu hava hjá sær. Ein roynd at halda skøkjulevnaðinum niðri, hóast hann ikki virkar serliga væl. Tann søguríki og fyrr so stolti høvuðsstaður Cuba er í álvarsligum forfalli. Húsini detta beinleiðis niður yvir fólk, og tí eru myndugleikarnir, av berari neyð, farnir undir at seta hesar vøkru, gomlu bygningarnar í líkinda stand. Men fólkið er blítt. Tú undrast stórliga á, hvussu tað ber til, at fólk, sum liva í so smáum korum, kunnu vera so fitt og fyrikomandi. Eg kenni ikki endaliga svarið, men kann bert sanna, at eg havi kent meg vælkomnan her. Hóast tey eru ágangandi, eru tey forvitin eftir at vita, hvør fremmandamaðurin er, og hvussu fólk liva, har hann býr. Hetta er jú eisini ein háttur at fáa ymiskt at vita um heimin uttan fyri Cuba, tí framvegis er avmarkað, hvat fólk sleppa at lesa og síggja í sjónvarpi.
Hóast eg á hotellinum dagliga síggi til dømis CNN og kann siga frá um bæði tokvanlukkur í Bretlandi, vatnflóð í Miðamerika o.s.fr., hava cubanar ikki hendan møguleikan. Tey hava tvær rásir, og á teimum síggja tey oftast ein og hvønn film og eina av longu røðum Fidels. Men kortini siga tey, at tey vilja verða verðandi á Cuba. Tey vilja hava betri kor, men ikki flyta burtur. Eitt vanligt orðatak er: "Eg eri fyri kollveltingini, men ikki kommunismuni."
Tað er heitt. Eg siti í løtuni á einum bókasavni í Capitole í Havana og sendi teldupost heim til Føroya. Uttan fyri er hitin umleið 30 stig, og vætan í luftini er øgilig. Luftin er skitin, og hvørja ferð, er komi aftur á hotellið, má eg skifta hvønn tráð. Ikki bara orsakað av sveitta, men stutt og greitt, tí eg eri skitin.
Seinni í dag fari eg saman við tulki mínum at vitja gomlu skansarnar, sum í forum vórðu bygdir at halda bretskum og fronskum sjórænarum burtur frá spanska ríkidøminum í býnum.
Søgan er rík, og ivaleyst verður okkurt at frætta seinni frá
"Tykkara manni í Havana"
Edvard í Skorðini Joensen