Jan Muller
Klaksvík
Men eins avgjørdir norðoyingar vóru í síni søk at hækka játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús, eins støðuføst var landsstýriskvinnan í heilsumálum. Hon stóð við avgerð sína at lækka játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hóast hon ikki longur hevur nakra ávirkan á fíggjarlógaruppskotið, tí tað er farið í løgtingið, so fýrdi Helena Dam á Neystabø kortini ikki fyri enn einaferð at grundgeva fyri, hví hon hevði lækkað játtanina til Klaskvíkar Sjúkrahús.
- Hetta skal ikki uppfatast sum nakað illvilji móti Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Við tí fíggjarkarmi eg havi fingið at ráða yvir, havi eg avgjørt at prioritera øðrvísi, og í hesum sambandi havi eg upprioriterað serstovnaøkið, almannaøkið og eldraøkið sum heild segði landsstýriskvinnan og vísti á, at sammett við okkara grannalond er eldraøkið ógvuliga nógv afturúrsiglt, meðan støðan á sjúkrahúsøkinum er nøkunlunda tann sama sum í øðrum londum.
Hvat viðvíkur framtíðini so metti landsstýriskvinnan, at brúk er fyri størri samskifti og samstarvi á sjúkrahúsøkinum, soleiðis at vit m.a kunnu beina burtur tær yvirlappandi funktiónirnar, sum eru í dag.
Helena Dam á Neystabø nevndi eisini, at hóast útreiðslurnar til heilsuverkið eru hækkaðar, so eru vit framvegis eftirbátar á fleiri týðandi økjum, eitt nú innan rehabilitering av rørslutarnaðum, bæði børnum, ungum og gomlum.
Samd
- Ikki færri enn fýra tingmenn, tveir landsstýrismenn og løgmaður vórðu við á fundinum saman við umboð fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Niðurstøðan hjá bæði tingfólki og landsstýrisfólkum var tann, at heilsumálaráðharrin hevði verið óheppin við síni umprioritering og mæltu til at lata Klaksvíkar Sjúkrahúsi ta neyðugu játtanina. Jógvan við Keldu, tingmaður metti málið nógv álvarsligari og av størri prinsipiellum týdningi enn bert at fevna um verandi fíggjarlógaruppskot. Hann vísti á, at Landssjúkrahúsið fær nógv størri vælvild frá játtandi myndugleikunum enn Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta vildi hann hava broytt.
Niðurstøðan av fundinum var greið: tingfólkini fyri Norðoyggjar fara at hækka játtanina aftur til Klaksvíkar Sjúkrahús. Vilhelm Johannessen segði bart út, at hann umhugsaði at leggja uppskot fyri tingið at seta av 3 mill. kr. aftrat til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hetta m.a. tí, at sjúkrahúsið hevði ikki fingið dispensatión fyri lønarhækkingarnar eins og hini sjúkrahúsini. Tingmaðurin helt, at hesin peningurin kundi væl takast av tí yvirskoti uppá 331 mill., sum er roknað við á fíggjarlógini. Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sum eisini var við á fundinum, segði, at hann fór ikki at leggja seg út í, hvussu heilsumálaráðharrin disponeraði, men persónliga hevði hann borið seg øðrvísi at, um hann sat í hennara stað. Hann metti tað annars ikki rætt at broyta verandi fíggjarkarm, tvs. heldur ikki at fara eftir teimum trimum milliónunum, sum Vilhelm Johannesen fór at skjóta upp, av yvirskotinum. Tá máttu pengarnir so heldur finnast innan verandi karmar.
Stendur við sítt
Helena Dam á Neystabø sigur í eini viðmerking eftir fundin í Klaksvík, at hon stendur fast við sítt. Hon heldur framvegis, at tað er eingin grundgeving fyri, at Klakarvíkar Sjúkrahús skal liggja á einum hægri støði enn Suðuroyar Sjúkrahús. -Eg kann heldur ikki góðtaka, at ein meirjáttan til Klaksvíkar Sjúkrahús verður tikin av játtanini til heilsumálini sigur hon men hevur annars onga viðmerking í løtuni til, hvørjar avleiðingar tað fær, um tingmenn kortini krevja hetta av henni.
Uppá fyrispurning um vit skulu hava trý sjúkrahús í Føroyum framhaldandi sigur landsstýriskvinnan, at hetta sigur verandi lóg jú, og heldur hon eisini, at vit skulu varðveita hesi sjúkrahús, soleiðis at trygdin verður so góð sum tilber. Men samtíðis mælir hon til umstruktureringar. Og hetta er nakað hon fer at arbeiða meira við, tá vit koma inn í næstu øld. Og her vónar hon at fáa ta neyðugu fakligu hjálpina frá leiðslunum á øllum trimum sjúkrahúsunum. Eitt nú hevur hon tørv á haldgóðum hagtalstilfari, nakað, sum trot er á í dag, og sum ger tað so torført at fáa stungið út í kortið ein framtíðar sjúkrahúspolitikk, sum byggir á bæði trygdina hjá sjúklingunum men so sanniliga eisini, hvussu strukturerað og harvið eisini prioriterað verður. Broyttir og avmarkaðir fíggjarkarmar fyri heilsuøkið í framtíðini fara at seta nýggj krøv til øll tey, sum skulu standa fyri og skipa eitt nú sjúkrahúsverkið leggur Helena Dam á Neystabø aftrat.
Jákup Petersen, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum var eisini við á fundinum. Hann metti tað vera skeivt at niðurleggja størv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí hetta var eitt vælvirkandi sjúkrahús. í sama viðfangi nevndi hann eisini, at støðan á Landssjúkrahúsinum er út av lagi vánalig. Yvirlæknin metti tað vera óheppið, at heilsumálaráðharrin var komin við niðurskurði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi júst nú starvsfólk og onnur á fagligum støði vóru farin undir at tosa um, hvussu tey trý sjúkrahúsini best kunnu virka saman sum ein felags eind til frama fyri allar brúkarar. Hann legði dent á, at endamálið við fundinum var at kunna politikararnar um, at her er talan um eitt gott sjúkrahús, sum ikki hevur brúk fyri niðurskurðum. -Tó vóna vit, at politikararnir taka hetta til eftirtektar og hækka játtanina aftur til sjúkrahúsið.