Alla hesa vikuna, hevur stórt virksemi verið í Leguhúsinum í Nesvík, sum føroyska Heimamissiónin eigur. Orsøkin til hetta er, at seinasta hond í løtuni verður løgd á fyrireikingarnar til sangskeiðið hjá Heimamissiónini.
Rundur føðingardagur
Við tað, at hetta eisini er 20. ferð, at sangskeiðið verður hildið, verður nógv gjørt burtur úr hesa ferð. Til tess at hýsa tiltakinum hava tey fingið játtað húsarúm í Norðurlandahúsinum, og Hans Jákup Hansen, sum er skrivari í sang- og tónleikanevndini hjá Heimamissiónini, dylur ikki fyri, at tey eru sera fegin um hetta. Við tað, at øll útgerðin, umframt sitipláss og annað, longu eru í húsinum, lættur hetta sera nógv um fyrireikingarnar. Sangararnir kunnu sostatt nýta alla sína orku til at hugsa um framførsluna, og átti hetta at viðført, at henda verður enn betur.
Harumframt kemur sjálvsagt, at ljóðgóðskan í Norðurlandahúsinum er hin besta, og skuldu allar fortreytir fyri einari væleydnaðari framførslu verið til staðar.
Talan verður um tvær framførslur leygardagin, og eru hesar settar at byrja ávíkavist kl. 16.30 og 19.30. Hvør framførsla er sett til at verða umleið hálvan annan tíma til longdar.
Norskur kórleiðari
Sum nevnt, hevur stórur aktivitetur verið í Leguhúsinum alla vikuna. Ikki færri enn 250 fólk hava búleikast har alla vikuna, og hava tey vant dúgliga hesa tíðina. Talan er um 2 kór, sum skulu hava framførslu. Eitt vaksnamannakór við góðum 160 luttakarum umframt barnakór, har eini 80-90 børn fara at syngja.
Til at leiða kórið hevur Heimamissiónin fingið hjálp úr Noreg, haðani 32 ára gamli Kjell Valle er komin. Hóast sín unga aldur hevur hann longu drúgvar royndir í kórleiðslu, við tað, at hann seinastu 7 árini hevur tikist við hetta.
Aftur at sær hevur Kjell fleiri føroyskar tónleikarar, sum hava vant dúgliga seinastu mánaðirnar.
Fjølbroytt skrá
Skráin fyri kvøldið er annars sera fjølbroytt. Nú talan er um 20. sangskeiðið, verða sjálvandi nakrir sangir frá fyrsta sangskeiðnum á skránni, og eru nógvir av hesum rættuliga meinlíkir sálmasangi. Harumframt verða nógv ymisk løg framførd, og fevna hesi um alt frá black gospel yvir a cap'pella til klassiskan tónleik, so fyrireikaranir vóna, at her verður eitt sindur av hvørjum.
Atgongumerkini
Atgongumerkini verða seld í forsølu í Kunningarstovuni við Saltangará umframt í Norðurlandahúsinum. Harumframt verður sjálvandi møguleiki at keypa atgongumerki við dyrnar, um so er at øll ikki verða seld í forsølu. Av Kunningarstovuni frættu vit fyrrrapartin í gjár, at áhugin fyri atgongumerkjunum hevur verið hampuliga stórur, men av tí, at so stutt var fráliðið, síðani tey byrjaðu søluna, dugdu tey illa at meta um, hvussu nógv fór at verða selt í forsølu. Kostnaðurin fyri atgongurmerkini er 50 kr. fyri vaksin og 30 kr. fyri børn.










