Í dýrdarveðrinum ? stilli og líkka ? á Krossinum í Sumba seinnapartin sunnudagin kundi tað mest av øllum líkst, at besta fótbóltsliðið hjá teimum hevði vunnið meistaraskapin. Har hoyrdust kanónbuldur, rakettirnar fóru steyrrættar upp á fagra heystarhiminin, og fagnaðurin mundi ongan enda tikið.
Fólkatalið í kommununi er niðanfyri trý hundrað, men í sambandi við alt avgerandi fótbóltsdystin, sum var ímóti leirvíkingum, vórðu seld 320 atgongumerkir. Tá børnini og onnur, ið ikki eiga at rinda atgongugjald, verða tald við, so vóru so nógv fólk kring vøllin, at tað umleið svaraði til hálva aðru ferðina fólkatalið í bygdini. Og so er spurningurin, um tað er nakað dømi um sovorna undirtøku nakra aðra staðni í heiminum!
Áskoðararnir komu úr allari oynni, og nógv, sum vóru í Suðuroy í heystfrí, løgdu leiðina til Sumbiar.
Leirvíkingar komu suður bæði við Smyrli og við Silju, sum lá á Hvalba og bíðaði. Einki var at siga til, at teir vóru skjótir avstað, tá dysturin var liðugur, men í Sumba var lagið gott alt vikuskiftið, og nú eru teir farnir at tosa um, hvussu teir skulu leggja komandi kappingarárið til rættis.
Fínur venjari
Mitt í summar fekk Milan Cimburovic ábyrgdina av liðnum. Teir fóru undir venjingina 10. juli, og fram til kappingarbyrjan vandu teir fýra ferðir mitt í viku, umframt at teir gjørdu nógv við fótbóltin í vikuskiftinum.
? Tá vit fóru undir aftur kappingina, vóru vit sera væl fyri fysiskt. Milan koyrdi á okkum, og tað hevur givið úrslit, tí í seinnu hálvu hava vit bara tapt tríggjar ferðir, staðfestir Jan Poulsen, ein av veteranunum í Sumba.
Hann heldur eisini, at venjarin hevur verið sera væl fyrireikaður til dystirnar:
? Venjarin hevur víst seg at havt eitt fantastiska gott innlit í styrkir og veikleikar hjá mótstøðuliðunum, hann hevur sett okkara lið eftir hesum, og tað er hann komin væl frá, er metingin hjá Jan Poulsen.
Í Sumba vilja tey fegin hava venjaran at halda fram í starvinum. Tey rokna við, at tað eru vánir fyri, at hetta fer at bera til, men einki var avgjørt, tá vit frættu.
Týdningarmiklir
jugoslavar
Eingin sumbingur fær pengar fyri at spæla fótbólt. Felagið er lítið, og fíggjarliga grundarlagið er ikki til yrkisfótbólt við nógvum spælarum á lønarlistanum:
? Vit eru allir greiðir yvir hetta, og eg rokni við, at vit fara allir at halda fram og tað undir somu korum, sigur Jan Poulsen.
Í Sumba hava teir havt tríggjar jugoslavar á liðnum. Teir hava fingið eina samsýning fyri at spæla fótbólt, umframt at teir hava arbeitt. Spasojé Biberdzic kom til Sumbiar fyrst í 1998, og hann hevur verið har síðani. Systkinabarnið hjá honum, Nikola Biberdzic, kom tíðliga í ár. Hann fer í dag til Noregs, og Nebosja Veljkovic fer eisini avstað.
? Fleiri onnur feløg hava sýnt áhuga fyri jugoslavunum, men vit vóna, at tað fer at bera til at gera avtalu við teir um komandi ár, áðrenn teir fara avstað, søgdu tey í Sumba sunnukvøldið.