Hondin er ikki útrætt

Marita Petersen heldur ikki, at samgongan á nakran hátt roynir at fáa andstøðuna við í arbeiðið at broyta ríkisrættarligu støðu Føroya

Fyrrverandi løgmaðurin úr Javnaðarflokkinum, Marita Petersen, heldur ikki, at samgongan kýtir seg serliga nógv fyri at fáa ta breiðu semjuna, tosað verður um, í løgtinginum.

Hetta heldur hon vera ógvuliga harmiligt, og sigur hon seg noyðast at ásanna, at tað ikki ber til hjá politikarunum at tosa saman. Samgongan hevur tikið eina støðu, og tað ber als ikki til at nærkast einari loysn, ið kanska liggur eitt sindur við síðuna av hesi avgerð.

Marita Petersen heldur, at tá samgongan er so støðuføst, kann ikki sigast, at hon rættir armin út móti einari breiðari semju í tinginum. Allar loysnir, ið liggja ímillum politikkin hjá samgonguni og andstøðuni eru útilokaðar. Samgongan góðtekur bert hugsjónirnar hjá andstøðuflokkunum, um teir leypa á vognin hjá samgonguni og tískil hava somu fullveldishugsjónir, sum samgongan.


Tó ein vón

Men Marita Petersen hevur tó eina vón. Hon heldur, at tað møguliga eru kreftir í báðum leirunum, ið ynskja at finna eina loysn. Og tí er kanska hóast alt ein vón fyri, at okkurt fer at henda.

Marita er púra samd í, at neyðugt er við broytingum í ríkisrættarligu støðu Føroya. Hon heldur, at tíðin er farin frá heimastýrisskipanini, og um føroysku flokkarnir ikki koma til eina semju um at broyta ríkisrættarligu viðurskiftini, so er vandi fyri, at einki hendir, og vit verða verandi í teirri gomlu, ótíðarhóskandi skipanini.

Javnaðarkvinnan vísir á, at støðan kann gerast heilt hættislig, um landsstýrið fer til Danmarkar at samráðst um ein sáttmála við donsku stjórnina, sum síðani fellur við eina fólkaatkvøðu. Men hon heldur somuleiðis, at tað kann fáa ógvusligar avleiðingar, um ein slíkur sáttmáli verður viðtikin við einum teprum meiriluta á einari fólkaatkvøðu.


Veljarin ørkymlaður

Marita Petersen vónar, eins og so mong onnur, at støðið á aðalorðaskiftinum fer at verða á einum hægri støði, enn orðaskiftið um fullveldisætlanina higartil hevur verið í fjølmiðlunum. Hon heldur, at veljarin er ørkymlaður av orðaskiftinum, ið hevur verið alt annað enn upplyftandi.

? Eg má siga, at eg sakni tann positiva andan í orðaskiftinum, sigur Marita Petersen, sum heldur, at báðir vengurnir - Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin - hava flutt seg, so teir eru farnir burtur frá fundamentalistisku meiningum sínum. Men hóast hetta verður ikki tosað saman. Flokkarnir royna bert at markera seg, og tað heldur hon vera ógvuliga keðiligt.

? Skal aðalorðaskiftið gerast mennandi, mugu pólarnir flyta seg eitt sindur. Tað flokspolitiska má leggjast eitt sindur til síðis, so til ber at tosa siðiliga um málið.

Marita Petersen fegnast um, at føroyingar eru komnir so langt, at kjakast verður um at broyta ríkisrættarligu støðuna á einhvønn hátt. Hetta heldur hon vera neyðugt, um enn ikki eftir leisti samgongunnar. Marita vísir at enda á, at um nýggja stýrisskipanarlógin ikki var komin á sinni, hevði ikki borið til at fari undir at broytt ríkisrættarligu støðuna. Umsitingarliga baklandið hevði nevniliga ikki klárað tað, uttan nýggju stýrisskipanarlógina.