ávegis. ? Sniðhúsini verða bygd á staðnum, har tey skulu standa. Vit gera alt arbeiðið soleiðis at húsini eru klár at flyta inn í, tá ið vit fara, sigur Rói. Afturat sær hevur Rói bæði múrarar, rørleggjarar [...] við. Hetta er nógv betri, sigur Rói. Snið nr. 1 hús fer at hava ein prís uppá umleið 800.000 kr. Tað ávirkar tó prísin, hvat og hvussu eigarin vil hava húsini innrættað. Men við áðurnevnda prísi er alt [...] Samstundis sum fleiri og fleiri hús verða smíðað í Føroyum, vaksa tilboðini eisini, hvussu húsini skulu síggja út. Snikkarameistari Rói Dahl-Jacobsen úr Havn er nú komin við einum nýggjum sniði av húsi
føroyingar á ein heldur óformellan hátt. -Vit hava áður staðið fyri ráðstevnum í Norðurlandahúsinum, har upplýsing og orðaskifti vóru á skránni. Hesaferð vildu vit nýta høvi til at fáa prát við eitt nú føroysk [...] umráðandi, at vit skilja og vita, hvør støðan er á havbotninum í dag, og hvørjar avleiðingar ein møgulig leiting kann fáa á umhvørvið. Vit mugu prioritera umhvørvisspurningin, og tað er nettup tað vit leggja [...] hesaferð og spurdu vit hann, hví teir valdu at brúka júst Listaskálan til slíkt tiltak? -Eg havi lagt mær í geyma, hvussu ómetaliga stóran týdning listin og mentanin sum heild hava fyri føroyingar, og
ásettur, tá løgtingið skal fara í summarfrí. Í Danmark verður altíð miðjað eftir, at fólkatingið fer til hús grundlógardag, 5. juni, men tað heldur ikki altíð. Í Føroyum fór tingið ofta fyrr til hús flaggdagin [...] skiftandi landsstýrum, tí tey hava bíðað við at komið við flestu uppskotunum til henda dag. Tað hava tingmenn og so nógv onnur verið sera misnøgd við, og landsstýrini hava givið lyfti um bót og bata, men [...] Tjóðskaparmálini Orðingarnar í samgonguskjalinum, sum hava við, skulu vit kalla tað vanligu, málsøkini at gera, eru rundar, men út frá signalunum higartil kunnu vit rokna við, at tað verða nøkur uppskot løgd fram
stavn, og sum má halda fram, til tess vit eisini hava fingið stórar og góðar orðabøkur, sum fevna um tey stóru málini, sum vit føroyingar tíðum nýta. Alt ov leingi hava vit føroyingar verið noyddir at nýta [...] málið, men við hesi stóru móðurmálsorðabókini, teirri fyrstu, vit eiga, eru vit komin langt, um enn ikki er rokkið á mál enn, tí eitt skulu vit minnast til: »Ein tjóð livir og vísir seg í mentan síni«. Eitt [...] orðabøkur, og í dag hava vit fingið eitt væla amboð at menna og prýða mál okkara, sum er høvuðstreytin fyri ? ja, sjálvur hjartatátturin í ? samleika okkara sum tjóð. Tað mugu vit ongantíð gloyma. Hetta
Vagli. Hendi nakað á Vaglinum, so hoyrdu vit tað, og tá var ikki at sita heima. Vit søgdu yvir á Vaglið og yvir á Skálatrøð. Nú er tað longu langt síðani, at vit sótu á Skálatrøð og hugdu eftir kappróðri [...] treystu ítróttarfólkunum, og Havnar Hornorkestur við sínum frálíka spæli. Fyri hetta hava tey stóra tøkk uppiborið. Øll eiga vit ólavsøkuna og seta okkara dám á hana við okkara atferð. Bygdamentan, býarmentan [...] sum dagliga eru galdandi, hava ikki sama virði á ólavsøku. Tey uppliva hvønn annan í einum heilt øðrum leikluti. Hetta er við til at skapa fatan millum ættarliðini. Tey ungu hava á ólavsøku møguleikar fyri
vingarsamur um støðuna. ? Politikararnir hava lítið og onki at skula hava sagt longur. Nú eru tað landsstýrismenninir, sum hava fingið mestsum alt vald og sum hava fingið heimild at stýra stýra øllum við [...] Bergur Poulsen førdi fram, at tá ið ídnaðarfiskiskapurin undir Føroyum helt upat, misti Havsbrún sostatt 30.000 tons av rávøru um árið, sum eru einar 60 milliónir verd, tá ið tey eru virkað til fóður. Tí [...] av lagi illa, sum fiskifrøðingarir hava sagt, at teir skuldu heldur ansa sær eitt sindur. ? Tað eru ikki tilmæli frá fiskifrøðingum, sum regulera fiskiskapin og hava bjargað okkum fiskiríkidømi og búskapin
framvegis á odda í 2. deild, og skulu vit meta út frá nøvnunum, sum vóru við til at manna liðið, tá gøtumenn leygardagin vitjaðu á Sandi, so átti grundarlag at veri fyri framhaldandi oddastøðu og harvið [...] vandamiklasti málskjúttin. At Eli noyddist at fara av vøllinum, tá tað restaði eitt korter, kom illa við hjá B71. Gøtumenn vóru ikki nøgdir, tá teir fóru norðurum aftur. Teir kendu tað, sum um teir høvdu mist [...] venjingarstøða. Flytir B71 upp, so er neyðugt hjá fleiri av hesum at gera hópin meiri við tað, enn teir hava gjørt í ár. Men týdningarmiklasti spælarin hjá B71 er framvegis Eli Hentze. Bæði sum undangongumaður
var ikki nóg gott, tá avrikið verður havt í huga. ? Men tað vísir seg aftur og aftur, at okkara dreingir hava ilt við at gera nýtslu úr møguleikunum. Fyrstu 20 minuttirnar vóru vit á hædd við teir, og [...] og allan 2. hálvleik vóru vit væl við. Tað var hugaligt at staðfesta, at spælararnir ikki bara sparkaðu burtur, sum vit onkuntíð hava sæð, men at teir varðveittu bóltin, fluttu fólkið fram og spældu seg [...] er høgur, tá tú ert óskettin, var seinni helmingur av 1. hálvleiki ímóti Svøríki gott dømi um. 20 minuttir vóru farnir, tá sviar, ið ikki vóru so sannførandi hesa ferð, sum teir onkuntíð hava verið í slíkum
keypa vanligar vørur her, so keypa vit ikki so nógv, sum kanska verður keypt í størri plássum, har fleiri handlar eru. Tá ið vit fara til handils, keypa vit tað, vit hava brúk fyri, men ikki meir. Í størri [...] og niður, hvussu nógv børn hava verið í bygdini. Tað hevur víst seg at verða ávís tíðarskeið, tá ið tað hava verið nógv børn, og onnur tíðarskeið, tá ið næstan eingi børn hava verið í bygdini, sigur Jógvan [...] ? Um vit høvdu fingið loyvi til tað, høvdu vit eisini havt fleiri mjólkineyt. Men tað er soleiðis, at kvota er sett á, og vit sleppa ikki at hava meir. Allir tríggir bøndurnir á Trøllanesi hava mjólkineyt
størri dirvi enn áður eg nevni hetta, eftir at hava sæð hagtølini, sum aftur vísa eina minking í 1997 sammett við 96. Hetta er framhaldandi minking, har vit nú hava nátt einum tali, sum er 1/3 av tí fosturtøkutali [...] sigur seg at hava ábyrgdina av, og sum tískil tykjast hvørva í donskum pappírs- og embætismannaveldi. Slíkt er óverdugt, einki samfelag kann sleppa borgarum sínum so upp á fjall, onkur má hava ábyrgd á hesum [...] tað sama sum í 1994. Hesi, mong teirra hava verið uttan arbeiði í mong ár, tørva bráneyðuga hjálp! Júst tí havi eg ilt við at skilja brotið í løgmansrøðuni, sum vit lesa á síðu 33. Hetta brotið verður nevnt