Løgmansrøðan 1998 - fyrsta hjá núverðandi løgmanni, hevur uppiborið heitið skilagóð.
Tó stutt, so megnar hon at lýsa samfelagsstøðuna, og hon leggur upp til eitt avgjørt neyðugt samstarv á Løgtingi? við eitt vegamót í framtíðarstøðu Føroya?, sum løgmaður málber seg.
?risatøk liggja fyri framman? neyðugt er við breiðari politiskari semju? umráðandi er at náa eina felags fatan hóast vit ikki eru samd um smálutir?- hesi vóru nøkur brot úr røðuni. Vónandi verða hesi orð umsett til veruleika í tí politikki, sum liggur fyri framman.
Tó at meginparturin av broytingunum, ið ætlaðar eru í ríkisrættarligu støðuni enn eru fjaldar, so boðar tað, ið fram kemur í røðuni, frá, at menn ætla at gera eitt grundleggjandi fyrireikingararbeiði, áðrenn samráðingarnar verða, og avgerðandi orðið fær føroya fólk við fólkaatkvøðunar. Orð sum? fíggjarlig og búskaparlig uppgerð- skiftisskipan-javnbjóðis partar- samstarvssáttmáli- neyvt fyrireikingararbeiði og ikki minst? framrokningar um ein sjálvberðandi Føroyskan búskap??- alt hetta ber boð um, at borgarin kann kenna seg tryggan, her er ikki ætlanin at fara fram eftir fummum. Við landsstyrismannin í sjálvsstyrismálum fari eg, við loyvi formansins, at siga: ?halt fram á hesi kós, og hugsa alla tíðina um trygd og trivna hins einstaka í tí arbeiði tú tekst við?.
Ikki eri eg bangin fyri, sum aðrir hava orðað seg - at samgongan fer at halda andstøðuna uttanfyri- til tað er uppgávan ov týdningarmikil og stór, brúk verður fyri hvørjum einasta løgtingslimi. Og ikki minst - brúk verður fyri øllum teimum veljarum, sum hin einstaki løgtingslimurin umboðar, tann dagin fólkaatkvøðurnar verða.
Loyv mær, áðrenn eg fari víðari, til umhugsunnar at nevna eitt dagsaktuelt mál, sum kanska vísir eina best hvussu veikir vit eru í núverðandi ríkisrættarligu støðu okkara. Je hugsi um málið um teir báðar føroysku skipararnar, sum verða hildnir fangar av fransmonnum. Í fimm mánaðir hevur annar teirra, Sigmund Andreassen, sitið sum fangi, uttan at tað tykist sum nakar føroyskur myndugleiki kann veita honum og avvarðandi hansara neyðugu hjálpina. Her er talan um einstakar føroyingar, sum ongin sigur seg at hava ábyrgdina av, og sum tískil tykjast hvørva í donskum pappírs- og embætismannaveldi.
Slíkt er óverdugt, einki samfelag kann sleppa borgarum sínum so upp á fjall, onkur má hava ábyrgd á hesum øki, um ikki, so vísir tað best, at broytingar eru bráneyðugar.
Marknaðartrætan, marknaðarviðurskifti, tey arbeiðsleysu og uttanlandaskuldin- eru mál, ið sjálvsøgd verða viðgjørd í løgmansrøðuni.
Nevnt verður, at nú eru 20 ár síðani marknaðarmálið við bretar kom á skránna, at higartil úrslitaleysu samráðingarnar við hesar byrjaðu fyri 7 árum síðani, og at ongin fundur hevur verið síðani septembur 1997.
Hendan er støðan nú vit standa á gáttini til hesa vinnu- av sonnum eitt úrslit, sum ikki tænir samráðingarførleika okkara til rós. Her má brótast upp um armar og farast til verka, at tryggja okkum rættindi okkara.
At sama samráðingarkynstri førdi til núverðandi E.S sáttmálan man vera flestu Føroyingum kunnugt. Ein sáttmála, sum bant, bindur og forðar vinnulívi okkara enn í dag. Tí er positivt at lesa um ætlanir landsstýrisins um broytingar- av ringum royndum við politkkarum í øðrum londum (t.d. broyttu javnaðarmenn í Svøríki, eina tilvildarliga nátt, støðu frá at verða móti ES til at verða fremstu talsmenn fyri hendan felagsskap), loyvi eg mær at biðja Løgmann og/ ella landsstyrismann í uttanríkismálum, at vátta fyri Føroya fólki, at ongar ætlanir eru um at føra Føroyar inn í ódemokratiska felagsskapin ES.
Fyri góðum 2 árum síðani spurdi undirritaði, Miðfloksins vegna, táverðandi løgmann um ætlanir vóru um samstarv við onnur lond enn ES londini( sum jú bert umboða 6% av heimsins íbúgvum). Av svarði hansara framgekk, at so var ikki. Je vóni, og haldi meg eisini skilja, at núverðandi landsstýri hevur víðari sjónarring á hesum týdningarmikla økinum- samstarv og samhandil við onnur lond.
Arbeiðsloysið minkar, verður sagt í løgmansrøðuni. Ikki er langt síðani, einaferð tíðliga í vár, at serkønir á økinum, í útvarpssending vístu á, at fór tú at kanna eftir, so var talið á teimum, sum ófrívilluga gingu uttan arbeiði, áleið tað sama sum í 1994. Hesi, mong teirra hava verið uttan arbeiði í mong ár, tørva bráneyðuga hjálp! Júst tí havi eg ilt við at skilja brotið í løgmansrøðuni, sum vit lesa á síðu 33. Hetta brotið verður nevnt ? ónýtt arbeiðsmegi?. og har verður skriva, eftir øllum at døma er tað landsstyriskvinnan í almann- og heilsumálum, ið eigur orðini, um ein ? framleiðslumiss, ið samfelagið hevur av teimum, hvørs- citat v. loyvi formansins- hvørs vinnuevni bert eru partvíst skerd?. Hvørs vinnuevni bert eru partvíst skerd- tvs., at aftur eru avlamispensionistar okra í skotmála- tað at hesir ikki eru 100% óarbeiðsførðir er vorðið ein trupulleiki fyri samfelagið.
Soleiðis kann alt vendast á høvdið!
Nei, harra formaður, ynskir landsstyriskvinnan at fáa óarbeiðsfør fólk til arbeiðis aftur, so kann hon hjálpa teimum 8, 10 ella 12% av føroya fólki, sum, uttan at ynskja tað ganga og leingjast eftir arbeiði hvønn dag.
Júst í hesum brotinum- um almanna og heilsumál- eru orðingar annars, sum ørkymla meg. Eitt er, at lítið konkret verður ført fram, mest breiðar generellar vendingar, men har er ein ódámligur dámur yvir nógvum av tí framført verður. Tosa verður um? endurskoðan av valferðarhugtakinum? uttan at neyvt verður sagt frá- og víst verður til stjórnir og fakbólkar aðrastaðir í vesturheiminum, sum eisini ætla hetta. Hvørjar eru hesar stjórnir, hvørjir eru hesir fakbólkar?
Tosað verður um nýggja lóggávu fyri almann- og heilsuverkið?- lagað til fíggjarorku landsins?. ?Lagað til fíggjarorku landsins?- lesur tú restina av løgmansrøðuni, t.d. fyri mentannarøkið, so eru orðingarnar aðrar- tá er talan um ? at bøta um , varðveita, økja fíggjarkarmar, stuðla?- og einki verður sagt um at laga hetta eftir nøkrum fíggjarkarmi.
Tilvitað ella tilætlað?
Um stórøkið heilsumál verður bert breitt røtt um betran av heilsutænastuni, og konkret bert hetta, at halda fram við útbyggjanini av landssjúkrahúsinum( fyrr var verri). Og so eitt brot , sum í besta føri má kallast láturligt og við góðum vilja óskiljandi. Við formansins loyvi lesi eg hetta brotið:? heilsuliga rokningin fyri lívsstíl rinda fólk vanliga ikki í einum valskeiði, men heldur tekur tað 4-5 valskeið, áðrenn tann rokningin kemur. Fyribyrgjandi arbeiðið er sostatt ein langtíðaríløga?. Gott at eg ikki skal til próvtøku í slíkum teksti.
So verður skrivað um teldu- og kunningartøkni m.a. í sb.v. røkt av sjúklingum. Eini góð ráð til landsstýriskvinnuna- verð varðin!- slá kalt vatn í blóðið, læt teg ikki taka av fótum av ? smádreingjum?, sum spæla við teldur. Lat ikki tøknina koma inn millum sjúklingin og røktar/ viðgerðarfólk- tað kemur okkum skjótt aftur um brekku.
Tosað verður um nettoskuld Føroya. Lat meg sláa fast, at fyri einstaka Føroyingin, sum er um at hokna undan skuldarbyrðuni, sum ábyrgdarleysir vinnulívsmenn stovnaðu í 80?unum, lættir tað einki um at vita, at ognin, sum tey fáu vinnulívsfólkini, bankanir, tryggingar v.m. eiga í úlondum, at hendan ognin er størri enn tann landskassaskuld, sum tey dagliga noyðast at strevast at gjalda. Hjá teimum er tað dagligi dagurin, ið telur, ikkki fiktiv tøl.
Loyv mær í hesum sambandi at spyrja- haldi meg ikki hava sæð nakað um tað í røðuni- um ætlanir eru um broytingar í ognarviðurskiftum bankans. Sum er eiga vit hann øll- og tað er náttúrligt, hetta, at øll tey, sum bjargaðu honum, eiga hesa ogn landskassans. Vónandi eru ikki ætlanir um at ognartaka hann og geva hann út til tey fáu!
Spurningurin hevur verið frammi um at seta aftur gr. 18 nevndina- fari at spyrja um ætlanir eru um at finna offrini fyri 80 ìni og bøta sár teirra. Miðflokkurin spurdi táverðandi fíggjarmálaráðharran, men spurningurin varð, vegna valgið, ikki svaraður, hvørjar ætlanir vóru um at rætta teimum hond, sum mistu hús síni í kreppuárunum, men hóast tað sita eftir við stórari skuld. Hvørjar ætlanir hevur Landsstýrið, nú bankarnir aftur ríka seg upp, at hjálpa hesum?
Eitt tað fyrsta málið Miðflokkurin legði fyri løgtingið tá okur fingu umboðan fyri 4 árum síðani var spurningurin um útflutning av óvirkaðum fiski. Leingi gekk, men loksins varð skipan gjørd, sum viðførdi minkan í hesum útflutningi. Men enn er hetta talið alt ov stórt- 5.100 tons av óvirkaðum toski og hysu fyrsta kvartalið. Arbeiði at minka um hendan útflutning má halda fram.
Tað kann, eftir Miðfloksins tykki, aldrin góðtakast, at ogn allra Føroyinga, fiskiríkdømið í havinum, verður flutt út til aðrar at virka, meðan Føroyingar ganga arbeiðsloysir ár eftir ár.
Fiskiríkdømi er ogn okra allra, tí fer Miðflokkurin at mæla frá at samtykkja størri umsetiligheit í fiskirættindunum.
Tosað hevur verið um privatisering, m.a. av telefon- og postverkinum. Lat meg minna á, at tað, at leggja almennar stovnar í almenn partafeløg, tað er ikki privatisering. Men tað ger, at politikkararnir bert fáa minni og minni ávirkan á hvussu almennu stovnarnir verða riknir.
Skiftandi landsstýri hava arbeitt við nýggjari kommunuskipan, herundir at tvinga kommunur at leggja saman. Hví ikki heldur veita hjálp til kommunalt samstarv, sum vit kenna tað úr Vágum, í Sandoynni og nógva aðrastaðir.
Millum uppskotini, ið fara at verða løgd fram, nevnir Landsstyrið broytingar í lóg um fólkanøvn. Vónandi verður møguligt aftur at geva børnum vanlig føroysk nøvn, og ikki bert útdeyð nøvn úr norðurlendsku sokallaðu gudalæruni.
At enda fari eg at nema við týdningarmesta málið av øllum, eitt mál, sum ikki verður nevnt í røðuni, og sum ikki sæst verða millum tey mál, ætlan er at leggja fyri tingið í hesari tingsetuni - tað er málið um fosturtøkurnar, ið framdar verða.
Tað er við størri dirvi enn áður eg nevni hetta, eftir at hava sæð hagtølini, sum aftur vísa eina minking í 1997 sammett við 96.
Hetta er framhaldandi minking, har vit nú hava nátt einum tali, sum er 1/3 av tí fosturtøkutali, sum var fyri fáum árum síðani.
Eina tøkk skulu teir og tey hava - felagsskapurin pro Vita, fyrrverðandi løgtingslimir fyri KrF, Miðflokkin og einstaklingar úr øðrum flokkum, sum tordu at tosa søk teirra verjuleysu, í einari tíð, tá tað ikki var nakað, ein tosaði um.
Fátøk er tann tjóðin og í vanda stødd, sum sleppur neyðstøddu sínum, kvinnum, hjúnum, fostrum upp á fjall, og bjóðar fosturtøku sum loysn á sosialum og øðrum trupulleikum!
Við formansins loyvi fari eg at siga við fíggjarmálaráðharran:? góðtak ikki at peningur skattaborgarans verður brúktur at týna sakleys fostur við- inndrag hesa játtan og brúka hana til at bjarga lívum?.
Mál okkar eigur at verða at byggja eitt land, har einasta uppgáva sjúkrahúsverksins verður at bjarga lívum - frá gitna til ellisár. Tað fer at bera Signing Harrans til tjóð okkara í ríkiligt mát.