Gerið tykkum greitt hvat tit sjálvi ynskja

- Tað er sera umráðandi, at føroyingar sjálvir gera sær greitt, hvat tit vilja við eini oljuvinnu - og tá ivist eg ikki í, at oljufeløgini eru fús til at hjálpa sigur Keith Lough, stjóri í oljufelagnum Lasmo, sum tó leggur dent á, at tað kann ganga drúgv tíð frá boring til olja verður funnin, og tí er góð tíð til fyrireiking

-Vit hildu Listaskálan verða rætta staðið at hitta føroyingar, nú júst mentanin er ein so týðandi og virkin partur av føroyska samfelagnum sigur stjórin fyri virkseminum hjá enska oljufelagnum Lasmo, í Norðureuropa, Keith Lough.

Lasmo og Norsk Hydro buðu herfyri listafólk, vinnulívsfólk, politikarar oo. til eina samkomu í Listaskálanum. Hetta var bæði fyri at vísa andlit men serstakliga fyri at koma á tal við føroyingar á ein heldur óformellan hátt.

-Vit hava áður staðið fyri ráðstevnum í Norðurlandahúsinum, har upplýsing og orðaskifti vóru á skránni. Hesaferð vildu vit nýta høvi til at fáa prát við eitt nú føroysk listafólk oo. um teirra gerandisdag og teirra tankar í sambandi við eina komandi oljuvinnu.

Keith Lough sigur, at teir við hesi vitjanini eisini hava roynt at kunna seg um, hvussu føroyska samfelagið arbeiðir, eitt nú hvussu fíggjarverðin er sett saman.


Mentan stóran týdning

Michael Welland stendur á odda fyri oljuleitingini hjá LASMO við Føroyar. Hann hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir, eitt nú staðið á odda fyri ráðstevnum í Norðurlandahúsinum. Hann var eisini við hesaferð og spurdu vit hann, hví teir valdu at brúka júst Listaskálan til slíkt tiltak?

-Eg havi lagt mær í geyma, hvussu ómetaliga stóran týdning listin og mentanin sum heild hava fyri føroyingar, og eisini hvussu stóra ávirkan hon hevur á alt her. Vit hildu tí Listaskálan verða eitt gott umhvørvi at hitta føroyingar í, og var tað eisini tí, at vit tóku við okkum ein av teimum frægu listamálarunum í Bretlandi. Hugsan okkara var eisini, at hetta kundi vera við til at knýta saman føroysk og bretsk listafólk sigur Michael Welland.

Keith Lough er samdur við starvsfelaganum. Hann sigur, at teir undir vitjanini í Føroyum herfyri fingu sera góð prát við føroyingar. -Hetta er fyrstu ferð, at eg síggi land tykkara, og eg má siga, at her er ótrúliga vakurt, og fólk eru so vinsom og áhugað. Listaskálin er eitt ótrúligt hús, her er so friðaligt og ein so hugnalig atmosfera.

Keith Lough hevur arbeitt hjá Lasmo seinastu 10 árini. Hann hevur útbúgving innan fígging og hevur síðani 1997 staðið á odda fyri virkseminum hjá Lasmo í Norðsjónum og á øllum Atlantsmótinum. Við sær til Føroya hevði hann umframt leitingarstjóran Welland eisini Sandy Shaw, sum tekur sær av løgfrøðiligum og handilsligum spurningum. Eisini var eitt fólk við, sum tekur sær av flutningi og logistikki.

-Endamálið var eisini at vísa fleiri av okkara egnu leiðarum landið og fólkið her, soleiðis at tey í sínum arbeiði betur kunnu skilja siðirnar, støðuna og men-

talitetin her. Vit arbeiða ymsa staðni í heiminum, og tí er tað umráðandi, at vit læra fólkið og mentanina í nýggjum leitiøkjum sum Føroyum væl at kenna.

Keith Lough hevur lagt til merkis, at flestu føroyingar duga og skilja enskt, og tað heldur hann vera ein stóran fyrimun fyri allar partar, skal gongd koma á eina oljuvinnu her. Hann heldur tað annars vera eina áhugaverda og spennandi uppgávu at skula leita í einum heilt nýggjum øki við so stórum møguleikum og so nær Bretlandi og Norðsjónum, har teir hava nógv virksemi.

-Føroyingar tykjast sera áhugaðir í oljuvinnuni og skilur ein væl, at tað verður spurt, um olja er her. Einki kann sigast fyrr enn borað er, men tað at so nógv oljufeløg vísa áhuga, sigur ikki so lítið um útlitini.

Men vit vilja eisini við slíkum samkomum og fundum annars gera tykkum greitt, at ?there is a long way to go?, at tað er langt á mál. Tað kann ganga drúgv tíð, frá tí at borað verður fyrstu ferð, til møgulig olja verður funnin.

Keith Lough heldur tí, at føroyingar enn hava nøkur ár at umráða seg í - og til eitt nú saman við oljufeløgunum at skilja, hvat føroyingar kunnu og skulu gera í eini komandi oljuvinnu.

-Slíkir spurningar eru ikki lættir at svara, men eg eri vísur í, og tí eru vit eisini her nú, at oljufeløgini fegin vilja hjálpa føroyingum at útvikla tað slag av ídnaði, sum ynskiligt er. Ein eigur at forða fyri, at tað verða gjørdar stórar og skeivar íløgur, og tí mugu vónirnar eisini byggja á realismu. Ikki fyrr enn borað er og olja funnin, ber til at gera sær niðurstøður at byggja víðari á. Men tíðin til tá kann so brúkast við skilagóðum fyrireikingum, og her er tað, at oljufeløgini eisini vilja hjálpa við sínum royndum og kunnleika.

Hann heldur tað vera umráðandi, at føroyingar tosa við oljufeløgini og siga teimum, hvat føroyingar sjálvir ynskja av eini oljuvinnu. Eitt nú hvør ídnaður skal vera her. Annars heldur Lasmo-stjórin, at ein opin dialogur millum oljufeløg, stjórnina og samfelagið sum heild er tann besti vegurin at ganga, og tað, sum best kann tryggja øllum pørtum ein sunnan og stabilan útvikling. At kunna leggja viðurskiftini í fastar ?long-term? - langtíðar karmar hevur eisini stóran týdning.

Vit spurdu Keith Lough, um hann sær royndirnar hjá Greenpeace at stegða nýggjari leiting vestan fyri Bretland og í Norðsjónum sum eina hóttan móti komandi leiting við Føroyar eisini!

-Eg veit ikki, hvørjar ætlanir Greenpeace hevur við tí føroyska økinum. Lat meg tó siga tað soleiðis. Tað arbeiði, ið verður gjørt nú av føroyingum og oljufeløgunum í sambandi við umhvørvi, er av alstórum týdningi. Tað er sera umráðandi, at vit skilja og vita, hvør støðan er á havbotninum í dag, og hvørjar avleiðingar ein møgulig leiting kann fáa á umhvørvið. Vit mugu prioritera umhvørvisspurningin, og tað er nettup tað vit leggja stóran dent á, ikki minst við Føroyar.

Keith Lough heldur eisini, at vit ístaðin fyri bara at fokusera uppá dagskránna hjá Greenpeace eiga at taka fram týdningin, sum oljuvinnan í dag hevur í samfelagnum. Hon gevur nevniliga arbeiði til nógvar hendur, og hon skapar stór virði til samfeløgini. -Vit mugu heldur ikki gloyma týdningin, sum olja og gass hevur fyri at ganga tørvi okkara á menning á møti.

Undir vitjanini í Føroyum hevur Keith Lough eisini havt høvi til at hitta umboð fyri oljumyndugleikarnar og har eisini oljumálaráðharran Eyðun Elttør.