september í fjør var ein vanligur dagur í lívinum hjá Magnusi í Hjøllum, vanliga róptur Maggi, sum í fleiri ár hevur róð út í egnum báti. Magnus býr í Saltnesi. - Vit, sum plaga at koma í Undirhúsið á [...] knappliga ikki at fáa knapparnar aftur. Tá Magnus í Hjøllum hevði staðið á gólvinum eitt bil, vendir hann sær móti konu síni, sum enn liggur í seingini. Hon sær, at alt er ikki, sum tað skal og biðir mannin [...] líka sum í mønuna og upp móti lítlaheila. Blóðpláturnar órógvaðu nervina til stýringina av heilanum og út í likamið. Tíbetur kom Magnus í Hjøllum skjótt fyri seg aftur, og hann ivast onga løtu í, at tað
Elmar Ósá. Harðari í Føroyum enn í Danmark At gera ein tvífaldan jarnmann í Føroyum er ikki tað sama, sum at gera tað í Danmark ella aðrastaðni. - Tað er eyka ekstremt at gera tað í Føroyum, tí her eru [...] plagar at siga, at um tú súkklar 100 km í Føroyum, so skalt tú súkkla 150 km í Danmark, fyri at tað skal vera tilsvarandi hart. Um hesin faktorurin eisini er galdandi fyri hendan tvífalda jarnmannin, so skuldi [...] havt súkklað um 500 km í Danmark í mun til teir 360 km í Føroyum. ##med2## Eitt gamalt hugskot Tað eru nøkur ár síðan, at Elmar Ósá byrjaði at umhugsa at gera ein tvífaldan jarnmann. Í 2012 gjørdi hann ein
og kjak í útvarpinum - bæði í tíðindunum og morgunsendingini. - Eg kendi tað, sum at øll ábyrgdin fyri alt, sum stóð í samgonguskjalinum, var løgd á meg. Eg skuldi brádliga svara fyri avgerðir í samgon [...] vera mál í politikki, sum tær ikki hóvar. - Politikkur snýr seg um at svølgja nakrar kamelar fyri at kunna ávirka nøkur onnur mál. Tað er eisini galdandi fyri meg. Skal eg kunna arbeiða fyri mínum hjartamálum [...] eg ikki brúk fyri, greiðir Jóna frá. - Slíkar viðmerkingar gera einki gott fyri nakað, og tí deaktiveraði eg profilin hjá mær. Hvat skuldi eg brúka hatta til? Men nakrar dagar seinni sat eg heima í køkinum
vinkonan fyri alt í verðini kemur afturíaftur í øllum góðum. Hon er ein slík fitt og hugalig kvinna, og hon er so løtt at koma í samband við. Hon er ógvuliga glað, bæði fyri menniskju og djór. Fyri trimum [...] javngamlar og gingu í paralellflokki, eins og tær vórðu fermdar saman í Gjøvik í Noregi. - Eg hoyrdi navnið á Anne-Elisabeth Hagen nevnt, meðan eg stór í køkinum, og navnið var eisini at síggja í tíðindamiðlum [...] Í Lørenskog í Noregi eru avbyrgingar hjá løgregluni langt síðan tiknar burtur, leitingin í Langvannet, sum liggur upp at húsunum hjá Anne-Elisabeth og manninum, miljarderinum, Tom Hagen, eru lidnar, og
universitetinum í Århus, áðrenn hann kom heimaftur til Føroyar í 1978 at arbeiða í bilasølufyritøkuni, sum hann yvirtók í 1985. Hetta var í tíðarskeiðnum, tá virksemið í Føroyum var í hæddini. Tað førdi [...] passivur limur í Fólkaflokkinum í nøkur ár. Tað eydnaðist Finnboga Arge at verða valdur inn á ting fyri Sambandsflokkin í 1991. Fekk rímiligan góðar møguleikar í flokkinum. Hann fekk sess í fíggjarnevndini [...] breið semja í flokkinum fyri dagføra Heimastýrislógina, og tað var sett í stevnuskránna. Bert teir gomlu sluppu framat Tá flokkurin eftir valið fór í Tinganesi, vísti tað seg, at bert teir gomlu í flokkinum
var nú inni í býnum. Fleiri av teim í dag heilt góðu rennarunum í Rennifelagnum Treysti eru sprottin burturúr hesum stevnukappingunum, sigur Guttorm Sørensen. Í 1998 verða trý rennifeløg í landinum, og [...] langrenning í sjónvarpinum, og skriva millumtíðirnar niður á pappír. – Tað var av reinum áhuga fyri einstaklinga ítrótti og úthaldni, sigur hann. Lívið til skips Guttorm varð føddur í Klaksvík í 1968, og [...] og varð enn einaferð løgd í gips. Renningin byrjaði í Danmark Hondin varð ongantíð tann sama aftur, og tí steðgaði lívið umborð eisini. Fyrst í hálvfemsinum vóru tíðinar í Føroyum eisini við at verða
at hetta ikki er fiskur, sum bara verður her fyri eina tíð. Tað skal vera heilt undarligt, um so verður, soleiðis sum tað nú sær út, leggur hann aftrat. Jack Højgaard sigur, at fiskiskapurin í heyst javnan [...] gjørdist áttati ár hin 31. mai í ár og hevur verið fiskimaður alt sítt raska lív, er hann framvegis virkin á sjónum. Eftir at hava átt bát og skip í eini 40 ár, dugdi hann ikki at gevast á sjónum, tá hann [...] onkur, um eg ikki dugdi at gevast. Men, eg geri tað, eg havi elskað alt lívið, og tað er at fiska. Hví skuldi eg givist, hóast eg eri áttati og føli meg at vera væl fyri? Mær tørvar ikki at rógva út, men
landsstýrismann í fiskivinnumálum, útvarpinum á miðdegi mánadagin, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum, Anfinn Olsen, sum hevur sent miðlunum lesarabræv seinnapartin í dag. "Eg skilji ikki, hví manningarfeløgini [...] manningarfeløgini. Men, hetta rópar formaðurin í Reiðarafelagnum fyri "eitt spæl fyri gallarínum", tí við undantaki av útróðrarbátum og trolbátum, eru øll reiðarí limir í Reiðarafelagnum, og tey hava tískil skyldu [...] avmarkaðari atgongd til sjófeingi… eigur í mest møguligan mun at falla til landið". - Í nýskipanarálitinum verður víst á, at Búskaparráðið í síni frágreiðing í 2014 við útrokningum staðfesti, at meira
avbjóðingum í oynni havi eg stríðst fyri í áravís, og tí var hetta ein sera søtur biti at fáa undir tonnina. Hann sigur, at privat var løtan í summar, tá dótturin helt pisurøðuna vegna HF-ararnar í viðarlundini [...]
gott er fyri framman í kommunalum høpi. Kommunan fer at gera nógvar íløgur í komandi ári, og tað kemur at krevja nógv av borgarstjóranum at halda eyga við øllum, men eg havi sett mær fyri, at eg skal brúka [...] tá tað, sum eg arbeiði fyri, gevur úrslit. Tí var løtan í løgtinginum, tá vit samtyktu Virknis- og Umlættingardeplilin á Sandi, eins og tá spakin varð settur í, stórar løtur fyri meg. At bøta um korini
skipið kom í flotan, var stór umrøða í Sosialinum um søguna, sum hongur uppi í hesum skipi. Hana fara vit at lata liggja hesaferð. Ikki stálið... Tá Tróndu í Gøtu loysti á vestaru bryggju í Havn tíðliga [...] Tróndur í Gøtu kom í flotan um miðjan januar 1987 og kostaði tá einar 85 miljónir krónur. Hetta var nógvur peningur í sínari tíð, og tað gekk ikki long tíð, til tað stóð á gomlum nøglum hjá felagnum í Gøtu [...] Útlitini eru ikki so góð, sum tey hava verið, men vit vóna, at svartkjaftakvotan fer at økjast aftur. Í aðrar mátar vóna vit, at ikki bara pelagiski flotin skal bera niðurskurðir, ið koma. Í dag verður nógvur