Tað er ikki nøkur sjálvfylgja, at tú vaknar á morgni, ert frískur og kanst fara til arbeiðis. Knappliga ein dag kunnu umstøðurnar broytast, og tú missir førleikan, sum tú helt vera eina sjálvfylgju.
Mikudagurin 6. september í fjør var ein vanligur dagur í lívinum hjá Magnusi í Hjøllum, vanliga róptur Maggi, sum í fleiri ár hevur róð út í egnum báti. Magnus býr í Saltnesi.
- Vit, sum plaga at koma í Undirhúsið á Toftum, høvdu verið og sungið á eldrasambýlinum Vesturskin um kvøldið.
Seinni sama kvøld hjálpti Magnus í Hjøllum konu síni at vaska í svimjihøllini á Toftum, og klokkan mundi vera út við 23, áðrenn tey vóru við hús aftur. Í so máta var hetta eitt heilt vanligt kvøld.
- Eg føldi hvørki eitt ella annað, og eg føldi meg heldur ikki troyttan, tá vit fóru til songar, sigur maðurin, sum altið hevur verið raskur og bragdligur.
Men, morgunin eftir, hósmorgunin 7. september, tá útróðrarmaðurin vaknaði, var tað sum at fáa eina spann við køldum vatni beint í høvdið. Í fyrstu syfti kendist morgunin ikki øðrvisi enn aðrir.
- Eg visti einki um, at nakað var gingið út yvir meg um náttina. Eg reisti meg upp úr seingini, fór út á gólvið og tók eftir skjúrtuni. Men, eg dugdi knappliga ikki at fáa knapparnar aftur.
Tá Magnus í Hjøllum hevði staðið á gólvinum eitt bil, vendir hann sær móti konu síni, sum enn liggur í seingini. Hon sær, at alt er ikki, sum tað skal og biðir mannin fara á wc’ið at hyggja í speglið.
Og tá er tað, at Magnus í Hjøllum gerst rættiliga skakkur.
- Eg sá beinanvegin, at her var okkurt spinnandi galið. Eg var rættiliga skeivur í andlitinum, og vinstra lið hekk og var steindeyð.
Her var einki annað at gera enn at fara til lækna, og læknin sendi Magnus í Hjøllum á Landssjúkrahúsið, har hann noyddist at bíða í nakrar tímar, áðrenn hann bleiv kannaður.
Fyri at gera ein langa søgu stutta, vísti tað seg, at hann hevði havt ein lítlan blóðpropp um náttina - uttan sjálvur at vita av tí ella at hava følt sær nakað mein.
Læknarnir søgdu, at talan var um reyðar blóðplátur, sum vóru loysnaðar frá teimum hvítu og høvdu sett seg líka sum í mønuna og upp móti lítlaheila. Blóðpláturnar órógvaðu nervina til stýringina av heilanum og út í likamið.
Tíbetur kom Magnus í Hjøllum skjótt fyri seg aftur, og hann ivast onga løtu í, at tað, sum gjørdi munin, var, at hann var so væl fyri likamliga.
- Eg merkti framgongd hvønn dag, og longu 14 dagar seinni var eg saman við versoninum aftur í bátinum. Størsti trupulleikin var balansin, men tá eg hevði verið í bátinum eina løtu, minkaði trupulleikin.
Magnus í Hjøllum sigur, at neyðugt hevur verið hjá honum at lært nógv ting av nýggjum, men tíbetur gekk blóðproppurin ongantíð út yvir talu og orðaval.
- Eg hevði ikki hug at boyggja meg, tá eg gjørdist sjúkur, og í dag havi eg næstan somu førleikar aftur, sum eg hevði áðenn sjúkraleguna, sigur útróðrarmaðurin.