Í Lørenskog í Noregi eru avbyrgingar hjá løgregluni langt síðan tiknar burtur, leitingin í Langvannet, sum liggur upp at húsunum hjá Anne-Elisabeth og manninum, miljarderinum, Tom Hagen, eru lidnar, og lívið í grannalagnum er so smátt farið at ganga sína vanligu gongd aftur.
Men, enn veit eingin, hvat er hent ríkmanskonuni, sum eingin hevur sæð, ei heldur hoyrt nakað til síðan hin 31. oktober í fjør. Tá 100 dagar vóru farnir, síðan kvinnan hvarv, hitti norska blaðið VG nakrar grannar til hjúnini í Lørenskog.
- Fyri hvønn dag sum gongur, minka møguleikarnir fyri, at vit fara at fáa okkara granna aftur. Hetta er fullkomiliga ófatiligt, sigur ein av gannunum hjá Anne-Elisabeth Hagen við heimasíðuna - www.vg.no.
Nakrar kilometrar frá bústaðnum hjá Anne-Elisabeth og Tom Hagen, situr vinkonan hjá teirri horvnu, Inger Lise Kjeksrud. Tær eru javngamlar og gingu í paralellflokki, eins og tær vórðu fermdar saman í Gjøvik í Noregi.
- Eg hoyrdi navnið á Anne-Elisabeth Hagen nevnt, meðan eg stór í køkinum, og navnið var eisini at síggja í tíðindamiðlum. Eg trúði bara ikki, at hetta var mín vinkona, sum tey tosaðu um.
Men, hvat hugsar vinkonan, nú tað eru gingnir 100 dagar, síðan ríkmanskonan bleiv burtur?
- Hetta er ræðuligt, og eg hugsi um hana hvønn einasta dag. Hvar er hon?
Lise Kjeksrud heldur tað vera ógvuliga løgið, at eingin í grannalagnum skal hava sæð nakað, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, tí húsini her liggja so tætt upp at hvørjum øðrum.
- Eg fái ilt í búkin av hesum, og eg hopi, at vit fáa at vita, hvat er hent – uttan mun til, hvat tað er. Sjálvandi hopi eg, at vinkonan fyri alt í verðini kemur afturíaftur í øllum góðum. Hon er ein slík fitt og hugalig kvinna, og hon er so løtt at koma í samband við. Hon er ógvuliga glað, bæði fyri menniskju og djór.
Fyri trimum árum síðan vórðu 50 ár liðin, síðan vinkonurnar báðar vórðu fermdar, og tá vóru tær við til at hátíðarhalda dagin.
- Eg havi ikki snakkað við hana síðan, men eg havi møtt henni fleiri ferðir her í Lørenskog. Tá vit vóru saman til fermingarveitsluna, vóru vit samdar um at hittast til ein drekkamunn onkuntíð, men higartil var tað ikki blivið til nakað, sigur Lise Kjeksrud.
Vinkonan sigur seg vóna, at Anne-Elisabeth Hagen kemur afturíaftur og ikki bara verður verandi burtur, tí hon heldur, at tað verður ræðuligt, um hetta mál ikki verður loyst.
Ein maður við navninum, Glenn Hartmann-Hansen, sum VG eisini hevur skift orð við, arbeiddi í fleiri ár fyri hjúnarfelagin hjá Anne-Elisabeth Hagen, miljarderin, Tom Hagen, og tískil kennir hann hjúnini væl.
Glenn Hartmann-Hansen sigur, at hann var heima og vitjaði hjá teimum í Lørenskog hin 29. oktober í fjør – bara tveir dagar, áðrenn Anne-Elisabeth Hagen hvarv. Alt var sum vanligt, og hon bjóðað kaffi og setti køkur á borðið.
- Bara hesin eini mánaðin, síðan eg fekk at vita um hetta, hevur verið tungur, og eg ivist onga løtu í, at hetta má hava verið ein ógvuliga tung tíð fyri familjuna, sigur Glenn Hartmann-Hansen.
Men, hvat hugsar hann um málið, nú 100 dagar eru farnir, og einki lívstekin enn hevur verið til Anne-Elisabeth Hagen?
- Lat meg siga tað soleiðis: Eg trúgvi og hopi, at hon er á lívi, og at tað er onkur útendskur bólkur, sum stendur aftan fyri hetta. Fólk, sum nú snakka og gita um annað, mugu lata slatur og snakk liggja, segði Glenn Hartmann-Hansen við VG, tá norska ríkmanskonan fyrr í hesum mánaðinum hevði verið burtur í 100 dagar.