- Eg flýddi undan ágangi

- Menniskjan er eirindaleys. Tá hon kennir seg kroysta, fer hon eftir tí veikasta liðnum og leypir á. Fólk vóru frustrerað um flatskattin, og tað gekk útyvir meg. Viðmerkingarnar vóru ljótar, óreinar og persónligar, og tað hevði einki við politikk at gera. Eg haldi ikki, at eg hevði uppiborðið hasa viðferðina, heldur Jóna Mortensen, tingfólk hjá sambandsflokkinum, um atfinningarnar móti henni fyri jól

- Eg hevði heilt víst roknað við, at eg fór at koma út fyri einum sindri av hvørjum, tá eg fór uppí politikk. Men eg fór frá at vera tann fitta konan, sum savnaði inn til tey fátæku, og til at verða syndabukkur - næstan yvir eina nátt. Og tað var eg ikki fyrireikað uppá.
Tað sigur Jóna Mortensen, sum av álvara kom í miðlameldurin í desembermánaði. Hon er útlærd bankakvinna, og tá hon stillaði upp til seinasta løgtingsval, fekk hon 161 atkvøður. Tað gjørdi hana til triðja eykafólk á sambandslistanum. Tá Sambandsflokkurin kom í samgongu, tók Jóna sæti á Tingið. Men tað hendi ikki fyrr enn samgongusamráðingarnar vóru lidnar og samgonguskjalið nærum var komið undir land.
Hon hevði undan valinum lovað at arbeiða fyri teimum veiku bólkunum í samfelagnum, og tað lyftið sampakkaði sambært summum ikki heilt við ætlaninar um flatskattin hjá tí samgonguni, sum Jóna gjørdist ein partur av.
Hon varð viðgjørd í sjónvarpi, útvarpi og bløðum, og tá hon seinni stongdi sín facebookprofil, varð eisini tað tikið upp til analysu og kjak í útvarpinum - bæði í tíðindunum og morgunsendingini.
- Eg kendi tað, sum at øll ábyrgdin fyri alt, sum stóð í samgonguskjalinum, var løgd á meg. Eg skuldi brádliga svara fyri avgerðir í samgonguskjalinum, men veruleikin er, at eg bara eri triðja eykafólk á sambandslistanum. Eg havi tískil nærum onga ávirkan havt á, hvat stendur í samgonguskjalinum, sigur Jóna.
- Eg umhugsaði, hvat eg skuldi gera, tá ágangurin var størstur. Um eg skuldi gevast, um eg skuldi atkvøða ímóti flatskattinum og pensjónsskipanini ella hvat. Eg skal vera púra erlig og viðganga, at uppskotið smakkaði mær ikki væl. Men boðini vóru púra greið: tann, sum atkvøddi ímóti, var uttanfyri. Og ert tú uttanfyri, fært tú ikki ávirkað nakað sum helst, staðfestir Jóna.

Persónligur ágangur
Jóna greiðir frá, at ágangurin á hana byrjaði, tá eitt videobrot, sum hon hevði gjørt undir valstríðnum, varð lagt út á facebook. Í brotinum sigur Jóna seg vilja arbeiða fyri teimum, ið bera brek, teimum gomlu og øðrum, sum hava tørv á eini hjálpandi hond. Og so byrjaðu viðmerkingarnar at hegla omanyvir Jónu. Brotið breiddi seg skjótt á facebook, tað bleiv sett upp ímóti samgonguskjalinum og varð sera nógv viðmerkt. Tað var tað heilt stóra samrøðuevnið.
- Í fyrstuni lat eg tað bara ganga sína gongd. Men tá onkur skrivaði, at »hon hevur verið krabbasjúk fyri stuttari tíð síðani, so hon er veik. Vit kunnu helst fáa hana at knekka skjótt«, og tað beinanvegin komu hópatals viðmerkingar frá fólki, sum stuðlaðu hesi útsøgnini og sum søgdu seg ætla at koyra á meg, inntil eg fór niður við nakkanum, tá hugsaði eg, at hesum hevði eg ikki brúk fyri, greiðir Jóna frá.
- Slíkar viðmerkingar gera einki gott fyri nakað, og tí deaktiveraði eg profilin hjá mær. Hvat skuldi eg brúka hatta til? Men nakrar dagar seinni sat eg heima í køkinum ein morgunin og hoyrdi, at eg var til viðgerðar í útvarpinum. Eg varð analyserað aftur og fram av serfrøðingum, tí eg hevði stongt facebookprofilin.
- Teir komu fram til, at eg royndi at sleppa mær undan tí boðskapinum, sum eg var farin til val uppá. Teir søgdu, at tá man stillar upp, so má man eisini kunna taka eitt sindur av kritikki.
- Men sannleikin var, at eg rann ikki undan kritikki. Eg rann undan ágangi. Tann ágangurin, sum var á meg, snúi seg hvørki um mín boðskap ella um politikk, men um meg persónliga. Tað var óreint og skitið, og hevði einki við kritikk at gera, heldur Jóna.
Hon vísir eisini á, at heimasíða hennara allatíðina var opin, og har lógu øll tey somu klippini. Hon rann tí ikki frá sínum lyftum á nakran hátt. Men hon tímdi ikki útspillingina, sum gekk fyri seg á facebook.
Jóna fór tó ikki niður við nakkanum av áganginum. Tvørturímóti.
- Eg gjørdist treisk og hugsaði, at eg so aldrin skuldi gevast á hondum. Men nú skilji eg væl, at politikkur ger fólk hørð. Tað vóni eg tó ikki, at eg verði. Eg vil ikki missa meg sjálva burtur.
Jóna situr eina løtu uttan at siga nakað. So ristir hon við høvdinum.
-Og hetta er tað, sum øll so fegin vilja verða ein partur av. Vit brúka tíð, orku og pengar uppá at føra valstríð, og stríðið er mangan hart. Men tað er ikki fyrr enn man er komin inn, at tað veruliga stríðið byrjar, sigur hon hugsunarsom.

Skilir frustratiónina
Hóast tað gekk hart útyvir hana persónliga, so skilir Jóna, at fólk vórðu ill, bangin og frustrerað um tey stóru málini, sum samgongan hevur tikið upp.
- Hatta er jú ein stór broyting, og eg skilji væl, at fólk høvdu nógvar frustratiónir. Tey vóru helst skuffað av mær, tí tey høvdu kanska ikki væntað, at eg fór at atkvøða fyri einum slíkum uppskoti.
Jóna heldur tó, at nýggjar skipanir altíð fara at skapa ørkymlan. Ofta vísir tað seg tó, tá ein tíð er farin, at tað ikki er so galið, sum frammanundan hildið.
Men hon slær fast, at tað altíð fara at vera mál í politikki, sum tær ikki hóvar.
- Politikkur snýr seg um at svølgja nakrar kamelar fyri at kunna ávirka nøkur onnur mál. Tað er eisini galdandi fyri meg. Skal eg kunna arbeiða fyri mínum hjartamálum, so má eg vera har, sum avgerðirnar verða tiknar.
Tað hava tó ikki bara verið negativar viðmerkingar. Fleiri eru eisini, sum stuðla Jónu, og sum biðja hana halda á.
- Tá harðast leikaði á, og eg hugsaði um at gevast, vóru fleiri, sum bakkaðu meg upp. Ein segði, at um eg gavst í politikki, bara tí eg fekk eina harða byrjan, so fekk eg allar mínar veljarar uppá nakkan. Og tað var hóast alt verri enn at hava ill mótstøðufólk, heldur Jóna.
Hon viðgongur, at um hon hevði havt sitið í fleiri valskeið, so hevði hon kanska handlað øðrvísi. Men hon var spildurnýggj í Tinginum, og tað var ringt at hava tað stóra yvirblikkið.
- Tað var sum ein bóltur, sum fór á rull, og tað bleiv bara meiri og meiri og meiri. Men eg haldi, at eg kann halda høvdinum høgt. Hinvegin eru fleiri, sum áttu at lært seg at stýrt frustratiónunum betri. Eg eri ikki bittur, men eg hevði altso ikki uppiborið hasa útspillingina, heldur Jóna.

At hjálpa
Størsta hjartamál hennara er framvegis tey, ið á onkran hátt eru fyri vanbýti í samfelagnum. Jóna heldur, at hóast vit hava eitt gott samfelag, so eru nógvir samfelagsbólkar, sum detta burturímillum.
- Tað eru nógv í Føroyum, sum hava tørv á eini hjálpandi hond. Vit hava ikki verið nóg góð til at hugsa um allar føroyingar, tí vit hugsa altíð um tey sonevndu "normalu". Taka vit Marknagilsdepilin sum dømi, so kostar hann 400 milliónir. Og tað er ikki eitt einasta orð nevnt um umstøðurnar hjá brekaðum, orðblindum ella øðrum við eitt sindur øðrvísi tørvi.
- Vit hava eisini sæð fleiri dømi um, at fólk mugu berjast sum úlvur á skóg fyri at vinna sær nøkur - í míni verð - sjálvsøgd rættindi. Tá tey so endiliga fáa hjálp, so hoyra vit, hvussu fantastiskt tað er. Tað haldi eg slett ikki. Eg haldi tað hinvegin vera fantastiskt, at vit ikki gera meiri fyri at hjálpa teimum nógv fyrr.
Jóna lýsir seg sum eina kensluborna kvinnu.
- Eg búði nógv hjá ommu míni, tá eg vaks upp. Kanska stavar tað frá henni. Men tað liggur djúpt í mær at hjálpa teimum, sum hava hjálp fyri neyðini. Eg føli veruliga við teimum.
Tí hevur Jóna eisini ilt við at skilja, hvussu fólk kundu vera so órein ímóti henni, og hví tey als ikki dugdu at sýna empati móti tí menniskjanum, sum hóast alt er aftanfyri politikaran.
- Hasin atburðurin og handan útspillingin liggja so sera fjart frá mær, og eg hevði ongantíð farið uppí eitt slíkt kór, sum bara vil rakka fólk niður. Vit undrast onkuntíð á, at børnini happa hvønannan, men børnini gera tað, tí tey vaksnu gera tað.

Lært nógv
Eingin av hinum nývaldu tingfólkunum var fyri somu ákoyringum, sum Jóna Mortensen. Fleiri av teimum garvaðu tingfólkunum undraðust á, at hon varð so nógv umrødd í miðlunum. Men Jóna hevur lært nógv seinastu mánaðirnar.
- Eg eri nú nógv betri rustað til politiska spælið. Eg havi lært, at fólk eru eirindaleys, og tey kunnu gerast beinleiðis órein, um tey kenna seg kroyst. Og eg havi funnið útav, at nógv fólk ikki duga at stýra sínum frustratiónum.
Jóna hevur latið sín facebookprofil uppaftur, men treytirnar eru øðrvísi nú.
- Óansæð hvat eg skrivi, so verður tað nú vent til politikk. Ein dagin legði eg eitt sitat út av Dalai Lama, og mín sann, um onkur ikki fekk vent tí til mína støðu og flatskattin. So tann stuttleikin, sum eg mangan hevði á facebook við at vera við í longum og áhugaverdum tráðum, er farin. Tað er ókey, at tað er soleiðis; tað má eg bara liva við.
Hon umhugsar tó at gera sær ein nýggjan profil, har hon bara hevur familju og persónligar vinir.
- Facebook er ein hentur samskiftismiðil, men hatta er ikki ein pallur, sum eg havi hug at stilla meg út á einaferð afturat, heldur Jóna.
Hóast politiska karrieran byrjaði við einum turbulentum túri í miðlameldrinum, so er Jóna postiv, tá vit tosa um hennara politisku framtíð.
- Hetta er ein góð barlast at hava til restina av valskeiðnum. Eg fái helst úr at gera komandi árini, tí tað eru nógvir føroyingar, sum hava tørv á eini hjálpandi hond. Vit mugu hava eina hugburðsbroyting, so vit automatiskt hugsa tey veikastu inn í okkara avgerðir.
- Men eg vóni, at restin av valskeiðnum verður so mikið hugalig og arbeiðslig, at eg fái hug at stilla uppaftur til næsta val.

---



Faktaboks


* Jóna Mortensen
* Ættað úr Havn
* Gift við Carl Mortensen
* Eigur trý børn: Eyðun 31 ár, Høgni Raja 22 ár og Anitha 19 ár
* Útbúgvin bankakvinna og hevur starvast í Eik í 26 ár
* Te veikastu hava altíð staðið hjarta hennara serliga nær
* Er virkin í Reyða Krossi og Føroya Væl
* Hevur stillað upp tríggjar ferðir fyrr: til seinasta løgtingsval, seinasta býráðsval og seinasta fólkatingsval
* í frítíðini dámar Jónu væl at lesa bøkur, ið læra hana nakað - bæði spirituellar og upplýsandi annars.
* Jóna er millum annað eisini kend fyri at tosa opið og alment um at vera sjúk av krabbameini, fyri stóru innsavningina til Somalia, sum hon stóð fyri í 2011, og fyri síni mongu lesarabrøv.
* Móðir Theresa er hennara størsta fyrimynd