Sleppa vit upp í part at stýra kommununi komandi valskeið, ætla vit at halda fram á hesi leið til allur 2. flokkur fær tilbðið og eisini 3. flokkur í tann mun, tørvur er á tí. Royndirnar eru, at so at [...] frítíðarskúla. Vit høvdu sjálvandi ynskt, at øll kundu fáa tilboðið frá fyrsta degi. Tað var ikki politiskt møguligt, men vit fegnast um, at vit fingu drigið meirilutan so langt við okkum á hesum sinni. [...] Tey fyrstu stigini til frítíðarskúla fyri 2. flokk í Tórshavnar kommunu eru tikin. Nú fíggjarætlanin fyri 2005 var fyri, løgdu vit í tjóðveldisflokkinum fram uppskot um at seta hetta í verk frá næsta skúlaári
mikla verki, vit nú skulu fara undir. Eftir at evsta valdið í næstan 1000 ár hevur verið uttan fyri oyggjar okkara, fara vit nú at taka lut í altjóða samtarvi á jøvnum føti við onnur ríki. Vit ivast ikki [...] Vit eru sannførd um, at samráðingarnar fara at enda við einum góðum úrsliti. Hetta er tí, at tann 14. september 1995 fingu vit 3094, sum eru við í Fólkaítakinum fyri tjóðfundi, bræv frá danska forsætisráðnum [...] úti og heima, og at vit, áðrenn langt er fráliðið, fara at vera ein fyrimynd fyri mong av heimsins londum. Vit bjóða nýggja túsundárinum vælkomnum við nýggja føroyska ríkinum! Á Glyvrum tann 16. mars
kom í kirkjuna í Vági í 1983. Urgan hevur staðið í tøgn í nøkur ár nú. Onkur roynd at fáa urguna umvælda er dottin niðurfyri. Men nú er hetta fingið í lag. Í morgin, allahalgannasunnudag, hevur Ljómur [...] verða trivið í nakað av hesum. Keldur eru Kirkjurnar í Vági (M. Hansen 1989), Ljómur Fimti (N.J. Nolsøe 1989) og Hvíta Kirkjan ? Skálavíkar kirkja 1891- 1991 (1991). Vit hyggja í tekst, sum Arnfinnur Thomassen [...] skrivað til konsertskránna hjá Ljómi í morgin, har hesar keldur eisini eru nýttar, og hyggja eisini í keldurnar: Seinasta kirkjan á Kirkjukletti verður vígd 16. november 1862. Tá hevur bert ein urga verið
skjótari fram, enn at vit kunnu fylgja við á teimum báðum økjunum eisini. Á bygdaráðsfundinum, sum skuldi vera í gjárkvøldið, skuldi bygdaráðið hava fýra byggimál í samband við sethús á skránni. Talan er um [...] í kommununi og av teimum eru 87 undir 18 ár, so her eru nógv børn. Nýggjur skúli er á Velbastað, men har eru næstan 40 børn longu. Skúlin tekur ikki stórt meiri enn eini 10 børn afturat, so er hann fullur [...] ikki at missa tamarhaldið á støðuni. ?Tað er ikki bara at lata fólki grundstykki, sigur hann. Tað er so nógv annað, sum fylgir í kjalarvørrinum á tí, bæði skúli og dagrøkt og vit ætla ikki at fara skjótari
, húsagangi, ampa og trega til støðuna í ár, nú alt tykist ganga sum eftir ánni? Men ger tað nú tað, og hava vit ikki líkasum gloymt allar ávaringarnar vit fingu í nítiárunum um "gullkálvadansin" í át [...] tíð og peningur til eina líkinda heimahjálp. Fleiri hundrað - kanska 500 - eru á bíðilista fyri at sleppa á ellis og røktarheim! Á Landssjúkrahúsinum er so knívskorið, at 18 sjúkrasystrar siga upp, tí tær [...] hóast alt er samfelagið betri fyri nú, siga m.a. búskapar- og samfelagsfrøðingar. Hóast allan viðburð mugu vit kortini ásanna, at ongatíð stendur so illa til, tá vit hugsa um pensjónistar okkara. Pensjónin
tað eru heili 32 fakfeløg, sum hava lønarsáttmála við landsstýrið og tey eru ógvuliga ymisk í stødd, frá nøkrum heilt fáum limum, til Starvsmannafelagið, sum hevur fleiri túsund limir. - At vit eru so mong [...] Hon sigur, at enn eru samráðingarnar á byrjanarstigi og tí dugir hon enn ikki at meta um, hvussu umfatandi samstarvið verður. Sveinaroyndin í heyst Sum tað sæst á hinari greinini her á síðuni, fer Star [...] samráðingar nú. - Tað vita vit ikki, men tað skal standa sína roynd, men vit vóna, at tá ið summi feløg fáa lønarhækking, fer tað eisini at dryppa á hini feløgini. Les eisini greinina: Almenn starvsfólk
annað, at stórur tørvur er á at fáa ein dagførdan føroyskan veðurstovn. Mett verður, at við eini árligari upphædd á umleið átta milliónir krónur, er møguligt at fáa sett gongd á eina dagførda, útbygda og [...] áhuga og skulu raðfestast á besta hátt, so vit samfelagsliga fáa størsta ágóða við tí tilfeingi, sum tøkt er, skrivar Fiskimálaráðið: betri veðurvánir fyri allar Føroyar - ”Veðrið á bygd og í bý, ”útlit fyri [...] veðurlagi og veðurlagsbroytingum til gagns fyri sjóvinnu, vinnu á landi, flogferðslu, tilbúgving og tað føroyska samfelagið sum heild, stendur á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum. Hugsjónin er at gera bestu
eirindaleysan og ómenniskjaligan yvirgang, sum vit eru vitni til við IS, Islamiska Ríkið, í Sýria og Irak. - Vit hámeta fólkaræðið og mannarættindini, og vit vita, at tey krevja at verða vard, tá ið tey [...] State, IS. Tað sigur hann, nú Bjarni Djurholm, tingmaður úr Fólkaflokkinum hevur spurt hann, um hann ætlar at gera vart við seg, nú IS herjar í Miðeystri, og ikki mest er er løgst á tey kristnu við óvanligum [...] av Rana staðfestir, at hann er ómetaliga vónbrotin av løgmanni, tí hóast vit ikki hava ræði á uttanríkisviðurskiftum, eiga vit at geva okkara meining til kennar og at tora at varpa hana út.
verður eftir. - Vit hjálpa eisini fólki at gera eina ætlan yvir, hvussu eitt grundstykki kann koma at síggja út. Eitt nú kunnu vit koma við einum ella tveimum teknaðum uppskotum, og síðan gera vit eitt óbindandi [...] breiðari vitan og førleikum innan gartnaravirksemi til bæði privat, virkir, stovnar og kommunur, og nú eru tey eini 18 fólk til arbeiðis, tá mest er at gera um summarið. Um veturin er sjálvsagt ikki líka [...] virkseminum hjá fyritøkuni fer at veksa enn meira. Anlegsgartnarafyritøkan, sum vit umrøða, er Havin.fo, sum John Kári Midjord á Argjum eigur og rekur. Ein partur av fjølbroytta virkseminum er nýgerð av ymiskum
barnabøkur: Og mamma , sum Elin á Rógvi hevur skrivað, og Rani – ein nýggj byrjan , sum Ingun Christensen hevur skrivað. Hóast bøkurnar innihaldsliga eru ógvuliga ymiskar, eru tær báðar ein sannur fongur at [...] samtíðarsøgu um 11 ára gamla drongin Rana, sum er komin í eina støðu, sum alt fleiri børn uppliva. Mamma og pápi Rana eru skild, og tí má Rani flyta út á bygd at búgva saman við mamma síni og systrini. Men [...] lítlu, men støðugt vaksandi bókarúgvuna við upprunaføroysku barnabókum. Og mamma Og mamma eftir Elina á Rógvi er ein stuttlig og eitt sindur krazy søga um hanan Morgunfríða, Torkilabban, ommuna, Leiku (ein