Jógvan Arge, býráðslimur í Havn
???
Tey fyrstu stigini til frítíðarskúla fyri 2. flokk í Tórshavnar kommunu eru tikin.
Nú fíggjarætlanin fyri 2005 var fyri, løgdu vit í tjóðveldisflokkinum fram uppskot um at seta hetta í verk frá næsta skúlaári.
Tað eydnaðist okkum at fáa býráðið alt at samtykkja at seta 1,8 mió kr av til endamálið frá august 2005.
Tað merkir, at frá tí degi verður møguleiki hjá rúmliga helvtini av teimum, sum fara í annan flokk, at fáa tilboð um frítíðarskúla.
Vit høvdu sjálvandi ynskt, at øll kundu fáa tilboðið frá fyrsta degi. Tað var ikki politiskt møguligt, men vit fegnast um, at vit fingu drigið meirilutan so langt við okkum á hesum sinni.
Sleppa vit upp í part at stýra kommununi komandi valskeið, ætla vit at halda fram á hesi leið til allur 2. flokkur fær tilbðið og eisini 3. flokkur í tann mun, tørvur er á tí.
Royndirnar eru, at so at siga øll nýta møguleikan fyri frítíðarskúla í 1. flokki, meðan nakað dettur burtur av í 2. flokki. Tí verður tann samtyktin, sum nú er gjørd, til góðan bata, hóast hon ikki er fullfíggjað.
Minnilutin hevði eisini uppskot um at seta í verk systkinaavsláttur á dagstovnum, so foreldur við fleiri børnum á dagstovnum, fingu bílgari gjald.
Hetta eydnaðist ikki á hesum sinni, men býráðið samtykti í staðin uppskot um at hækka barnafrádráttin 250 kr upp í 5000 kr fyri barnið um árið.
Systkinavslátturin taka vit upp aftur í næsta valskeiði.