Forkunnug bókaframløga í Gamla Bókahandli

Mentanarnáttina 6. juni klokkan 18 verður ein heldur forkunnug bókaframløga í Gamla Bókahandli.

Mentanarnáttina 6. juni klokkan 18 verður ein heldur forkunnug bókaframløga í Gamla Bókahandli. Talan er um ikki minni enn tvær upprunaføroyskar barnabøkur: Og mamma, sum Elin á Rógvi hevur skrivað, og Rani – ein nýggj byrjan, sum Ingun Christensen hevur skrivað.

 

Hóast bøkurnar innihaldsliga eru ógvuliga ymiskar, eru tær báðar ein sannur fongur at fáa í lítlu, men støðugt vaksandi bókarúgvuna við upprunaføroysku barnabókum.


Og mamma

Og mamma eftir Elina á Rógvi er ein stuttlig og eitt sindur krazy søga um hanan Morgunfríða, Torkilabban, ommuna, Leiku (ein fitt tík) og abba- og ommusynirnir Viggo og Paula.

 

Morgunfríði er ikki nakar vanligur hani, í hvussu er ikki, tá ið abbin sær hann. Og hetta ger tað trupult hjá abbanum at fáa ommuna at trúgva sær, tá ið hann sigur, at tað er hanin, sum hevur sløtt máling um alt húsið og at tað mín sann eisini er hann, sum hevur vaskað nýggju, hondbundnu troyggjuna hjá ommuni í vaskimaskinuni, so hon nú er í barnastødd!

 

Stuttligu, teknisøgulíknandi myndirnar hjá ungu og evnaríku Marjuni Reginsdóttur hóska væl til søguna um hanan Morgunfríða og gera hana eyka stuttliga – ikki tí henni nýtist tað, Og mamma!

 

Bókin hóskar væl at lesa fyri børnum 5-8 ár. Hon er 40 blaðsíðir og innbundin.


Rani – ein nýggj byrjan

Ingun Christensen hevur skrivað eina realistiska samtíðarsøgu um 11 ára gamla drongin Rana, sum er komin í eina støðu, sum alt fleiri børn uppliva. Mamma og pápi Rana eru skild, og tí má Rani flyta út á bygd at búgva saman við mamma síni og systrini. Men nýggja byrjanin er alt annað enn løtt. Rana leingist eftir pápanum, og í skúlanum verður hann hildin uttanfyri, tí hann roynir at verja tey veiku í flokkinum. Ikki fyrr enn Rani sigur mammuni frá trupulleikum sínum, kemur vend í, og saman við flokslæraranum fáa tey broytt støðuna til tað betra. Men longsulin hjá Rana eftir heimbýnum og pápanum er ikki lættur at taka burtur.

 

Bókin er ætlað børnum 9-13 ár. Hon er 80 blaðsíðir og heft. Herdis Jakobsen hevur teknað permumyndina.