Løgmaður fer ikki at førdøma óvanliga harðrendu framferðina hjá Islamic State, IS. Tað sigur hann, nú Bjarni Djurholm, tingmaður úr Fólkaflokkinum hevur spurt hann, um hann ætlar at gera vart við seg, nú IS herjar í Miðeystri, og ikki mest er er løgst á tey kristnu við óvanligum harðskapi.
- Eftir galdandi skipan millum Føroyar og Danmark, eru uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikkur málsøki, ið ríkisvaldið varðar av, sigur løgmaður.
Hann sigur, at tað skal kortini ongin ivi vera um, at sjálvur hevur hann stóra andstygd móti teimum ræðuleikum í miðeystri og aðrastaðni, ið vit dagliga verða kunnaði um í miðlunum, sum hann orðar seg.
- Eitt og hvørt siðment menniskja vendir sær sjálvsagt í andstygd frá einum felagsskapi, ið fremur slíkan eirindaleysan og ómenniskjaligan yvirgang, sum vit eru vitni til við IS, Islamiska Ríkið, í Sýria og Irak. - Vit hámeta fólkaræðið og mannarættindini, og vit vita, at tey krevja at verða vard, tá ið tey verða hótt.
Bjarni Djurholm er ikki nøgdur við svarið, tí hann heldur ikki, at løgmaður hevur eina nóg greiða støðu.
Jenis av Rana staðfestir, at hann er ómetaliga vónbrotin av løgmanni, tí hóast vit ikki hava ræði á uttanríkisviðurskiftum, eiga vit at geva okkara meining til kennar og at tora at varpa hana út.
|