- Viðhvørt kann tað vera ov lætt hjá landsstýrinum at seta kílar í ímillum tey ymsu fakfeløgini.
Tað heldur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Men tað fara fakfeløgini nú at royna at gera nakað við.
Ì eini roynd at styrkja seg og samstundis trekkja tenninar úr landsstýrinum, arbeiða fleiri fakfelag, sum hava fólk í starvi hjá tí almenna, nú við at gera ein felagsskap, so at tey kunnu gera felags front ímóti landsstýrinum, tá ið samráðingar verða.
Forkvinnan í Starvsmannafelagnum sigur, at tað eru heili 32 fakfeløg, sum hava lønarsáttmála við landsstýrið og tey eru ógvuliga ymisk í stødd, frá nøkrum heilt fáum limum, til Starvsmannafelagið, sum hevur fleiri túsund limir.
- At vit eru so mong og so spjødd, gevur landsstýrinum ov lætt spæl at seta okkum upp ímóti hvørjum øðrum, staðfestir Selma Ellingsgaard.
- Hvussu nógv fakfeløg vera við í tí felags samstarvinum, dugir hon ikki at siga enn, tí tað vil tíðin vísa.
Men í fyrstu atløgu eru tað tey fimm stóru fakfeløgini, sum samráðast um at gera ein felagsskap og tey eru Starvsmannafelagið, Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Hon sigur, at enn eru samráðingarnar á byrjanarstigi og tí dugir hon enn ikki at meta um, hvussu umfatandi samstarvið verður.
Sveinaroyndin í heyst
Sum tað sæst á hinari greinini her á síðuni, fer Starvsmannafelagið nú at biðja fíggjarmálaráðið um samráðingar fyri at hækka lønina.
Tað fer felagið vísandi til eina orðing í sáttmálanum, sum sigur, at um munandi broytingar eru í samfelagnum, skal tað bera til at samráðast um lønina av nýggjum.
Lærarafelagið og Pedagogfelagið hava somu orðing í sáttmálanum, men tað hava sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki og Havnar Arbeiðskvinnufelag helst heldur ikki.
Men Selma Ellingsgaard sigur, at øll fimm feløgini fara nú at orða nøkur felags krøv til Landsstýrið til samráðingarnar í oktober.
Men tann stóri spurningurin er, hvussu Fíggarmálaráðið fer at taka ímóti krøvum frá feløgunum, sum ikki hava krav upp á samráðingar nú.
- Tað vita vit ikki, men tað skal standa sína roynd, men vit vóna, at tá ið summi feløg fáa lønarhækking, fer tað eisini at dryppa á hini feløgini.
Les eisini greinina: Almenn starvsfólk krevja lønarhækking










