Vit eru sannførd um, at samráðingarnar fara at enda við einum góðum úrsliti. Hetta er tí, at tann 14. september 1995 fingu vit 3094, sum eru við í Fólkaítakinum fyri tjóðfundi, bræv frá danska forsætisráðnum. Har varð sagt, at danska stjórnin var hugað at seta í verk ta skipan fyri samstarvi Danmarkar og Føroya millum, sum føroyska heimastýrið ynskti.
Á løgtingsvalinum tann 30. apríl 1998 valdi Føroya fólk ein meiriluta, sum vil at Føroyar skulu gerast eitt sjálvstøðugt ríki við fólkaræði. Demokratisk siðvenja er, at ein heiðurlig andstøða letur sær tað lynda, sum meirilutin av fólkinum tekur undir við á frælsum og óheftum vali, og donsku politisku flokkarnir hava longu boðað frá, at teir í hesum máli boyggja seg fyri fólkaræðisligari siðvenju.
Fólkaítakið heitir á allar føroyingar um at vera við í tí mikla verki, vit nú skulu fara undir. Eftir at evsta valdið í næstan 1000 ár hevur verið uttan fyri oyggjar okkara, fara vit nú at taka lut í altjóða samtarvi á jøvnum føti við onnur ríki. Vit ivast ikki í, at tæri í fólki okkara er so gott, at nýggja skipanin fer at gera tað betri at vera føroyingur úti og heima, og at vit, áðrenn langt er fráliðið, fara at vera ein fyrimynd fyri mong av heimsins londum.
Vit bjóða nýggja túsundárinum vælkomnum við nýggja føroyska ríkinum!
Á Glyvrum tann 16. mars 2000
Líggjas í Bø
Maria Jacobsen
Hans Tausen Olsen
Eirikur Simonsen
Olaf á Stongunum
Zakarias Wang