Kommunumál
Tað er stórur áhugi fyri at fáa grundstykki til sethús í Kirkjubøar kommunu. Men borgarstjórin, Annfinn Brekkstein, sigur, at bygdaráðið ætlar at fara varisliga fram, fyri ikki at missa tamarhaldið á støðuni.
?Tað er ikki bara at lata fólki grundstykki, sigur hann. Tað er so nógv annað, sum fylgir í kjalarvørrinum á tí, bæði skúli og dagrøkt og vit ætla ikki at fara skjótari fram, enn at vit kunnu fylgja við á teimum báðum økjunum eisini.
Á bygdaráðsfundinum, sum skuldi vera í gjárkvøldið, skuldi bygdaráðið hava fýra byggimál í samband við sethús á skránni. Talan er um tvey byggiloyvi á Velbastað og eitt byggiloyvi og eitt útgravingarloyvi í Kirkjubø.
Annfinn Brekkstein sigur, at kommunan veksur sera skjótt og kommunan hevur yvir 40 umsóknir liggjandi frá fólki, sum vilja hava grundstykki.
Hvussu nógvar av hesuum umsóknunum er veruligar, veit hann ikki.
? Tað er sera stórt trýst á Suðurstreym sum heild og eg veit, at summi av teimum, sum hava søkt um grundstykki hjá okkum, hava søkt fleiri staðni í øllum miðstaðarøkinum, líka úr Havn, norður til Hósvíkar, og kanska longri við.
Fyrr var tað ein treyt fyri at fáa grundstykki í Kirkjubø ella á Valbastað, at fólk skuldi hava tilknýti til plássið, men tann treytin er burtur nú.
?Tað er ógvuliga positivt at fáa tilflytarar í kommununa. Tilflytararnir hava avgjørt verið eitt positivt íkast til kommununa, tí tað eru blivnar heilt aðrar bygdir.
Men hann sigur kortini, at tað framvegis er so, at fólk, sum hava tilknýti til kommununa, verða enn tikin framum, sigur hann.
Ongi grundstykki
Annars er kommunan illa fyri við grundstykkjum, so nú eru ongistykki tøk. men kommunan arbeiðir við einum nýggjari byggiætlan og í henni eru útvið 40 grundstykki. Nýggja byggiætlanin verður klár seinni í ár.
? Men hesi stykkini verða ikki seld beinanvegin, tí vit ætla ikki at selja tey, fyrrenn vit hava barnaansing og skúlaviðurskiftini í lagi eisini til at taka ímóti teimum børnum, sum nýggja búsetingin førir við sær.
?Nú búgva 226 fólk í kommununi og av teimum eru 87 undir 18 ár, so her eru nógv børn. Nýggjur skúli er á Velbastað, men har eru næstan 40 børn longu. Skúlin tekur ikki stórt meiri enn eini 10 børn afturat, so er hann fullur og bíðilisti er til barnagarðin.
Men hann viðgongur eisini, at tað er mark fyri, hvat ein lítil kommuna orkar av útbyggingum og hann væntar ikki, at talan verður um nakra útbygging av týdningi tey næstu fimm árini.









