Elsta ljómandi urga í landinum stendur í kirkjuni í Vági. Urgan er júst umvæld og leikar nú aftur, um áhugi er at gera nýtslu av henni.
Urgan er frá árinum 1872 og hevur hon tískil verið í gomlu kirkjuni, áðrenn hon fylgdi við í nýggju kirkjuna í 1939. Nýggj urga kom í kirkjuna í Vági í 1983.
Urgan hevur staðið í tøgn í nøkur ár nú. Onkur roynd at fáa urguna umvælda er dottin niðurfyri. Men nú er hetta fingið í lag. Í morgin, allahalgannasunnudag, hevur Ljómur, sum vanligt hevur verið í mong ár, allahalgannakonsert. Urgan verður við hesa løtu tikin aftur í nýtslu. Jónsvein Bech
Søgan
Elsta urga í landinum hevur sjálvsagt eina søgu, og henda er ikki sørt spennandi, um ein gevur sær stundir at granska.
Ymiskt skrivligt tilfar er, har til ber at leita sær vitan um urgusøgu her í landinum og um urguna í Vági. Brátt gerst slíkt rúgvusmikið og her skal bert stutt verða trivið í nakað av hesum. Keldur eru Kirkjurnar í Vági (M. Hansen 1989), Ljómur Fimti (N.J. Nolsøe 1989) og Hvíta Kirkjan ? Skálavíkar kirkja 1891- 1991 (1991).
Vit hyggja í tekst, sum Arnfinnur Thomassen hevur skrivað til konsertskránna hjá Ljómi í morgin, har hesar keldur eisini eru nýttar, og hyggja eisini í keldurnar:
Seinasta kirkjan á Kirkjukletti verður vígd 16. november 1862. Tá hevur bert ein urga verið í landinum ? urgan í Havn, sum kom í 1831. Urgan í Vágs kirkju, sum brøðurnir Jákup (Gamli á Gørðunum) og Petur Hans Dahl (Petur við Krosslið) í 1872 lata kirkjuni í Vági, er óivað næsta urga, ið kemur til Føroya.
Tað sigst, at kirkjan á Viðareiði fekk urgu um somu tíð, sum Vágs kirkja. Lætt hevur ikki verið og nógvar eru søgurnar um stríð um nýtslu av urgu í kirkjum. Uttan samanbering ella aðrar tilsipanir kann nevnast, at í Vági sendur soleiðis í roknskaparbókini: Uden præstens vidende og vilje er et orgel anskaffet til kirken og opført samme steds.
Urganuna gjørdi Knud Olsen (1825-1898) í Keypmannahavn. Hann var norðmaður, komin til Danmarkar í 1850. Hann hevur eisini smíðað urguna í Skálavíkar kirkju, ið kom til landið í 1929, men hon hevur tá longu verið í nýtslu í góð tríssinstjúgu ár í Humlebæk í Danmark, har hon kom nýbugd í 1868. Til ber at ogna sær vitan um urgur og urguna í Skálavík og um Knud Olsen í bókini um kirkjuna í Skálavík.
Urgan í Vági er væl úr hondum greidd. Mett verður, at bert eini 4 ? 5 urgur av hesum slag enn finnast í danska kongaríkinum. Ein roynd í 1986 at fáa urguna umvælda, datt niðurfyri vegna vantandi fígging. Peningur frá offurgongdini allahalgannasunnudag er seinnu árini farin í ein urgugrunn.
Í 1999 eydnaðist, saman við othe Tilma úr Århus, ið hevur stjórnað Ljómi nøkur tíðarskeið, at fáa samband við urguvirkið Frøbenius í Lyngby, ið beyð sær til at gera arbeiðið fyri umleið 240.000 krónur. Arbeitt var við málinum og tá Wroblewski-grunnurin í Keypmannahavn játtaði 180.000 krónur til umvælingarnar, var leyst og liðugt.
Tá urgan í 1939 undir leiðslu av Jógvani Waagstein varð sett upp í nýggju kirkjuni, funnu menn korn millum skinns og hold. Hesi stavaðu frá skipsferðini í 1872. Urgan hevði verið tikin sundur og grivin niður í kornið í lastini, tí skipið var fermt við korni ta ferðina.
Í 1954 varð elektriskur urgublásari settur í urguna. Gamla urgan hevur 4 røddir. Til sammetingar kann nevnast, at nýggja urgan frá 1983 hevur 19 røddir. Hvussu er og ikki: gamla urgan er í dag ellisformaður millum urgur í landinum. Og so ella so hevur hon verið í nýtslu í kirkjuni, síðani hon varð varð bygd.
Í skránni nevnir Arnfinnur Thomassen urguleikararnar. Ella Dahl Nolsøe er helst hon, ið hevur leikt eina mest á urguna, eini hálvthundrað ár. (Onkur hevur latið blaðmannin vita, at talan kanska nærri er um seksti ár ella meira.) Helst hava núverandi leikarin, Niels og bróður hans, Jóannes Nolsøe, byrjað leið sína sum urgupumparar, tá Ella hevur leikt.
N. J. Nolsøe nevnir í Ljómur Fimti (1989), at fyrsta allahalgannakonsert hjá Ljómi var í 1939. Ljómur og kirkjan hoyra saman í ein mun, sum óivað er eindømi her hjá okkum, verður sagt.
Longu í 1941 var intrumentaltónleikur við á hesum konsertum, urga og fiólir. Eisini fleirræddaður sangur. Allahalgannakonsertin er og hevur verið høvuðshendingin í virksemi kórsins. Edith Dahl leiddi kórið í mong ár.
Nú nevnt hevur verið, at offurgongdin seinu árini er farin í grunn til urguna, er kanska áhugavert at nevna nøkur tøl, sum N.J. Nolsøe nevnir viðvíkjandi hvat er komið inn. Í 1940 komu inn við offurgongd 453 krónur, í 1950 komu inn 1022 krónur, í 1960 komu inn 1839 krónur, í 1970 komu inn 3549 krónur, í 1980 komu inn 13.232 krónur og í 1987 komu inn 15.625 krónur.
Frásagnin um kórið og siðir og ymiskt hesum viðvíkjandi er áhugaverdur lesnður, ið kann viðmælast áhugaðum.
Í morgin er aftur allahalgannakonsert við Ljómi, sum Hans P. Tórgarð nú leiðir. Við hesa hátíðarløtu verður eisini nýtt lív blást í urgubjølgin í urguni frá 1872, elstu leikandi urgu í landinum.