vitjunartíð og fara vit í ár at skipa fyri serstøkum stevnubløðum í sambandi við allar stevnurnar. Vit fara at umrøða tiltøk á stevnunum og annars seta kikaran á stevnuplássini. Vit leggja fyri í dag við [...] verða hildnar kring landið. Fyrsta stevnan - og tá hugsa vit um tær gomlu og tradionellu stevnurnar við FM-kappróðri ol. - verður hildin í Klaksvík nú komandi vikuskifti. Talan er um Norðoyarstevnuna. EINS [...] eisini ein partur av stevnunum, sum vit eisini mugu taka við. Men sangur og dansur, framsýningar og onnur mentanarlig tiltøk, kappróður og fótbóltur og mangt annað eru partur av stevnunum. Ein kann siga
vildu varðveita nøkulunda ta skipanina, sum var. Kortini kunnu vit í dag staðfesta, at nú vendst ikki aftur - rúsdrekkasøla í Føroyum er komin fyri at vera. Broytingar í rúsdrekkalógini í framtíðini fara [...] Tað eru í summar liðin seks ár síðani, at vit í Føroyum fingu nýggja rúsdrekkalóg, sum bæði gav loyvi til sølu av rúsdrekka í Føroyum og loyvi hjá matstovum og ølklubbum at skeinkja sterkt. Føroyingar [...] máta - og ikki minst við skili. Vit vita væl, at Rúsdrekka- og Narkotikaráðið hevur mælt til ikki at lata fleiri skeinkiloyvi í Tórshavnar kommunu. Men samstundis vita vit, at fólk fara ikki at drekka minni
r við danir annars. NÚ er tað so, at marknamálið er eisini eitt mál millum føroyingar og danir, tí allar marknaásetingar í ríkinum eru mál, sum skulu góðkennast í fólkatinginum. Nú hevur so fyrrverandi [...] eini útbjóðing og við at lata málið taka sína tíð ella um vit skulu fara beinleiðis til Blair og í síðsta enda, um vit skulu fara til Haag. Her eru nógvir møguligur leikir. Tað ræður um at finna tann besta [...] NÝGGJA landsstýrið hevur nógv at síggja til. Síggja vit í fyrstu atløgu burtur frá teimum heimligu viðurskiftunum, sum tó ikki eru minni týðandi og álvarssom fyri tað, so skal landsstýrið í næstum upp
r, ið byggir á sunt vit og skil. Øll hava vit vissiónir og dreymar. Og tað eru eisini m.a. hesi, sum eru katalysatorar fyri einumhvørjum útviklingi, sum aftur má byggja á sunt vit og skil. ALFA og omega [...] omega í øllum hesum er, at vit fáa ein meira fjøltáttaðan búskap ella sum tað verður tikið til, at vit fáa fleiri bein at standa á. Vit eru eitt ómetaliga ríkt land. Bera vit okkum rætt at og náttúran ikki [...] er í VIT hoyra um somu tíð, at skrædl er væntandi í okkara fiskivinnu. Enn hava vit so ikki fingið hetta váttað ella útgreinað. Hvat nú, um eitt slíkt skædl kemur? Verður so alt vent við aftur og vit fáa
Lykketoft var farin aftur til Danmarkar sum av torvheiðum. NÚ hava vit so orðini hjá Lykketoft og eisini frá landsstýrinum um, at partarnir eru kanska ikki so langt frá hvørjum øðrum, sum annars hildið [...] TAÐ eru óhugaverdir tónar, sum koma frá Tinganesi og Christiansborg í hesum døgum. Eftir tí sum Sosialurin hevur fingið at vita, so er landsstýrið nú sinnað til at samráðast við danir um bæði bankaendurgjald [...] Føroyum, sum er vorðið snýtt í bankamálinum. Hinvegin eru tað danir, sum hava tikið um endan í skuldarspurninginum, og tí er tað greitt, at her eru tað báðir partar, sum seta dagsskránna, og ikki bara annar
í fjør og haraftrat eina viku longur, tá tað kemur út á heystið. HARAFTRAT eru gjørdar rættiliga stórar broytingar á rutuni. Nú verður aftur farið at sigla til Hanstholm, og harvið verður eingin Esbjergsigling [...] tættari uppat meginlandinum. NÚ avgjørt er at taka gomlu siglingina uppá Lervick í Hetlandi uppaftur, verður teinurin til Esbjerg ov drúgvur, og tí verður siglt til Hanstholm. Vit mugu bara vóna, at henda [...] Smyrli uppá Skotland varð niðurløgd. Hvussu hetta fer at eydnast vil tíðin so vísa. NÚ siglt verður aftur til Hetlands eiga vit at taka tað sum eina spennandi avbjóðing. Tað var tann tíð, tá sambandið millum
SEINASTU tíðindini í oljuverðini eru, at olja er funnin við Falkslandsoyggjarnar. Gott nokk eru hesar oyggjarnar á hinari jarðarhálvuni, men her eru nakrir paralellir, sum vit hava at leggja okkum í geyma [...] NÚ nýtt landsstýrið hevur tikið við og vit somuleiðis hava fingið mannað eina nýggja Uttanlandsnevnd eru tekin til, at tað fer at koma gongd á aftur samráðingarnar við bretar um undirgrundarmarkið.Anfinn [...] tað nú fer at ganga skjótari við samráðingunum um markið. Nýggi formaðurin í Uttanlandsnevndini, Jóannes Eidesgaard sigur somuleiðis við blaðið, at hesar samráðingar mugu fáa hægri prioritet. Nú eru gingin
fólkaatkvøðan frá 1946 framvegis galdandi, og tí er ikki neyðugt við eini nýggjari fólkaatkvøðu nú. Hetta eru formenninir í fólkaflokkinum og sjálvstýrisflokkinum ikki samdir við tjóðveldisflokkin í. Teir [...] ríkisrættarliga økinum. At tað ikki ruggar rætt í samgonguni fingu vit longu eina kenslu av sunnudagin, eftir samgonguskjalið varð undirskrivað. Vit gjørdust øll kløkk, tá tíðindasendingin byrjaði við einum sera [...] bluffnummar og millum fólkafloksmenn mett sum einki annað enn at umsita luft? Og eru ikki tær uppgávurnar, sum Høgni Hoydal nú skal taka sær av, uppgávur, sum ein embætismaður og ein embætismannanevnd kundi
Óla Breckmanns sum Sosialurin. Vit hava ferð eftir ferð spurt, hvussu tað ber til, at ikki fólkafloksfólk taka til orðanna móti hesi ómenniskjansligu skriving. Nú hava vit so fingið váttað frá landsins [...] at skrivingin hjá formanninum í hansara egna tingbólki i, líkist ongum og átti ikki at verið komin fyri, eru heilt nýggir tónar frá leiðslu fólkafloksins. TAÐ er neyvan nakar, sum áhaldandi gjøgnum so mong
ringar og sparingar eitt nú á sjúkrahúsøkinum. Vit ynskja nýggja landsstýrinum góðan byrð, tí tess avgerðir eiga at gagna øllum fólkinum. Men tað er alstórum týdningi, at vit ikki fáa eitt stýri, sum setir [...] almanna- og heilsumál og Eyðun Eltør, olju- og umhvørvismál. Vit ynskja landsstýrinum og manningini har tillukku við hesum álitisstørvum. NÚ byrjar so vanligi gerandisdagurin aftur í føroyskum politikki [...] ynski. At Føroyar eiga at gerast meira sjálvbjargnar og at stór stig verða tikin á sjálvstýrisleið eru vit samd um. Men hetta má gerast við skili. Tú kanst ikki bæði tosa um at átaka tær størri fíggjarligar